Vistfrøðiligt heimagjørt hvítleyksbreyð
Tað er altíð nakað heilt serstakt at gera sín egna mat frá grundini av og ongantíð betri, um tað er vistfrøðiligt. Við vistfrøðiligum mjøli sleppur tú undan stástyttandi evnum, sum eitt nú elva til sera vánaliga sáðgóðsku, og eisini onnur skaðilig evni.
Birita Sjúrðaberg hevur bakað leskiligt hvítleyksbreyð við vørum frá eitt nú Grøn Balance.
Uppskriftina til fýra hvítleyksbreyð fært tú her:
25 g av geri
3 súpsk av Grøn Balance olju
5 dl av lunkaðum vatni
2 tsk av salti
200 gr av Grøn Balance durummjøli
Uml 500 gr av Grøn Balance hveitimjøli
Fylla:
150 gr av smøri
4 pungar av hvítleyki, pressaðir
1 neva av Grøn Balance hakkaðari persillu
Rør gerina í tað lunkaða vatnið. Koyr restina av tilfarinum í, uttan hveitimjølið. Hveitimjølið skal eltast í so við og við. Deiggið skal eltast væl. Lat ganga í uml 1 tíma.
Ímeðan kanst tú gera fylluna, sum bert skal rørast væl saman.
Koyr síðan mjøl á borðið, og skil deiggið í 4 partar. Ger hvønn part til ein fýrkant, sum er sindur avlangur. Smyr 1/4 av fyllini á hvørt. Rulla til eina pylsu eftur tí longri síðuni. Sker síðani ígjøgnum við einum pizzaskerara ella knívi, ikki heilt niðan. Rulla síðani deiggið um hvørt annað.
Tú kanst lata deiggið ganga í ein tíma afturat.
Bakast í ovninum í 15-20 min við 225 gradum. (Fylg eitt sindur við. Um tað brúnkast skjótari á einari síðu, vend so plátuni við.) prei: Um tú ikki skalt brúka øll, ber til at frysta tey til eina aðruferð.
Væl gagnist!