Kapping á Facebook og Instagram
Í sambandi við Grøntobur lata vit vistfrøðiliga Leypin frá Miklagarði í fýra vikur og eina rúgvu av vistfrøðiligum og umhvørvisgóðum vørum frá Grøn Balance til ein hepnan vinnara.
Leypurin hjá Miklagarði er ein skipan, har tú eina ferð um vikuna fært upp í ein leyp av frukt og grønmeti koyrdan til dyrnar.
Vøran kemur til landið mánadag. Leyparnir verða pakkaðir týsmorgun, og seinnapartin verða teir koyrdir til tínar dyr.
Tað einasta tú skalt gera, er at fara inn á uppslagið á antin Facebook ella Instagram og frámerkja ein vin, sum skal forkelast. Vit draga millum øll svarini 01. novembur

Slepp undan ovurviðkvæmi
Luktilsi og luktilsisevni í tínum røktarvørum mugu nýtast við skili. Hesi kunnu nevnliga økja um vandan at fáa ovurviðkvæmi.
Út við 4% í Danmark hava luktilsisovurviðkvæmi, og tað eru mest kvinnur, ið fáa tað, men eisini menn, børn og ung. Hevur tú fingið luktilsisovurviðkvæmi, hevur tú tað fyri lívið.
Deodorantar geva ovurviðkvæmi
Kanning, sum Videncenter for Allergi hevur gjørt, sigur, at mest vanliga orsøkin til luktilsisovurviðkvæmi eru deodorantar. Næst á listanum er bodylotion, og afturat tí koma aðrar røktarvørur so sum luktilsi, sjampo og flótandi hondsápa.
Góð ráð fyri at sleppa undan ovurviðkvæmi
Tað er ymiskt, ein kann gera fyri at sleppa undan luktilsisovurviðkvæmi. Eitt nú kanst tú minka um nýtsluna av luktilsi í gerandisdegnum og sproyta luktilsi á klæðini heldur enn á húðina. Skalt tú nýta røktarvørur, sum koma beinleiðis á húðina, so sum deodorant og bodylotion, so er at fylgja hesum ráðum:
- Keyp vørur uttan luktilsi (‘Parfumefri’ ella ‘Uden parfume’) ella við ovurviðkvæmismerkinum Tann Blái Kransurin. Eitt nú deodorantin frá Grøn Balance.
- Kanna røktarvøruna við appini Kemiluppen, áðrenn tú keypur eina vøru. Appin gevur tær skjótt svar, um vøran hevur luktilsi í.
Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.