Fyrimunir við vistfrøðiligari vøru
Tað eru væl fleiri fyrimunir enn vansar við at velja tí vistfrøðiligu vøruna. Vansin er, at vistfrøðiliga vøran kann vera dýrari enn tann ikki-vistfrøðiliga vøran, men fyrimunirnir eru m.a. at vistfrøðiligar vørur eru uttan sproytievni, litevni, søtevni, smakkevni og GMO, tað er avmarka nøgd av ílatingarevnum og betri fyri djóravælferðina og náttúruna og tær smakka ofta betri. Vistfrøðiligar vørur eru sostatt reinari og eitt betri væl fyri tína heilsu og náttúruna.
Slepp undan sproytuevnum, tá ið tú etur vistfrøðiligt
Vistfrøðiligar matvørur verða framleiddar uttan, at evnislig sproytievni og kunsttøð verða brúkt, og sum tann ikki-vistfrøðiligi bóndin kann brúka til at drepa ókrút, skaðadjór og soppasjúkur við. Hesi kemisku evnini eru eitrað, men tað er loyvt at brúka tey, um tað bara er ein lítil nøgd eftir í teimum lidnu matvørunum.
Tað hevur við sær, at vistfrøðiligi bóndin ikki kann velta somu nøgd av grøði sum ikki-vistfrøðilig bóndin, og tað kostar meir. Men tað merkir eisini, at tú sleppur undan sproytiloyvdum evnum í agurkum og gularótum.
Heilsu- og smakkbetri vørur
Summar vistfrøðiligar vørur innihalda fleiri føðsluevni og heilsufremjandi evni enn ikki-vistfrøðiligu matvørurnar. Ofta inniheldur vistfrøðiligt grønmeti minni vatn fyri hvørt kilo enn ikki-vistfrøðiligt grønmeti, og tí hevur tað eina størri samanseting av føðslu- og smakkievnum. Eisini innihaldið av øðrum evnum kunnu vera størri í vistfrøðiligum vørum. Eitt nú inniheldur vistfrøðilig mjólk meira omega-3 enn ikki-vistfrøðilig mjólk, og vistfrøðiligar tomatir hava eitt størri innihald av flavonidum, sum eru antioxidantar, ið møguliga kunnu fyribyrgja krabba.
Vistfrøðilig súrepli smakka av meira, tí tey hava millum 4 og 6,7 prosent meiri sukur í sær enn ikki-vistfrøðilig súrepli. Haraftrat eru tey meiri føst í fruktkjøtinum enn ikki-vistfrøðilig súrepli av sama slag.
Matsminka ger børn ovurvirkin
Gransking vísir, at børn, sum fáa miðalstórar nøgdir av tilgjørdum lit- og ílatingarevni, verða meiri hyperaktiv og hava verri við at hugsavna seg og læra í skúlanum. Øll hesi evni eru forboðin í vistfrøðiligum matvørum. Tað eru serstakliga litevni og tað nógv brúkta haldevnið, natriumbenzoat (E211), ið standa fyri skotum.
Fleiri grundir til at sýta fyri GMO
Genspleysing er ein mannagongd, har arvaligir eginleikar verða fluttir frá einum slag til eitt annað, hóast eitt nú ein planta og ein bakteria ongantíð kunnu blanda sínar eginleikar natúrliga. Við genspleysing ber til at skapa Genetiskt Modifiseraðar Organismur (GMO).
Grundir til at sýta fyri genspleysing:
Tær biologisku og arvaligu avleiðingarnar eru ókendar og óbøtiligar, tí tær arvast frá ættarliði til ættarlið.
Tær heilsuligu avleiðingarnar eru ikki kannaðar út í æsir.
Breiða genspleysarar plantur seg í náttúruni, fæst ikki yvirlit yvir avleiðingarnar.
GMO er forboðið í vistfrøðiligum landbúnaði. Tó kunnu sjúk djór fáa heilivág, sum er framleidd við genspleysing, tí tað er mangan tann einasti heilivágurin, ið fæst.
Hóast genspleysað grøði (GMO) ikki verður velt á donsku jørðini enn, so fáa tey donsku ikki-vistfrøðiligu neytini, svínini, høsnini og høsnarungarnir eina rúgvu av GMO í fóðrið.
Í Danmark eru bara vistfrøðilig húsdjór av ymsum slag GMO-frí. Í Føroyum eru mjólkineyt yvirhøvur GMO-frí.