Tillukku við Grøn Balance vøruni
Her fyri hevði Grøn Balance eina kapping koyrandi á Facebook, har tvey kundu vinna møguleikan at tøma Miklagarð fyri Grøn Balance vøru.
Vinnararnir vóru løgregluparið, Mariann Reinert og Rúni Vesturklett, úr Tórshavn. Tey fingu tríggjar minuttir at fylla sær vognin, og tað megnaðu tey væl. Tey vóru vælskipaði og arbeiddu væl saman.
Tá tríggjar minuttir vóru farnir, komu tey pøst og glað á mál við einum fullum vogni:
“Vit eru takksom fyri, at vit fingu hendan møguleikan. Hetta fer avgjørt at gera mun – hóast vit gloymdu frystivørurnar, frukt og grønmeti í rokanum.” siga tey og flenna. “Vit eru eisini sera bilsin yvir at síggja hvussu stórt úrvalið hjá Grøn Balance er. Hetta er nevnliga alt vanligar vørur, ið vit nýta í gerandisdegnum.”
Grøn Balance ynskir teimum tillukku við vinninginum

Vit skola heilar skógir niður hvønn dag
Nakað, vit sum menniskju ikki sleppa uttanum, er at fara á ves. Vit í vesturheiminum nýta pappír at skeina okkum við, og tað eru ovurstórar nøgdir, vit skola niður.
Í Evropa verða heili 60 milliónir vesirullur skolaðar niður um dagin! Vit nýta útvið 52 vesirullur hvør um árið. WWF metir, at eini 27.000 trø verða feld um dagin til framleiðslu av vesipappíri. Hóast tað er gjørligt at keypa vesipappír úr endurnýttum pappíri, so eru bert 1 út av 5 vesirullum, vit nýta, úr endurnýtslupappíri.
Tað er lætt at kanna um vesipappírið er burðardygt ella ei. Er umhvørvismerkið, Svanamerkið, á pakkanum við vesipappíri, so tryggjar tú tær, at pappírið kemur frá burðardyggari skógarrøkt ella úr endurnýtslupappíri. Eitt nú er vesipappírið hjá Grøn Balance gjørt úr endurnýtlsupappíri og somuleiðis framleitt uttan bleikievni.
Grønari Føroyar
Minst til, ístaðin fyri at koyra tómu rulluna í skrell, kanst tú koyra hana í grønu skrellispannurnar. Eisini ber til at gera ymiskt kreativt við tómu rullunum. Fá eitt nú íblástur á Pinterest.
Skal vesipappírið hanga inn móti vegginum ella úteftir?
Síðan vesirulluhaldarin bleiv uppfunnin í 1891, hava vit dúgliga kjakast um hvønn veg vesirullan skal hanga. Nú tykist svarið at vera funnið. Tekningin frá patentumsóknini hjá uppfinnaranum, Seth Wheeler, vísir nevnliga eina vesirullu, sum hongur á vesirulluhaldaranum við pappírinum hangandi úteftir!
So nú kann friður aftur valda heima við hús!

Vistfrøðilig hagasóljukips
Nú prýða hagasóljurnar grønu oyggjarnar so vakurt. Men hagasóljur eru ikki bara vakrar. Tær kunnu eisini etast.
Til ber eitt nú at koyra tær í salatir, antin sjálvi blómuhøvdini ella bløðini, ella tú kanst gera vistfrøðilig hagasóljukips.
Her er uppskriftin til hagasóljuskips:
100 av hagasóljublómum
4 dl av Grøn Balance hveitimjøli
3 Grøn Balance egg
3 dl av vatni
2 súpsk av Grøn Balance olivinolju ella eini vistfrøðiligari olju uttan smakk
0,5 tsk av Grøn Balance hunangi
0,5 tsk av Grøn Balance oregano
Brót blómuhøvdini av legginum og vaska tey væl. Píska egg, hveitimjøl, hunang og oregano væl saman. Hita oljuna og stoyt hana í eggjablandið. Stoyt síðan vatni í eitt sindur á gangin og píska væl.
Dyppa blómuhøvdini í deiggið og steik á lætt smurdari pannu til tey gerast gyllin. Stoyt havsalt á og so er klárt at eta. Til ber eisini at koyra meiri av hunangi í heldur enn oregano fyri eina søtari útgávu. Tað er eisini gjørligt at nýta timian, rosmarin ella aðra kryddurt. Tað er bara at royna tað, tær dámar.
Hevur tú roynt at matgjørt við hagasóljum? Send okkum hugskot og mynd á okkara Facebook síðu facebook.com/gronbalance.fo

Kjøtfríur mánadagur við grønmetislasanju
Onki er sum heimagjørd lasanja. Tú kanst koyra alt í, sum tær lystir og velja eina við ella uttan kjøt. Eitt upplagt høvi at halda kjøtfrían mánadag við eini grønmetislasanju. Tað er nevnliga eitt gott hugskot at hava ein dag um vikuna, sum er kjøtfríur, og soleiðis ansa eftir umhvørvinum, djóravælferðini og tíni heilsu. Kjøtfríur mánadagur er eitt átak, sum er at finna um allan heim, so hví ikki eisini í Føroyum? Eru flestu matvørurnar frá Grøn Balance, fært tú vistfrøðiligar vørur og minkar soleiðis eisini um inntakið av sproytievnum. Grønmetislasanja fyri 4-6 fólk: Lasanjusós: 2 hakkaðar leykir 2 súpsk av olivinolju 2-4 pungar av hvítleyki 2 tsk av oregano 4 stórrivnar gularøtur 3 stórrivnar sellarí stengur 1 skvassj 1 eggplanta 250 gr av smáhakkaðum soppum 1 dl av tomatpuré 1 dós av hakkaðum tomatum Salt og pipar Spinatfylla: 500 gr av frystum spinati 1 nevi av basilikum 1 ½ dl av róma 1 leyk 1 pung av hvítleyki Olivinolja Rivin muskatnøt Salt og pipar Mornaysós: 2 súpsk. av smøri 2 súpsk av hveitimjøli 3 dl av mjólk Smárivin muskatnøt 125 gr av mozarella osti skorin í smáar puntar Salt og pipar Lasanjuplátur frá Grøn Balance Lasanjusós Steik hakkaðu leykirnar í olivinoljuni í miðal hita til leykurin er klárur og bleytur. Stoyt smáttskornu sopparnar í og skúva upp fyri hitanum í uml. ein minut. Síðan stoytir tú restina av tilfarinum í og letur sósina smákóka í 1-3 tímar. Smakka til við salti og pipari. Spinatfylla Steik leykin á eini pannu við olivinolju, til teir eru bleytir og uttan at brúnka teir. Stoyt spinatið í og kóka til tað er tiðna. Stoyt avlopsvatn frá og koyr basilikum og róma í. Smakka til við rivnari muskatnøt, salti og pipari. Mornaysós Steik margarin í eini grýtu og stoyt mjølið í eitt sindur á gangin, meðan tú pískar. Tá tað er blivi til ein klump, pískar tú varliga mjólkina í inntil mjølið er upployst og sósin er jøvn. Lat tað kóka eina løtu til sósin er blivin kremut. Koyr síðan ostin í og rør inntil hann er bráðnaður. Smyr eitt eldfast fat og byrja við mornaysós, lasanjusós og spinatfyllu og síðan lasanjuplátur. Halt áfram til onki er eftir og enda við lasanjusós og einum lagi av mornaysós. Baka í ovninum við luft við 175 hitastigum í 25-30 min.Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.


