Søtt og gott
Næstan líka so gott sum ommusa súltutoy.
Grøn Balance hevur fleiri ymisk sløg av vistfrøðiligum súltutoyi. Við góðum jøvnum smakki og søtleika er tað perfekt uppá breyð ella í kakuna.
Royn eitt nú gamla kenningin ‘Abbasa skeg’ við súltutoyi frá Grøn Balance.
Abbasa skegg
125 g av sukri
4 eggjablommur
300 g av hveitimjøli
2 tsk av bakipulvuri
1½ dk av mjólk
Fylla
1½ dl av jarðberjasúltitoyi – ella tað slagið tær dámar best.
Marengs:
4 eggjahvítar
250 gr av sukri
Soleiðis gert tú:
Rør smørið og sukrið væl saman, so tað gerst bleytt. Rør eggjablommurnar í, eina í senn. Stoyt mjøl og bakipulvur í og blanda við mjólkini. Stoyt deiggið í eina skuffu (30x40cm) og baka í 15 min við 170°. Tak kakuna út og smyr varisliga súltuitoyið á. Píska eggjahvítnarnar stívar og stoytt sukrið í, eitt sindur í senn. Smyr marengsið omaná og baka við 170° í 15-20 min.
Vælgagnist 🙂