Rein ull er Føroya gull

Ullintar troyggjur, ullintar hosur, ullint undirklæðir – pløgg føroyingar hava nýtt í fleiri árhundrað og sum flest allir føroyingar enn nýta.

Men hvussu ansar ein best sínum ullintu klæðum, soleiðis at tey halda so leingi sum gjørligt?

Her er ein vegleiðing:

1. Ull skal bert vaskast, tá hon er skitin.

Tað er ikki neyðugt at vaska ull so ofta. Tú kanst lættliga ganga í ulltroyggjuni fleiri ferð, áðrenn hon skal vaskast. Eitt nú kanst tú hanga ullina út á snór, gjarna í ráligum veðri. Ella tú kanst hanga hana á eitt akslatræ í baðirúminum, tá tú ert í bað. Tað er bæði galdandi fyri ullklæðini hjá børnunum og fyri tína ulltroyggju.

Er plettur komnin á klæðini, kanst tú stoyta eitt sindur av ull vaskievni á plettin og leggja klæðini í ein plastikkposa. Lat posan standa yvir nátt og vaska tey síðan í maskinuni á ullprogrammi.

 

2. Nýt ullvaskievni

Tað eru nógv ullvaskievni at velja ímillum. Vaskievnið til fínt vask hjá Grøn Balance hevur bæði Svanamerkið og Bláa kransin, sum ger tað til eitt umhvørvisvinaligt og heilsubetri val.

Tað er umráðandi, at tú skamtar ullvaskievni rætt. Ov nógv vaskievni ger, at klæðini gerast kleimin. Ov lítið av vaskievni ger, at klæðini ikki fáa ta neyðuga vætuna og viðgerðina, sum heldur ullini í góðum líki.

Tú kanst lesa vegleðingia til rætta skamtin aftan fyri at dunkinum.

Nýt ongantíð skolievni til ull.

 

3. Nýt ullvaskiprogramm á maskinuni.

Vaskimaskinur eru ymiskar, men tær flestu hava ullprogrammir, tú kanst velja. Tað er nokk at vaska ullklæðini á 30 hitastigum, fyri at fáa tey rein.

 

4. At turka ull

Lat ikki ullina liggja í maskinuni. Ullin hevur tað best við at vera hongd upp at turka beinaveg. Ull turkar nógv skjótari enn vanligt bumull. Stórar ulltroyggjur skulu ikki hangast upp á snór ella á eitt akslatræ. Tær geva seg nógv, tá tær eru vátar, og blíva tískil toygdar av at hanga. Tá er betri at leggja tær á eitt handklæði á gólvi at turka.  

Góðan vaskihug 🙂

 

Grøn Balance finnur tú í Bónus, Mylnan og Miklagarður

Vørur í samband við greinina

Grøn Balance finnur tú her