Slepp undan ovurviðkvæmi

Luktilsi og luktilsisevni í tínum røktarvørum mugu nýtast við skili. Hesi kunnu nevnliga økja um vandan at fáa ovurviðkvæmi.
Út við 4% í Danmark hava luktilsisovurviðkvæmi, og tað eru mest kvinnur, ið fáa tað, men eisini menn, børn og ung. Hevur tú fingið luktilsisovurviðkvæmi, hevur tú tað fyri lívið.

Deodorantar geva ovurviðkvæmi
Kanning, sum Videncenter for Allergi hevur gjørt, sigur, at mest vanliga orsøkin til luktilsisovurviðkvæmi eru deodorantar. Næst á listanum er bodylotion, og afturat tí koma aðrar røktarvørur so sum luktilsi, sjampo og flótandi hondsápa.  

Góð ráð fyri at sleppa undan ovurviðkvæmi
Tað er ymiskt, ein kann gera fyri at sleppa undan luktilsisovurviðkvæmi. Eitt nú kanst tú minka um nýtsluna av luktilsi í gerandisdegnum og sproyta luktilsi á klæðini heldur enn á húðina. Skalt tú nýta røktarvørur, sum koma beinleiðis á húðina, so sum deodorant og bodylotion, so er at fylgja hesum ráðum:

  • Keyp vørur uttan luktilsi (‘Parfumefri’ ella ‘Uden parfume’) ella við ovurviðkvæmismerkinum Tann Blái Kransurin. Eitt nú deodorantin frá Grøn Balance. 
  • Kanna røktarvøruna við appini Kemiluppen, áðrenn tú keypur eina vøru. Appin gevur tær skjótt svar, um vøran hevur luktilsi í.

Vørur í samband við greinina

Grøn Balance finnur tú her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.