Kjøtfríur mánadagur við grønmetislasanju
Onki er sum heimagjørd lasanja. Tú kanst koyra alt í, sum tær lystir og velja eina við ella uttan kjøt. Eitt upplagt høvi at halda kjøtfrían mánadag við eini grønmetislasanju.
Tað er nevnliga eitt gott hugskot at hava ein dag um vikuna, sum er kjøtfríur, og soleiðis ansa eftir umhvørvinum, djóravælferðini og tíni heilsu.
Kjøtfríur mánadagur er eitt átak, sum er at finna um allan heim, so hví ikki eisini í Føroyum? Eru flestu matvørurnar frá Grøn Balance, fært tú vistfrøðiligar vørur og minkar soleiðis eisini um inntakið av sproytievnum.
Grønmetislasanja fyri 4-6 fólk:
Lasanjusós:
2 hakkaðar leykir
2 súpsk av olivinolju
2-4 pungar av hvítleyki
2 tsk av oregano
4 stórrivnar gularøtur
3 stórrivnar sellarí stengur
1 skvassj
1 eggplanta
250 gr av smáhakkaðum soppum
1 dl av tomatpuré
1 dós av hakkaðum tomatum
Salt og pipar
Spinatfylla:
500 gr av frystum spinati
1 nevi av basilikum
1 ½ dl av róma
1 leyk
1 pung av hvítleyki
Olivinolja
Rivin muskatnøt
Salt og pipar
Mornaysós:
2 súpsk. av smøri
2 súpsk av hveitimjøli
3 dl av mjólk
Smárivin muskatnøt
125 gr av mozarella osti skorin í smáar puntar
Salt og pipar
Lasanjuplátur frá Grøn Balance
Lasanjusós
Steik hakkaðu leykirnar í olivinoljuni í miðal hita til leykurin er klárur og bleytur. Stoyt smáttskornu sopparnar í og skúva upp fyri hitanum í uml. ein minut.
Síðan stoytir tú restina av tilfarinum í og letur sósina smákóka í 1-3 tímar. Smakka til við salti og pipari.
Spinatfylla
Steik leykin á eini pannu við olivinolju, til teir eru bleytir og uttan at brúnka teir. Stoyt spinatið í og kóka til tað er tiðna. Stoyt avlopsvatn frá og koyr basilikum og róma í. Smakka til við rivnari muskatnøt, salti og pipari.
Mornaysós
Steik margarin í eini grýtu og stoyt mjølið í eitt sindur á gangin, meðan tú pískar. Tá tað er blivi til ein klump, pískar tú varliga mjólkina í inntil mjølið er upployst og sósin er jøvn. Lat tað kóka eina løtu til sósin er blivin kremut. Koyr síðan ostin í og rør inntil hann er bráðnaður.
Smyr eitt eldfast fat og byrja við mornaysós, lasanjusós og spinatfyllu og síðan lasanjuplátur. Halt áfram til onki er eftir og enda við lasanjusós og einum lagi av mornaysós.
Baka í ovninum við luft við 175 hitastigum í 25-30 min.