Granskarar rópa varskó: Barnakonur, etið vistfrøðiligt!

Við støði í granskingum viðmæla fleiri granskarar, at barnakonur eta vistfrøðiligt, tí ávís týningarevni kunnu skaða tað ófødda barnið. Tað kann til dømis elva til vánaligari rørsluførleika, størri vanda at menna ADHD og 3-5 stig lægri IQ í skynsemisroyndum.
Hetta eru nakrar av avleiðingunum av, at mammur og børn hvønn dag eru fyri skordýraeitri sum chlorpyrifos í gerandiskostinum. Chlorpyrifos er ólógligt at brúka í Danmark, men vit fáa eiturleivdirnar frá innfluttari frukt sum sitrusfrukt, banan og súrepli.

Sum leiðreglurnar eru í dag, verður nýtslan av kemiskum evnum í matvørum ikki bannað fyrr enn tað er prógva, at tey eru skaðilig. Enntá eftir, at tað er prógvað, at tey kemisku evnini eru skaðilig, verða uppaftur fleiri framvegis brúkt. Aftrat tí eru fleiri túsund evni ikki kannað enn. Umleið 1000 av teimum hava enntá víst seg at hava skaðilig árin á menningina av heilanum, tá ið tey hava verið roynd við djórum.
“Tað er ábyrgdarleyst at bíða, til vit hava samlað nágreinilig skjalprógv fyri tey skaðiligu árinini av øllum eiturevnunum. Vit hava bara EIN møguliga at menna tann heilan, sum er avgerandi fyri okkara lívsgóðsku og virkni restina av lívinum” – Philippe Grandjean, professari á Institut for Sundhedstjenesteforskning á Syddansk Universitet.

Grøn Balance finnur tú her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.