Vaska umhvørvisvinaligt

Vaskievni kunnu vera sera skaðilig fyri teg og umhvørvið. Fleiri innihalda eitt nú klor og optiskt hvítt, sum tyngja umhvørvið.

Hvat skalt tú so velja, tá tú velur vaskievni?
Vit eru blivin von við at klæðini hjá okkum skulu lukta av luktilsi og seta luktin í samband við rein klæði, hóast luktilsi onki hevur við reinleika at gera, men kan elva til ovurviðkvæmi. Somuleiðis ger optiskt hvítt bert klæðini hvítari, men ikki reinari.

Klæðini gerast rein av tensidum, men nøkur eru meiri skaðilig enn onnur. Tey mest skaðiligu evnini eru luktilsi, optiskt hvítt og haldevni. Hesi kunnu elva til ovurviðkvæmi ella øsing á húðina.

Skolievni innihalda 30% fleiri tensidir enn vaskievni, sum er óneyðugt, tí tensidirnar í vaskievninum vaska klæðini rein.

Um tú vilt sleppa undan ov nógvum skaðiligum evnum, kanst tú leggja teg eftir hesum ráðunum:

  • Keyp umhvørvismerkt vaskievni – Svanamerkið ella evropeiska blóman. Hesi tryggja tær, at tú sleppur undan klori, optisk hvítum og ávísum tensidum. Krøv vera eisini sett til úrslitagóð vaskievni.
  • Vel vaskievni við Bláa Kransinum hjá Astma-Allergi Danmark fyri at sleppa undan luktilsi og øðrum evnum, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi.
  • Vel vaskipulvur heldur enn flótandi. Tey innihalda færri umhvørvisskaðilig evni.
  • Slepp tær undan skolievni. Skolievni tálma vøguravmagn (statisk elektrisitet), men er annars óneyðugt.
  • Les brúkaravegleiðingina og skampta eftir vatni, mongd av klæðum og hvussu skitin tey eru. Klæðini gerast ikki reinari av at koyra meiri vaskievni í. Hinvegin kann nógv vaskievni tyngja umhvørvið og leivdirnar seta seg í reinu klæðini. Leivdirnar kunnu elva til øsing á húðini.
  • Vaska fulla maskinu og leyp forvaskið um.
  • Klæðir, sum ikki eru serliga skitin, kunnu vaskast við 15-20° C, tó krevur tað serstakt vaskievni við enzymum, ið klára kalt vask. Vel eitt nú heldur at vaska klæðini við 30° C heldur enn 40° C, um tey ikki eru serliga skritin. Seingjarklæði, handklæði, borðlappar o.a. sum kunnu hava nógvar bakteriur, skulu vaskast við 60° C.

Vaskievnini hjá Grøn Balance hava øll bæði Svanamerkið og Bláa Krasin og fáa øll grønu kolbuna hjá brúkararáðnum Tænk. Hvíta vaskievni hjá Grøn Balance verður somuleiðis skírt at vera ‘bedst i test’.

 

Tú fært Grøn Balance í Miklagarði, Mylnuni og Bónus.

Grøn Balance finnur tú her