Familjur ótu seg frá eiturevnum
Mongdin og samansetingin av eiturevnum í landinum hjá teimum luttakandi minkaði týðandi, tá fimm familju ótu vistfrøðiligan mat í 14 dagar.
Danmarks Naturfredningsforening gjørdi í fjør eina kanning har fimm familjur fingu kanna teirra land fyri sproytievni áðrenn og eftir tey høvdu etið einans vistfrøðiligan mat í 14 dagar.
Áðrenn kanningina, ótu tær fimm familjurnar mest vanligar matvørur, og tá funnu tey leivdir frá sproytievnum í 51 prosent av royndunum.
Aftaná 14 dagar við vistfrøðiligum kosti var mongdin av landroyndum, við sproytievnum í, minka niður í 23 prosent, og sjálva samansetingin av sproytueitri var minka nógv. Eisini fall mongdin av royndum, har ávís sproytuevni lógu yvir miðaltalið fyri hvat er vanligt, frá 32 til 9 prosent.
Lisbeth E. Knudsen, sum er professari á Institut fyri Folkesundhedsvidenskab á Københavns Universitet, sigur um kanningina:
“Tað frøðir meg, at tað sæst ein so týðiligur munur at eta vistfrøðiligt, tá vit vita at meginparturin av sproytieitrinum, sum tey her hava kannað, hava neilig árin á okkara heilsu. Á hendan hátt er tað fyribyrgjandi fyri okkara heilsu at velja matvørur, sum ikki eru sproytaðar.”
Sambært professaranum, so vil vandin fyri at gerast sjúk av at eta sproytaðar matvørur økjast við mongdini og samansetingini av sproytievnum í okkara kroppum.
“Um vit hava eina høga mongd av sproytievnum í kroppinum, so er tað enn størri vandi fyri at gerast sjúk ella at gera fostrið sjúkt” sigur Lisbeth E. Knudsen og sipar til barnakonur, sum hon viðmælir at eta vistfrøðiligt.
Eitt nú er skorðdjóraeitrið chlorpyrifos, sum 14 út av teimum 16 kannaðu familjulimunum høvdu í landinum áðrenn royndina, ein hóttan fyri eitt fostur, tí chlorpyrifos leypir á nervalagið, og kann skaða menningina av heilanum. Tað er ikki loyvi at nýta chlorpyrifos í Danmark, men er at finna í fruktini og grønmetinum, sum verður innflutt úr øðrum londum
Tú kanst velja
Vilt tú sleppa undan sproytievnum, so er at velja vistfrøðiligar matvørur, sum allar eru uttan sproytievni, tí vistfrøðiligu bóndirnir, hava ikki loyvi at nýta sproytieitur fyri at berja niður skorðdýr, ókrút o.a. Vistfrøðiligu vørurnar eru allar merktar við danska, reyða Ø-merkinum ella ES-merkinum fyri vistfrøði.
Kelda:dn.dk