Havragreytur til tey kræsnu

Havragreytur er ikki bara havragreytur. Tað finnast eitt ótal av møguleikum og samansetingum, sum gera tann heldur misskilta havragreytin til bæði eina sunna og leskiliga loysn.

Grøn Balance var við á G!, har borðreitt var við ókeypis vistfrøðiligum morgunmati. Millum annað kundu festivalgestirnir metta seg við leskiligum havragreyti uttan sukri.

Uppskriftina fært tú her:

Havragreytur
Mysli
Graskarkjarnur ristaðar í hunangi
Súrepli
Kanel

Kóka havragreytin við einum triðingi av mysli. Rista graskarkjarnurnar á pannu við hunangi. Stoy graskarkjarnur, súrepli og kanel yvir havragreytin.

Væl gagnist 🙂

Vit kunnu leggja afturat at havragrýnið hjá Grøn Balance er testvinnari 🙂

 

Grøn Balance finnur tú her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.