Rein vælvera
Húðin er størsti likamsluturin á kroppinum, og hon skal halda til mangt og hvat gjøgnum eitt langt lív. Tískil er tað umráðandi, at fert væl um tína húð, so hon ikki verður fyri óneyðugunum evnum.
Røktarrøðin hjá Grøn Balance er uttan litevni, luktilsi og hormonórógvandi evni. Eisini eru allar vørurnar, uttan feittstiftin, veganskar. Hetta hevur við sær, at allar vørurnar kunnu bera svanamerkið og bláa kransin hjá Astma-Allergi Danmark. Soleiðis tryggjar tú tær altíð góðskuvørur uttan óneyðuga kemi, tá tú velur vørur úr røktarrøðini hjá Grøn Balance.
Vøruúrval
Tú kanst hjúkla um húðina, hárið, varrarnar og neglirnar við vørum frá Grøn Balance.
Byrja dagin við einum brúsubaði og sjampo, balsam og kropssjampo. Síðan kanst tú smyrja teg inn í lotion, dagkrem, deodorant og hondkrem. Tá dagurin er liðugur, og tú skal vaska dagin av andlitnum, kanst tú nýta okkara sminkuloysara, 2-í-1 andlitsreins og skin tonic. Afturat tí er fótakrem, neglalaksloysari, feittstift, gelé, hondsápa og fleiri leggjast afturat í heilum.
Øll røðin er at finna til sømiligar prísir í Bónus, Mylnuni og Miklagarði.
Sólblómumerkið
Sólblómumerkið er eitt skrásett vørumerki og eitt symbol fyri veganskan/”dýra-frían” standard. Tað vil siga, at vørurnar eru framleiddar uttan dýraevnistilfar og uttan at nýta djór í framleiðslu- og menningsgongdini sum heild. Merkið er at finna á fleiri túsund av dýra-fríum vørum, sum eru skrásett hjá The Vegan Society. The Vegan Society er ein vælgerandi felagsskapur úr Stóra Bretlandi, ið virkar fyri og stuðlar tí veganska lívsstílinum. Veganisma er ein háttur at liva uppá, ið – so leingi tað er gjørligt og praktiskt- leitar eftir háttum at útihýsa allar hættir at nýta djór til mat, klæði og onnur endamál. Felagsskapurin bleiv mentur í 1944 av einum bólki av vegetarum, ið viðurkendu tær etisku neyðsemjurnar við at eta egg og mjólkaúrdrátt.