Ókeypis vistfrøðiligur morgunmatur á G!
Leygarmorgun kl. 11 bjóðar Grøn Balance til ókeypis vistfrøðiligan morgunmat fyri øllum á tjaldingarøkinum á G!
Eftir tríggjar dagar við nógvum góðum tónleiki, dansi og veitsluhýri, er gott at fáa okkurt gott í beinið og løða upp til seinasta kvøldið á G! Tískil bjóðar Grøn Balance til ókeypis heilsugóðan og vistfrøðiligan morgunmat leygarmorgun kl. 11 fyri øllum á tjaldingarøkinum. Grøn Balance teltið verður at finna við wc’ini á tjaldingarøkinum inntil allur maturin er uppi.
Grøn Balance heldur sjálvandi grøna stílin eins og G! og nýtir umhvørvisvinaligan borðbúnað. Hóast borðbúnaðurin er umhvørvisvinaligur, er umráðandi, at vit rudda upp eftir okkum. So minnist til at koyra alt í ruskposar ella spannir, og soleiðis í felag halda Føroyar grønar og reinar.

Vit skola heilar skógir niður hvønn dag
Nakað, vit sum menniskju ikki sleppa uttanum, er at fara á ves. Vit í vesturheiminum nýta pappír at skeina okkum við, og tað eru ovurstórar nøgdir, vit skola niður.
Í Evropa verða heili 60 milliónir vesirullur skolaðar niður um dagin! Vit nýta útvið 52 vesirullur hvør um árið. WWF metir, at eini 27.000 trø verða feld um dagin til framleiðslu av vesipappíri. Hóast tað er gjørligt at keypa vesipappír úr endurnýttum pappíri, so eru bert 1 út av 5 vesirullum, vit nýta, úr endurnýtslupappíri.
Tað er lætt at kanna um vesipappírið er burðardygt ella ei. Er umhvørvismerkið, Svanamerkið, á pakkanum við vesipappíri, so tryggjar tú tær, at pappírið kemur frá burðardyggari skógarrøkt ella úr endurnýtslupappíri. Eitt nú er vesipappírið hjá Grøn Balance gjørt úr endurnýtlsupappíri og somuleiðis framleitt uttan bleikievni.
Grønari Føroyar
Minst til, ístaðin fyri at koyra tómu rulluna í skrell, kanst tú koyra hana í grønu skrellispannurnar. Eisini ber til at gera ymiskt kreativt við tómu rullunum. Fá eitt nú íblástur á Pinterest.
Skal vesipappírið hanga inn móti vegginum ella úteftir?
Síðan vesirulluhaldarin bleiv uppfunnin í 1891, hava vit dúgliga kjakast um hvønn veg vesirullan skal hanga. Nú tykist svarið at vera funnið. Tekningin frá patentumsóknini hjá uppfinnaranum, Seth Wheeler, vísir nevnliga eina vesirullu, sum hongur á vesirulluhaldaranum við pappírinum hangandi úteftir!
So nú kann friður aftur valda heima við hús!
Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.




