Kapping á Facebook og Instagram
Í sambandi við Grøntobur lata vit vistfrøðiliga Leypin frá Miklagarði í fýra vikur og eina rúgvu av vistfrøðiligum og umhvørvisgóðum vørum frá Grøn Balance til ein hepnan vinnara.
Leypurin hjá Miklagarði er ein skipan, har tú eina ferð um vikuna fært upp í ein leyp av frukt og grønmeti koyrdan til dyrnar.
Vøran kemur til landið mánadag. Leyparnir verða pakkaðir týsmorgun, og seinnapartin verða teir koyrdir til tínar dyr.
Tað einasta tú skalt gera, er at fara inn á uppslagið á antin Facebook ella Instagram og frámerkja ein vin, sum skal forkelast. Vit draga millum øll svarini 01. novembur

Vistfrøðilig hagasóljukips
Nú prýða hagasóljurnar grønu oyggjarnar so vakurt. Men hagasóljur eru ikki bara vakrar. Tær kunnu eisini etast.
Til ber eitt nú at koyra tær í salatir, antin sjálvi blómuhøvdini ella bløðini, ella tú kanst gera vistfrøðilig hagasóljukips.
Her er uppskriftin til hagasóljuskips:
100 av hagasóljublómum
4 dl av Grøn Balance hveitimjøli
3 Grøn Balance egg
3 dl av vatni
2 súpsk av Grøn Balance olivinolju ella eini vistfrøðiligari olju uttan smakk
0,5 tsk av Grøn Balance hunangi
0,5 tsk av Grøn Balance oregano
Brót blómuhøvdini av legginum og vaska tey væl. Píska egg, hveitimjøl, hunang og oregano væl saman. Hita oljuna og stoyt hana í eggjablandið. Stoyt síðan vatni í eitt sindur á gangin og píska væl.
Dyppa blómuhøvdini í deiggið og steik á lætt smurdari pannu til tey gerast gyllin. Stoyt havsalt á og so er klárt at eta. Til ber eisini at koyra meiri av hunangi í heldur enn oregano fyri eina søtari útgávu. Tað er eisini gjørligt at nýta timian, rosmarin ella aðra kryddurt. Tað er bara at royna tað, tær dámar.
Hevur tú roynt at matgjørt við hagasóljum? Send okkum hugskot og mynd á okkara Facebook síðu facebook.com/gronbalance.fo
Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.




