Grøn Balance bjóðar ókeypis morgunmat

Leygardagin 9. juni kl. 9-12 bjóðar Grøn Balance øllum til ókeypis vistfrøðiligan morgunmat við føroyskum mjólkaúrdrátti frá MBM.
Baresso bjóðar ókeypis vistfrøðiligt kaffi og te.

Morgunmaturin verður borðreiddur í Baresso í SMS kl. 9-12.

 

Tað grøna valið
Við at velja vistfrøðiligt fært tú mat við betri smakki og høgari góðsku, og tú sleppur undan skaðiligum evnum. Hevur tú ikki møguleika at velja vistfrøðiligt, so er at stuðla heimaframleiddum vørum og minka um útlátið, tí vøran ikki er flutt langa leið. Eitt nú er stutt frá mjólkabóndunum og MBM, og eisini selur MBM bert GMO frítt fóður til bóndirnar.

Grøn Balance fæst í Miklagarði, Mylnuni og Bónus

Grøn Balance finnur tú her