Grøn Balance Durummjøl

Vistfrøðiligt, italsk durum hveitimjøl frá Grøn Balance.

Tey vistfrøðiligu mjølsløgini frá Grøn Balance eru gjørd úr vistfrøðiliga veltum kornsløgum, har tað bert verða nýtt tøð, jarðbetrandi evni og sproytievni, sum eru góðkend til vistfrøðiligan landbúnað.

Tað er ikki loyvt at nýta strástyttandi evni, og hugsað verður burðardygt í allari framleiðsluni. Tað er heilt frá korninum á veltuni til tað lidna mjølið á hyllunum.

Tað er 1 kg í einum posa.

 

Um italskt mjøl:
Korn, ið vaksa í heitari londum, innihalda betri proteinir enn korn, ið búnast um okkara leiðir. Proteinini geva mjølinum bakievni. Tað eru proteinini, ið evna tað gluten (límið), ið fær mjølið til at taka vatnið til sín. Tað er orsøkin til, at italskt mjøl gevur eitt betri bakiúrslit, enn eitt nú danskt mjøl. Proteinini í tí italska mjølinum eru heilt einfalt betri til at taka vatnið til sín og menna ein góðan bygnað í breyðnum.

Fæst í Bónus, Mylnuni og Miklagarði

Grøn Balance finnur tú her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.