Grøntobur: Matsminka ger børn ovurvirkin

Fleiri foreldur kenna tað ivaleyst. Børnini hava etið bomm og gerast vill og rokalig aftaná. Vit hava givið sukrinum skyldina, men nú er tað staðfest, at tað ikki er sukrið, men litevnini og onnur ílatingarevni, sum gera børn hyperaktiv.

Gransking vísir nevnliga, at børn, sum fáa miðalstórar nøgdir av tilgjørdum lit- og ílatingarevnum(E-nummur), verða meiri hyperaktiv og hava verri við at hugsavna seg og læra í skúlanum. Øll hesi evni eru forboðin í vistfrøðiligum matvørum. Tað eru serstakliga litevni og tað nógv brúkta haldevnið, natriumbenzoat (E211), ið standa fyri skotum.*
Hesi evni eru mangan at finna í góðgæti, saft, sodavatn og tílíkari matvøru. Tá tú drekkur vistfrøðiliga saft, etur vistfrøðiligan ís, sjokulátu ella annað vistfrøðiligt góðgæti, sleppur tú undan í alt 22 tilgjørdum søtevnum, so sum aspartam, sorbitol og natrium cyclamat, sum eru loyvd í ikki-vistfrøðilgum vørum.

Slepp undan 330 E-nummrum.
Matvøruíðnaðurin í ES hevur vanliga loyvið at nýta 379 ymisk ílætingarevni við E-numrum: haldevni, litevni, antioxidantir, søtevni osfr. Í vistfrøðiligum mati er bert loyvi at nýta 49 av hesum evnum – hini 330 eru bannaði.
Tey 49 ílatingarevnini eru loyvd í vistfrøðiligum vørum, har tað er neyðugt at brúka tey. Tað er eitt nú loyvt at brúka guargummi (E412) til at geva røttu tjúktina í ketsjuppi, salatdressingi og øðrum vørum. Guargummi fæst úr plantum.

*Kelda: Bretska læknavísindaliga blaðið The Lancet

Grøn Balance finnur tú her