Ger tað lætt at velja rætt
Reint umhvørvi

Reinari reinhald
Við at velja reingerðingsvørur frá Grøn Balance, so velur tú samstundis vørur sum eru uttan óneyðuga kemi og við umhugsni fyri umhvørvinum. Vørurnar eru allar uttan luktilsi og litevni og eru merkar við norðurlendska svanamerkinum og blaá kransinum í samstarvi við Asma-Allergi Danmark.
Vilt tú gera enn meira fyri umhvørvið, so er at tryggja tær, at tú skamtar rætt, vaskar við lægri hitastigum, hongur klæðir út á snór heldur enn at nýta turkitrumlu og heldur hanga klæðini út eina løtu enn at vaska tey, um tey ikki eru skitin.

Grøntobur: Kokkteyleffektin
Vit verða øll útsett dagliga fyri nógva ymiska evnafrøði frá nógvum ymiskum keldum. Tað sama er galdandi fyri títt barn. Hóast tey evnafrøðiligu evnini halda lógina og eru rættiliga veik, vísa kanningar, at samansetingin av teimum ymisku evnunum kann virka hormonórógvandi ella heilsuskaðilig. Eisini sjálvt um evnini hvør sær ikki eru ein vági. Tað er hetta, ið verður rópt ‘kokkteyleffektin’. Tað vil siga, at heilsuskaðilig evni ella illgrunasom evni ikki nýtast at vera ein vági í einari einstakari vøru. Vágin stendst av, at tú og títt barn kunnu dagliga vera útsett fyri hesum evnum frá nógvum ymiskum keldum. Av tí at børn eru serliga viðkvom, er tað eyka umráðandi, at vit eru tilvitað um óynskt evni í gerandisdegnum hjá okkara børnum. Vit kunnu tíbetur tynna tann evnafrøðiliga kokkteylin við millum annað at fáa okkum: Góðar matvanar - et vistfrøðiliga Góðar innkeypsvanar - keyp svanamerktar vørur Góða inniluft - sløkk tað elektriska og bein støv o.a. burtur.
Grøntobur: Eru vørur við góðari kemi dýrari?
Danska sendingin, Magasinet Penge á DR1, gjørdi í fjør eina kanning, har tey kannaðu sambandið millum pengar og vørur við góðari kemi. Orsøkin til kanningina var, at tað í 2014 bleiv gjørd ein kanning fyri Miljømærkning Danmark, sum staðfesti, at heili 28 % av dønum ikki keypa svanamerktar vørur, tí tey halda, at tær eru dýrari. Tí valdi Magasinet Penge, at royna pástandin, við at lata eina familju bert keypa svanamerkta vøru, tá tey keyptu inn. Tey vóru sera bilsin, tá tey sóu, at svanamerktu vørurnar vóru 12% bíligari enn vørurnar við óneyðugari kemi. Kanning sum brúkararáðið, Tænk, gjørdi av 10 vørusløgum, vísti somuleiðis at tær svanamerktu vørurnar vóru bíligari. Her vóru heili 8 út av 10 vørum við svanamerkinum bíligari enn tær við óneyðugari kemu. Hetta var galdandi fyri sjampo, vaskievni, universalsápu, andlitskrem, sólkrem, gummistivlar og klappvognar. Grøn Balance gjørdi eina lítla roynd í einum handli í Føroyum av 9 ymiskum svanamerktum vørum frá Grøn Balance og samanbar tær við vørur við óneyðugari kemi, og hetta vísti, at tær svanamerktu vørurnar vóru heili 80 % bíligari. Vørurnar vóru: vaskievni til klæði, uppvaskitablettir, universalsápa, vesireins, vattrundellir, deodorant, bodylotion, shower gel og dagkrem. 9 út av 9 vørum við svanamerkinum vóru bíligari, og tað var alt frá einari krónu til trýss krónur á muni. Svanamerktar vørur eru sostatt betri fyri bæði heilsuna, umhvørvið og mappuna!

Grøntobur á Torginum í SMS
Grøntobur vitjar á Torginum í SMS 8.-13. oktobur. Har verður gjørligt at fáa ymsa kunning um vistfrøði og umhvørvi. Eisini verður gjørligt at síggja ein part av tí stóra úrvalinum sum er at fáa av vistfrøðiligum og umhvørvisgóðum vørum. Dagstovnarnir í býnum eru somuleiðis vælkomir til ókeypis, vistfrøðiliga frukt mánadag til fríggjadag kl. 9.30-11.30.
Familjur ótu seg frá eiturevnum
Mongdin og samansetingin av eiturevnum í landinum hjá teimum luttakandi minkaði týðandi, tá fimm familju ótu vistfrøðiligan mat í 14 dagar. Danmarks Naturfredningsforening gjørdi í fjør eina kanning har fimm familjur fingu kanna teirra land fyri sproytievni áðrenn og eftir tey høvdu etið einans vistfrøðiligan mat í 14 dagar. Áðrenn kanningina, ótu tær fimm familjurnar mest vanligar matvørur, og tá funnu tey leivdir frá sproytievnum í 51 prosent av royndunum. Aftaná 14 dagar við vistfrøðiligum kosti var mongdin av landroyndum, við sproytievnum í, minka niður í 23 prosent, og sjálva samansetingin av sproytueitri var minka nógv. Eisini fall mongdin av royndum, har ávís sproytuevni lógu yvir miðaltalið fyri hvat er vanligt, frá 32 til 9 prosent. Lisbeth E. Knudsen, sum er professari á Institut fyri Folkesundhedsvidenskab á Københavns Universitet, sigur um kanningina: "Tað frøðir meg, at tað sæst ein so týðiligur munur at eta vistfrøðiligt, tá vit vita at meginparturin av sproytieitrinum, sum tey her hava kannað, hava neilig árin á okkara heilsu. Á hendan hátt er tað fyribyrgjandi fyri okkara heilsu at velja matvørur, sum ikki eru sproytaðar." Sambært professaranum, so vil vandin fyri at gerast sjúk av at eta sproytaðar matvørur økjast við mongdini og samansetingini av sproytievnum í okkara kroppum. "Um vit hava eina høga mongd av sproytievnum í kroppinum, so er tað enn størri vandi fyri at gerast sjúk ella at gera fostrið sjúkt" sigur Lisbeth E. Knudsen og sipar til barnakonur, sum hon viðmælir at eta vistfrøðiligt. Eitt nú er skorðdjóraeitrið chlorpyrifos, sum 14 út av teimum 16 kannaðu familjulimunum høvdu í landinum áðrenn royndina, ein hóttan fyri eitt fostur, tí chlorpyrifos leypir á nervalagið, og kann skaða menningina av heilanum. Tað er ikki loyvi at nýta chlorpyrifos í Danmark, men er at finna í fruktini og grønmetinum, sum verður innflutt úr øðrum londum Tú kanst velja Vilt tú sleppa undan sproytievnum, so er at velja vistfrøðiligar matvørur, sum allar eru uttan sproytievni, tí vistfrøðiligu bóndirnir, hava ikki loyvi at nýta sproytieitur fyri at berja niður skorðdýr, ókrút o.a. Vistfrøðiligu vørurnar eru allar merktar við danska, reyða Ø-merkinum ella ES-merkinum fyri vistfrøði. Kelda:dn.dk
Rein matgleði
Tað verða ivaleyst færri matpakkar smurdir hesar dagarnar, nú summarfrítíðin er byrja hjá teimum flestu. Men matur smakkar best, tá hann verður etin úti. Tískil er ein góður matpakki við í hagan, í fjørðuna ella á biltúrinum ikki at forsmáa. Men tað er ikki líka mikið, hvat vit pakka okkara mat inn í. Bakipappír og millumløgupappír, sum ikki eru svanamerkt, eru yvirflatuviðgjørd fyri at vera vatn- og feittdygg. Tílík pappír eru mangan viðgjørd við flúrevnum ella silikoni. Hesi evnini eru oyðileggjandi fyri umhvørvið og vera mett at vera hormonórógvandi og krabbaelvandi. Tískil verður frárátt at børn og kvinnur, sum eru við barn, eta mat, sum hevur verið í sambandi við viðgjørt pappír. Millumløgu- og bakipappírið hjá Grøn Balance er svanamerkt, og er tískil uttan skaðilig evni. Gert tú tær somuleiðis ein matpakka við matvørum frá Grøn Balance, so tryggjar tú tær vistfrøðiligar vørur, sum eru uttan sprænuevni. Tað er rein matgleði :) Hugskot til matpakkan við Grøn Balance vistfrøðiligum vørum: Fullkornstykkir við pesto, egg, kál og tomat. Edamamebønur, agurkustengur og súrepli afturvið. Grøn Balance fæst í Miklagarði, Mylnuni og Bónus.
Vaska umhvørvisvinaligt
Vaskievni kunnu vera sera skaðilig fyri teg og umhvørvið. Fleiri innihalda eitt nú klor og optiskt hvítt, sum tyngja umhvørvið. Hvat skalt tú so velja, tá tú velur vaskievni? Vit eru blivin von við at klæðini hjá okkum skulu lukta av luktilsi og seta luktin í samband við rein klæði, hóast luktilsi onki hevur við reinleika at gera, men kan elva til ovurviðkvæmi. Somuleiðis ger optiskt hvítt bert klæðini hvítari, men ikki reinari. Klæðini gerast rein av tensidum, men nøkur eru meiri skaðilig enn onnur. Tey mest skaðiligu evnini eru luktilsi, optiskt hvítt og haldevni. Hesi kunnu elva til ovurviðkvæmi ella øsing á húðina. Skolievni innihalda 30% fleiri tensidir enn vaskievni, sum er óneyðugt, tí tensidirnar í vaskievninum vaska klæðini rein. Um tú vilt sleppa undan ov nógvum skaðiligum evnum, kanst tú leggja teg eftir hesum ráðunum:- Keyp umhvørvismerkt vaskievni - Svanamerkið ella evropeiska blóman. Hesi tryggja tær, at tú sleppur undan klori, optisk hvítum og ávísum tensidum. Krøv vera eisini sett til úrslitagóð vaskievni.
- Vel vaskievni við Bláa Kransinum hjá Astma-Allergi Danmark fyri at sleppa undan luktilsi og øðrum evnum, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi.
- Vel vaskipulvur heldur enn flótandi. Tey innihalda færri umhvørvisskaðilig evni.
- Slepp tær undan skolievni. Skolievni tálma vøguravmagn (statisk elektrisitet), men er annars óneyðugt.
- Les brúkaravegleiðingina og skampta eftir vatni, mongd av klæðum og hvussu skitin tey eru. Klæðini gerast ikki reinari av at koyra meiri vaskievni í. Hinvegin kann nógv vaskievni tyngja umhvørvið og leivdirnar seta seg í reinu klæðini. Leivdirnar kunnu elva til øsing á húðini.
- Vaska fulla maskinu og leyp forvaskið um.
- Klæðir, sum ikki eru serliga skitin, kunnu vaskast við 15-20° C, tó krevur tað serstakt vaskievni við enzymum, ið klára kalt vask. Vel eitt nú heldur at vaska klæðini við 30° C heldur enn 40° C, um tey ikki eru serliga skritin. Seingjarklæði, handklæði, borðlappar o.a. sum kunnu hava nógvar bakteriur, skulu vaskast við 60° C.

Vit skola heilar skógir niður hvønn dag
Nakað, vit sum menniskju ikki sleppa uttanum, er at fara á ves. Vit í vesturheiminum nýta pappír at skeina okkum við, og tað eru ovurstórar nøgdir, vit skola niður. Í Evropa verða heili 60 milliónir vesirullur skolaðar niður um dagin! Vit nýta útvið 52 vesirullur hvør um árið. WWF metir, at eini 27.000 trø verða feld um dagin til framleiðslu av vesipappíri. Hóast tað er gjørligt at keypa vesipappír úr endurnýttum pappíri, so eru bert 1 út av 5 vesirullum, vit nýta, úr endurnýtslupappíri. Tað er lætt at kanna um vesipappírið er burðardygt ella ei. Er umhvørvismerkið, Svanamerkið, á pakkanum við vesipappíri, so tryggjar tú tær, at pappírið kemur frá burðardyggari skógarrøkt ella úr endurnýtslupappíri. Eitt nú er vesipappírið hjá Grøn Balance gjørt úr endurnýtlsupappíri og somuleiðis framleitt uttan bleikievni. Grønari Føroyar Minst til, ístaðin fyri at koyra tómu rulluna í skrell, kanst tú koyra hana í grønu skrellispannurnar. Eisini ber til at gera ymiskt kreativt við tómu rullunum. Fá eitt nú íblástur á Pinterest. Skal vesipappírið hanga inn móti vegginum ella úteftir? Síðan vesirulluhaldarin bleiv uppfunnin í 1891, hava vit dúgliga kjakast um hvønn veg vesirullan skal hanga. Nú tykist svarið at vera funnið. Tekningin frá patentumsóknini hjá uppfinnaranum, Seth Wheeler, vísir nevnliga eina vesirullu, sum hongur á vesirulluhaldaranum við pappírinum hangandi úteftir! So nú kann friður aftur valda heima við hús!
Rein ull er Føroya gull
Ullintar troyggjur, ullintar hosur, ullint undirklæðir - pløgg føroyingar hava nýtt í fleiri árhundrað og sum flest allir føroyingar enn nýta.
Men hvussu ansar ein best sínum ullintu klæðum, soleiðis at tey halda so leingi sum gjørligt?
Her er ein vegleiðing:
1. Ull skal bert vaskast, tá hon er skitin. Tað er ikki neyðugt at vaska ull so ofta. Tú kanst lættliga ganga í ulltroyggjuni fleiri ferð, áðrenn hon skal vaskast. Eitt nú kanst tú hanga ullina út á snór, gjarna í ráligum veðri. Ella tú kanst hanga hana á eitt akslatræ í baðirúminum, tá tú ert í bað. Tað er bæði galdandi fyri ullklæðini hjá børnunum og fyri tína ulltroyggju. Er plettur komnin á klæðini, kanst tú stoyta eitt sindur av ull vaskievni á plettin og leggja klæðini í ein plastikkposa. Lat posan standa yvir nátt og vaska tey síðan í maskinuni á ullprogrammi. 2. Nýt ullvaskievni Tað eru nógv ullvaskievni at velja ímillum. Vaskievnið til fínt vask hjá Grøn Balance hevur bæði Svanamerkið og Bláa kransin, sum ger tað til eitt umhvørvisvinaligt og heilsubetri val. Tað er umráðandi, at tú skamtar ullvaskievni rætt. Ov nógv vaskievni ger, at klæðini gerast kleimin. Ov lítið av vaskievni ger, at klæðini ikki fáa ta neyðuga vætuna og viðgerðina, sum heldur ullini í góðum líki. Tú kanst lesa vegleðingia til rætta skamtin aftan fyri at dunkinum. Nýt ongantíð skolievni til ull. 3. Nýt ullvaskiprogramm á maskinuni. Vaskimaskinur eru ymiskar, men tær flestu hava ullprogrammir, tú kanst velja. Tað er nokk at vaska ullklæðini á 30 hitastigum, fyri at fáa tey rein. 4. At turka ull Lat ikki ullina liggja í maskinuni. Ullin hevur tað best við at vera hongd upp at turka beinaveg. Ull turkar nógv skjótari enn vanligt bumull. Stórar ulltroyggjur skulu ikki hangast upp á snór ella á eitt akslatræ. Tær geva seg nógv, tá tær eru vátar, og blíva tískil toygdar av at hanga. Tá er betri at leggja tær á eitt handklæði á gólvi at turka. Góðan vaskihug :) Grøn Balance finnur tú í Bónus, Mylnan og Miklagarður
Reint heim við reinari samvitsku
Eitt reint heim skal ikki tyngja umhvørvið. Nógv ymisk viðurskifti kunnu gera mun, og tú kanst eitt nú nýta tíni reingeringarevni við fyrivarni.
Eitt gott hugskot er at hyggja eftir umhvørvismerkingum og nýta ósyntetisk toy, sum eitt nú bummullarklútar. Ein bummullarklútur letur ikki mikroplast frá sær og kann endurnýtast eftir vasking. Eisini er umráðandi, at skamturin er rættur. Við at nýta uppvaskitablettirnar hjá Grøn Balance, tryggjar tú tær, at tú skamtar rætt.

Vel tað rætta merkið!
Hví leggja teg eftir svanamerkinum og bláa kransinum, tá tú vaskar?
Tá vit vaska okkara klæðir, kann avlopið frá vaskievninum enda í sjónum, og um skamturin ikki er heilt neyvur, kann tað eisini sita eftir í klæðunum.
Hygg eftir svanamerkinum og bláa kransinum, um tú vilt taka tær av umhvørvinum og tíni heilsu:
- Svanamerkið setur krøv um, at vaskievnið er millum tey mest umhvørvisrættu vørunum
- Blái kransurin tryggjar, at títt vaskievnið ikki inniheldur ovurviðkvæmiselvandi evni
Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.