Pasta uttan hveiti

Tað ber til at fáa ein leskiligan pastarætt, uttan at eta hveiti. Grøn Balance hevur eitt fjølbroytt úrvæl av pasta bæði við og uttan hveiti. Eitt nú grønt fettuccine úr sojabønum. Tað góða við hesum slagnum av pasta er, at tað inniheldur nógvar proteinir og tevjur.

Á pastapakkunum hjá Grøn Balance eru uppskriftir at finna, sum geva íblástur til, hvussu tú kanst matgera sojafettucini. Eitt nú er hendan uppskriftin við grønmeti at finna:

200 gr av sojabønufettuccine
1 miðalstór skvassj
1 leykur
3-4 pungar av hvítleyki
2 reyðar piparfruktir
2 súpsk av olivinolju
1/2 tsk av salti
Eitt vet av svørtum pipari
Rivið sitrónskal
Ein neva av frískum basilikumi
1 dl av rivnum parmesanosti

Tendra ovnin á 200 hitastig. Sker skvassji í hálvmánaskivur (uml. 5 mm tjúkkar). Pressa hvítleykin og sker leykin. Sker piparfruktina í grov petti. Legg alt á eina bakiplátu og stoyt olivinoljuna, salt og pipari yvir grønmetið. Blanda tað væl. Hetta skal bakast á mittastu hyllini í ovninum i 25-30 min.
Kóka sojabønufettuccine eftir vegleiðingini á pakkanum og rív sitrónina. Stoyt vatnið frá og blanda pasta, grønmeti, sitrónskalið og basilikum saman í eina stóra skál.
Borðreið beinaveg við rivnum parmesanosti omaná.

Væl gagnist 🙂

Grøn Balance finnur tú her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.