Reinur høsnagarður

Við vistfrøðiligu eggunum hjá Grøn Balance kanst tú njóta tíni egg við góðari samvitsku og somuleiðis gera mun fyri djóravælferð og umhvørvið.

Tá tú velur vistfrøðilig egg frá Grøn Balance, stuðlar tú undir betri djóravælferð og einum reinari umhvørvi. Eggini koma einans frá donskum vistføðiligum hønum, sum liva tað góða hønulívið, so nær at teirra náttúrliga livihátti, sum gjørligt. Tað vil siga, at okkara høsn kunnu ganga leys úti og hava atgongd til reiðurkassar, vagl, báshálm, dagsljós og vistfrøðiligt fóður. Tær eta sjálvandi einans vistfrøðiligt fóður og teirra nev verða ikki klipt. 

 

Ein góðan smakk í munnin

Tað er ymiskt hvat vit halda smakkar væl, men nógv halda at vistfrøðilig egg smakka best og hava eina vakrari blommu. Somleiðis vísa kanningar, at vistfrøðilig egg hava eitt hægri innihald av E-vitaminum, A-vitaminum, jodi og sinki, sum einamest er vegna fóðrinum hjá hønunum.  Velur tú tískil vistfrøðiligu eggini hjá Grøn Balance,  setur tú smakkin, heilsuna og samvitskuna í hásæti. Eggini hjá Grøn Balance geva sostatt góðan smakk í munnin í meiri enn einari merking.

Vørur í samband við greinina

Grøn Balance finnur tú her