Grøntobur: 10 matvørur eru keldur til 75 prosent av sproytievnum

Vilja vit sleppa undan eini rúgvu av sproytitilfari í gerandisdegnum, so kunnu hesar 10 matvørurnar býtast um við vistfrøðiligar matvørur, tí tær vistfrøðiligu eru uttan sproytievni. Við at býta júst hesar um við vistfrøðiligar sleppa vit undan upp til 75% av sproytievnum. Tað nýtist sostatt ikki at vera ein kollvelting at eta vistfrøðiligt og sleppa undan eini rúgvu av sproytievnum.
Tað er Danmarks Naturfredningsforening, sum hevur gjørt listan út frá tølum hjá DTU Fødevareinstituttet í Danmark og eftirlitinum við sproytievnum hjá Fødevarestyrelsen.

Súrepli
23 prosent av ikki-vistfrøðilgum donskum súreplum og 64 prosent av ikki-vistfrøðiligum útlendskum súreplum innihalda leivdir av sproytievnum.
Í teimum donsku súreplunum hevur man mált seks ymisk sløg av sproytievnum, meðan tey útlendsku eru uppi á fjúrtan ymiskum.

Hveitimjøl
17 % av ikki-vistfrøðiligum hveitimjøli innihaldur loyvdir av sproytievnum, meðan alt ikki-vistfrøðiligt mjøl frá útlandinum hava leivdir av sproytievnum. Onki sproytievni er í vistfrøðiliga mjølinum – hvørki úr Danmark ella útlandinum.

Tomatir
Í 8% av teimum ikki-vistfrøðiligu donsku tomatunum og heili 62% av teimum ikki-vistfrøðiligu útlendsku funnu tey leivdir av sproytievnum. 3 ymisk sløg av sproytievnum vóru í teimum donsku og 19 sløg í teimum útlendsku. Allar tær vistfrøðiligu tomatirnar – donsku og útlendsku – eru uttan.

Perur
36 % av teimum ikki-vistfrøðiligu donsku perunum og heili 92% av teimum ikki-vistfrøðiligu útlendsku hava leivdir av sproytievnum. Tað vóru 4 ymisk sløg av sproytievnum í teimum donsku og 49 sløg í teimum útlendsku. Onki bleiv funnið í teimum donsku og útlendsku vistfrøðilgu perunum.

Reyðvín
Eisini í reyðvíni er nógv sproytievni at finna. 47% av ikki-vistfrøðiliga reyðvíninum hevði leivdir av sproytievni í royndunum og 9 ymisk sløg av sproytievnum.
Onki var at finna í tí vistfrøðiliga reyðvíninum.

Víndrúvur
Methavarin vóru víndrúvurnar, tá tað snýr seg um mongdina av sproytieitri. Man fann heili 30 ymisk sløg í teimum ikki-vistfrøðiligu í 73% av royndunum. Ongar leivdir vóru at finna í teimum vistfrøðiligu.

Salat
25 % av tí danska ikki-vistfrøðiliga salatinum innihildu leivdir av fimm ymiskum sproytievnum, meðan 56% av teimum útlendsku ikki-vistfrøðiliga salatinum høvdu leivdir av sproytievni frá 11 ymiskum sløgum.
Ongar leivdir vóru at finna í tí vistfrøðiliga salatinum.

Eplir
Í 15% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu eplunum eru tað leivdir av sproytievni, og tað sama ger seg galdandi fyri 37% av teimum útlendsku eplunum. Tey funnu tvey ymisk sløg av sproytievni í teimum donsku eplunum og trý í teimum útlendsku.
Onki sproytievni bleiv funnið í einum vistfrøðiligu eplunum.

Agurk
Tað vóru leivdir av sproytievnum í 57% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu agurkunum og í 62% av teimum útlendsku.
Ongar leivdir vóru í teimum donsku vistfrøðiligu agurkunum, men tey funnu leivdir í trimum royndum at teimum sponsku frá 2015. Fødevarestyrelsen í Danmark metti, at nýtslan ikki var ætla.

Jarðber
Tað er í jarðberunum, at tað oftast verða funnin leivdir av sproytieitri. Tað vóru leivdir av sproytieitri í 74% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu jarðberunum og 86% av teimum útlendsku ikki-vistfrøðiligu jarðberunum. Í teimum donsku voru tað 13 ymisk sløg av sproytievnum og og í teimum útlendsku var talið 22.
Tað vóru ongar leivdir í teimum vistfrøðiligu jarðberunum – hvørki teimum donsku ella útlendsku.

Grøn Balance finnur tú her