Grøntobur: Kokkteyleffektin
Vit verða øll útsett dagliga fyri nógva ymiska evnafrøði frá nógvum ymiskum keldum. Tað sama er galdandi fyri títt barn. Hóast tey evnafrøðiligu evnini halda lógina og eru rættiliga veik, vísa kanningar, at samansetingin av teimum ymisku evnunum kann virka hormonórógvandi ella heilsuskaðilig. Eisini sjálvt um evnini hvør sær ikki eru ein vági. Tað er hetta, ið verður rópt ‘kokkteyleffektin’.
Tað vil siga, at heilsuskaðilig evni ella illgrunasom evni ikki nýtast at vera ein vági í einari einstakari vøru. Vágin stendst av, at tú og títt barn kunnu dagliga vera útsett fyri hesum evnum frá nógvum ymiskum keldum.
Av tí at børn eru serliga viðkvom, er tað eyka umráðandi, at vit eru tilvitað um óynskt evni í gerandisdegnum hjá okkara børnum. Vit kunnu tíbetur tynna tann evnafrøðiliga kokkteylin við millum annað at fáa okkum:
Góðar matvanar – et vistfrøðiliga
Góðar innkeypsvanar – keyp svanamerktar vørur
Góða inniluft – sløkk tað elektriska og bein støv o.a. burtur.

Vit skola heilar skógir niður hvønn dag
Nakað, vit sum menniskju ikki sleppa uttanum, er at fara á ves. Vit í vesturheiminum nýta pappír at skeina okkum við, og tað eru ovurstórar nøgdir, vit skola niður.
Í Evropa verða heili 60 milliónir vesirullur skolaðar niður um dagin! Vit nýta útvið 52 vesirullur hvør um árið. WWF metir, at eini 27.000 trø verða feld um dagin til framleiðslu av vesipappíri. Hóast tað er gjørligt at keypa vesipappír úr endurnýttum pappíri, so eru bert 1 út av 5 vesirullum, vit nýta, úr endurnýtslupappíri.
Tað er lætt at kanna um vesipappírið er burðardygt ella ei. Er umhvørvismerkið, Svanamerkið, á pakkanum við vesipappíri, so tryggjar tú tær, at pappírið kemur frá burðardyggari skógarrøkt ella úr endurnýtslupappíri. Eitt nú er vesipappírið hjá Grøn Balance gjørt úr endurnýtlsupappíri og somuleiðis framleitt uttan bleikievni.
Grønari Føroyar
Minst til, ístaðin fyri at koyra tómu rulluna í skrell, kanst tú koyra hana í grønu skrellispannurnar. Eisini ber til at gera ymiskt kreativt við tómu rullunum. Fá eitt nú íblástur á Pinterest.
Skal vesipappírið hanga inn móti vegginum ella úteftir?
Síðan vesirulluhaldarin bleiv uppfunnin í 1891, hava vit dúgliga kjakast um hvønn veg vesirullan skal hanga. Nú tykist svarið at vera funnið. Tekningin frá patentumsóknini hjá uppfinnaranum, Seth Wheeler, vísir nevnliga eina vesirullu, sum hongur á vesirulluhaldaranum við pappírinum hangandi úteftir!
So nú kann friður aftur valda heima við hús!
Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.