Rein matgleði

Tað verða ivaleyst færri matpakkar smurdir hesar dagarnar, nú summarfrítíðin er byrja hjá teimum flestu. Men matur smakkar best, tá hann verður etin úti. Tískil er ein góður matpakki við í hagan, í fjørðuna ella á biltúrinum ikki at forsmáa.

Men tað er ikki líka mikið, hvat vit pakka okkara mat inn í. Bakipappír og millumløgupappír, sum ikki eru svanamerkt, eru yvirflatuviðgjørd fyri at vera vatn- og feittdygg. Tílík pappír eru mangan viðgjørd við flúrevnum ella silikoni. Hesi evnini eru oyðileggjandi fyri umhvørvið og vera mett at vera hormonórógvandi og krabbaelvandi. Tískil verður frárátt at børn og kvinnur, sum eru við barn, eta mat, sum hevur verið í sambandi við viðgjørt pappír.

Millumløgu- og bakipappírið hjá Grøn Balance er svanamerkt, og er tískil uttan skaðilig evni.

Gert tú tær somuleiðis ein matpakka við matvørum frá Grøn Balance, so tryggjar tú tær vistfrøðiligar vørur, sum eru uttan sprænuevni.

Tað er rein matgleði 🙂

 

Hugskot til matpakkan við Grøn Balance vistfrøðiligum vørum:

Fullkornstykkir við pesto, egg, kál og tomat.

Edamamebønur, agurkustengur og súrepli afturvið.

 

Grøn Balance fæst í Miklagarði, Mylnuni og Bónus. 

Grøn Balance finnur tú her