
Matpakkapappír við umhugsni
Nú eru góð tíðindi til allar mateskjur um alt landið. Við Grøn Balance kanst tú pakka matpakkarnar inn í umhvørvisrætt matpakkapappír, tí matpakkapappírið hjá Grøn Balance er svanamerkt. Tað vil siga, at tú sleppur undan fluorevnum í tínum matpakka.
Fluor er eitt nú at finna í pizzabakkum, steikipannum, skóm, mikroovnspoppkorni og matpakkapapíri. Tað er trupult at niðurbróta fluorevnini, og tískil hópast tey upp í djórum, plantum og menniskjum. Tað vil siga, at vit vera støðugt útsett fyri evninum. Fluor í smáum mongdum nýtist ikki at vera skaðiligt, men av tí at fluor er at finna í so nógvum vørum, so kann samlaða mongdin hava ávirkan á okkara heilsu. Fluor er sett í samband við bróstkrabba, at niðurseta sáðgóðskuna hjá monnum og fruktbarið hjá kvinnunum og eisini at økja um kolestorolstøði í blóðnum.
Tískil er at velja tær svanamerkt matpakkapappír, um tú vilt tryggja tær ein reinan og umhvørvisrættan matpakka.
Vørur í samband við greinina
Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.