Brownie við bláberjamousse
Her fyri gjørdi Gunvør Reyðberg eina leskiliga køku við frystum bláberum frá Grøn Balance og legði myndina av henni á Instagram. Vit hava fingið uppskriftina frá Gunvør, og nú kanst tú eisini royna hana heima.
Fyrimunurin við at nýta fryst ber er, at tú kanst gera leskiligar køkur við frukt alt árið. Bláberini hjá Grøn Balance eru leysfryst, so tey eru løtt at matgera við.
Brownie botnur
84 gr av smøri
175 gr av sjokulátu
250 gr av sukri
3 egg
1 ½ tsk av vanilju
70 gr av mjøli
Eitt vet av salti
Soleiðis gert tú:
Smelta smør og sjokulátu í eini grýtu, eitt nú í vatnbaði, so tað ikki brennur í botn. Stoyt tað í ein bolla, og lat tað kølna eitt sindur. Stoyt sukrið í og rør runt við pískirísi. Brót eitt egg í í senn. Koyr vaniljusukrið í og rør tað væl inn í deiggið. Blanda at enda mjølið og saltið í deiggið við einum skavara ella pískirísi.
Nýt ein rundan form, sum er 25 cm til støddar, og smyr ella pakka hann við bakipappíri. Stoyt deiggið í formin og baka botnin í uml. 25 min við 180 hitastigum.
Tak botnin út, og lat hann kølna heilt. Set ein springform um botnin og stramma væl, so moussið ikki rennur úr.
Bláberjamousse
250 gr bláber (fryst ella fersk)
4 bløð av húsblassi
105 gr av sukri
6 pasteuriseraðar eggjablommur
3 ¾ dl av róma
Legg húsblassini í kalt vatn í 15-20 min. Tak húsblassini úr vatninum og kroyst vatnið úr. Blenda ella hakka bláberini til puré, og stoyt tað í eina grýtu saman við húsblassunum. Hita tað varliga og rør í tí meðan húsblassið smeltar. Tak tað av hitanum, tá tað byrjar at bløðra. Lat tað kólna.
Píska eggjablommurnar og sukrið til tað er ljóst og skúmar. Píska róman varliga. Rør eggjablandið í lunkaðu bláberini, eitt sindur í senn. Tað er umráðandi, at tað bert er eitt sindur í senn, so alt varliga fær sama hitastig og ikki loypur. Rør síðan blandið í róman. Stoyt bláberjamoussið í formin omaná køkubotnin. Set køkuna í køliskáp í nakrar tímar. Tak køkuna út úr køliskápinum 15 min áðrenn hon skal borðreiðast.
Fylg Grøn Balance á Instagram.com/gronbalance.fo