
Balance bollar við músli og súrepli
Músli kann brúkast til annað enn at stroya yvir jogurt. Royn eitt nú músli í bakstri. Grøn Balance hevur fleiri sløg av músli, so tað er bara at royna seg fram. Við at nýta vøru frá Grøn Balance og aðra vistfrøðiliga vøru, fært tú somuleiðis vistfrøðiligar bollar.
Í hesari uppskriftini uppá bollar hava vit nýtt Grøn Balance mysli við frukt og kjarnum.
Uml. 15 bollar
5 dl av lunkaðum vatni
50 gr av geri
2 súpsk. av vistfrøðiligum Grøn Balance hunangi
2 tsk av salti
2 súpsk av olju
2 dl av vistfrøðiligum Grøn Balance mysli við frukt og kjarnum
2 vistfrøðilig Grøn Balance súrepli, grovt rivin
8 dl av Grøn Balance vistfrøðiligum hveitimjøli
Rør gerið í lunkaða vatnið og stoyt hunangin, saltið og oljuna í og rør runt. Stoyt mysli og rivnu súreplini og hveitimjølið í deiggið og rør runt. Deiggið skal vera klebrut. Breið eitt viskustykkið yvir bollan og lat tað ganga í 1 tíma.
Brúk tvær skeiðir til at gera bollarnar við og legg teir á eina plátu við bakipappíri. Deiggið skal enn vera klebrut.
Stillað ovnin á 225 hitastig og baka mitt í ovninum í uml. 15 min til teir byrja at fáa lit. Set teir á eina rist at køla niður.