Ger tað lætt at velja rætt
Ment við umhugsan fyri barninum

Ein grøn byrjan
Smábørnini hava uppiborið eina góða og reina byrjan. Tað er umráðandi, at tey ikki vera útsett fyri skaðiligum evnum, sum kunnu vera ovurviðkvæmiselvandi og kunnu geva keðilig árin seinni í lívinum. Grøn Balance hevur gjørt tað lætt at velja rætt við at menna vørur til børn sum eru uttan luktilsi, litevni ella hormonórógvandi evni. Øll barnarøðin er svanamerkt og hevur somuleiðis bláa kransin hjá Astma-Allergi Danmark.
Vøruúrval
Í barnarøðini finnur tú zinksalvu, lotion, hár- og kropssjampo, vattpinnar, vátserviettar, olju og mangt, mangt annað. Vælumtóktu blæurnar hjá Grøn Balance eru uttan ovurviðkvæmisfremjandi evni og framleiddar úr góðskutilfari. Royn tí nýggju, tynri blæuna, ið gevur størri makligheit og rørileika. Grøn Balance syrgir fyri øllum, barninum tørvar, ta fyrstu tíðina í lívinum Øll røðin er at finna til sømiligar prísir í Bónus, Mylnuni og Miklagarði.
Fá eina góða byrjan við Grøn Balance
Grøn Balance vil fegin, at børnini skulu fáa eina góða byrjan uppá lívið uttan skaðilig evni. Tískil kunnu foreldur fáa Pinkubarnaskrínið, sum er á tremur við vørum til bæði barnið og mammuna. Allar vørurnar eru sjálvandi svanamerktar og hava bláa kransin. Fleiri av vørunum eru somuleiðis veganskar. Tað einasta tú skal gera, er at geva okkum tínar upplýsingar niðanfyri og siga hvar og nær, tú vilt heinta skrínið, og vit gera skrínið klárt til tín. Pinkubarnaskrínið kann heintast eftir føðing og til 3 mðr eftir føðing. Til ber at heinta pakkan í Bónus handlunum ella í Miklagarði við at vísa føðibrævið í handlinum, umframt at útfylla niðanfyri.

Tillukku við barninum :)
Fá eina gávu frá Grøn Balance
Termin/Føðingardagur hjá barninum
Hvar og nær ynskir tú at heinta Pinkubarnaskrínið?
G.G: Pakkin kann bert heintast við at vísa fram føðibrævið í handlinum.

Í pinkubarnaskríninum er:
- Mini blæur
- Baby pads
- Vátserviettar
- Hand & face wipes
- Baby sinksalva
- Baby baðiolja
- Baby putur
Til mammuna (og pápan)
- Sjampo
- Balsam
- Bodylotion
- Deo roll on
- Hvítt vaskipulvur
- Intimsápa
Innihaldi í skríninum er skiftandi og fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum ella vørur ið ikki fáast longur.