Peanutbutter – sunt ella ósunt?

Seinstu tíðina hevur peanutbutter (jarðnøtasmør) veruliga vunnið seg fram í Føroyum. Hetta smyrjandi viðskera, sum vit eitt nú kenna frá amerikonskum filmum, er ikki bara væl umtókt vegna sín smakk, men eisini fyri innihaldið.

Peanutbutter er nevnliga fylt við góðum føðsluevnum.  Eitt nú er tað nógv av vitanmin B og vitamin E, sum berjir niður fríar radikalar og styrkir um immunverjuna. Eisini er nógvar miniralir, so sum kalsinum, kopar, jarn, magnesium, mangan, fosfor, kalium, selennatrium og sink. Peanutbutter er eisini ein góð kelda til folat, sum er eitt natúrligt slag av folinsýru.  Kvinnur, sum eru við barn, fáa viðmælt at taka tilskot av folinsýru, tí tað hjálpir kroppinum við at gera nýggjar DNA og RNA kyknir.

Eins og við øðrum nøtum, so er nógv feitt í peanutbutter, og somuleiðis eisini nógvar proteiinir. Tískil eru tað serliga tey, sum íðka nógv, ið eta nógv peanutbutter fyri at fáa proteinir.  

Tað eru nógvar kaloriur í peanutbutter, men eins og við aðari føði, so er alt við máta, og viðmælt verður at eta eini tvær súpiskeiðis  um dagin fyri at fáa alla nøringina.

Peanutbutter hóskar væl á breyð, í køkur og sum dip til grønmeti.

 

Grøn Balance finnur tú her