Tillukku við Grøn Balance vøruni
Her fyri hevði Grøn Balance eina kapping koyrandi á Facebook, har tvey kundu vinna møguleikan at tøma Miklagarð fyri Grøn Balance vøru.
Vinnararnir vóru løgregluparið, Mariann Reinert og Rúni Vesturklett, úr Tórshavn. Tey fingu tríggjar minuttir at fylla sær vognin, og tað megnaðu tey væl. Tey vóru vælskipaði og arbeiddu væl saman.
Tá tríggjar minuttir vóru farnir, komu tey pøst og glað á mál við einum fullum vogni:
“Vit eru takksom fyri, at vit fingu hendan møguleikan. Hetta fer avgjørt at gera mun – hóast vit gloymdu frystivørurnar, frukt og grønmeti í rokanum.” siga tey og flenna. “Vit eru eisini sera bilsin yvir at síggja hvussu stórt úrvalið hjá Grøn Balance er. Hetta er nevnliga alt vanligar vørur, ið vit nýta í gerandisdegnum.”
Grøn Balance ynskir teimum tillukku við vinninginum

Vit skola heilar skógir niður hvønn dag
Nakað, vit sum menniskju ikki sleppa uttanum, er at fara á ves. Vit í vesturheiminum nýta pappír at skeina okkum við, og tað eru ovurstórar nøgdir, vit skola niður.
Í Evropa verða heili 60 milliónir vesirullur skolaðar niður um dagin! Vit nýta útvið 52 vesirullur hvør um árið. WWF metir, at eini 27.000 trø verða feld um dagin til framleiðslu av vesipappíri. Hóast tað er gjørligt at keypa vesipappír úr endurnýttum pappíri, so eru bert 1 út av 5 vesirullum, vit nýta, úr endurnýtslupappíri.
Tað er lætt at kanna um vesipappírið er burðardygt ella ei. Er umhvørvismerkið, Svanamerkið, á pakkanum við vesipappíri, so tryggjar tú tær, at pappírið kemur frá burðardyggari skógarrøkt ella úr endurnýtslupappíri. Eitt nú er vesipappírið hjá Grøn Balance gjørt úr endurnýtlsupappíri og somuleiðis framleitt uttan bleikievni.
Grønari Føroyar
Minst til, ístaðin fyri at koyra tómu rulluna í skrell, kanst tú koyra hana í grønu skrellispannurnar. Eisini ber til at gera ymiskt kreativt við tómu rullunum. Fá eitt nú íblástur á Pinterest.
Skal vesipappírið hanga inn móti vegginum ella úteftir?
Síðan vesirulluhaldarin bleiv uppfunnin í 1891, hava vit dúgliga kjakast um hvønn veg vesirullan skal hanga. Nú tykist svarið at vera funnið. Tekningin frá patentumsóknini hjá uppfinnaranum, Seth Wheeler, vísir nevnliga eina vesirullu, sum hongur á vesirulluhaldaranum við pappírinum hangandi úteftir!
So nú kann friður aftur valda heima við hús!
Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.