Droymir tú teg burtur til heitari lond?

Tak børnini við í køkin og ger eina leskiliga heimagjørda pizza við vistfrøðiligu italsku mjølrøðini hjá Grøn Balance. Tað italska vistfrøðiliga mjølið er eitt mjølvað italskt hveiti, ið hóskar serstakliga væl til breyð og pizzadeiggj, vegna tað høga proteininnihaldið.

Korn, ið vaksa í heitari londum, innihalda betri proteinir enn korn, ið búnast um okkara leiðir. Proteinini geva mjølinum bakievni. Tað eru proteinini, ið evna tað gluten (límið), ið fær mjølið til at taka vatnið til sín. Tað er orsøkin til, at italskt mjøl gevur eitt betri bakiúrslit, enn eitt nú danskt mjøl. Proteinini í tí italska mjølinum eru heilt einfalt betri til at taka vatnið til sín og menna ein góðan bygnað í breyðnum.

Gev tær góðar stundur at elta deiggið. Tað krevur í minsta lagi 10 min av hørðum arbeiði at gera deiggið ordiliga toyggiligt.

Tað er rein bakigleði!

Vørur í samband við greinina

Grøn Balance finnur tú her