Heimagjørt bláberjajogurt

Tað er umráðandi, at vit fáa eina góða byrjan uppá dagin, so vit orka gerandisresið. Ein góður morgunmatur kann gera tað so, at orkan er meiri støðug allan dagin.

Eitt nú kanst tú lætt og skjott gera tær heimagjørt bláberjajogurt við vistfrøðiligum bláberum. Tað, tú skalt nýta, er:

Fryst, vistfrøðilig bláber frá Grøn Balance
Hvíta
Vaniljusukur

Blenda alt saman og tú hevur bláberjajogurt.

Við at velja vistfrøðilig bláber og føroyskt framleiddan hvíta, ansar tú eftir tíni heilsu og umhvørvinum. Vistfrøðiligu berini eru uttan skaðilig sproytievni, og  føroyski hvítin er undan neytum, sum  hava fingið fóður uttan GMO, og tú sparir somuleiðis umhvørvinum fyri dálking av vøru, sum er flutt til Føroya.

Ein vælsmakkandi morgunmatur við góðari samvitsku.

Væl gagninst.

 

Til ber eisini at fáa liðugtgjørt bláberjajogurt í Café Burn í Tórshavn. 

Vørur í samband við greinina

Grøn Balance finnur tú her