Hví er frukt heilsugóð?
Tað verður mangan sagt, at vit ikki skulu eta ov nógva frukt, tí tað er fruktsukur í fruktini. Hóast fruktsukrið, so er tað heilsugott fyri okkum at eta frukt í gerandisdegnum.
Heilsumyndugleikarnir viðmæla 600 gr av frukt og grønum um dagin, og tað er skilabest at eta eitt sindur av hvørjum. Kanningar vísa nevnliga, at etur tú frukt hvønn dag, so minkar tú um vandan at fáa hjarta-og æðrasjúkur, diabetes 2 og ymisk sløg av krabba. Ein orsøk er tann, at etur tú frukt og grønt, so hevur tú minnið tørv á aðrari mangan heilsuverri matvøru, tískil kann frukt eisini hjálpa við at halda vektini. Afturat tí, kunnu frukt og grønt lækka blóðtrýstið, sum so eisini minkar um vandan at fáa hjarta- og æðrasjúkur.
Tað eru nógvar vitaminir, tevjur, antioksidantar og miniralir í frukt. Frukt er eitt nú ein góð kelda til folat, vitamin C, E og K og miniralir sum kalium og magnesium.