Ger tað lætt at velja rætt

Einans tað besta er gott nokk

Um Grøn Balance

Allar matvørurnar hjá Grøn Balance eru vistfrøðiligar og bera danska Ø-merkið ella EU-merkið. Røktarrøðin bæði til vaksin og børn er vegansk, uttan nakrar heilt fáar vørur. Tað sært tú við at leita eftir sólblómumerkinum. Bæði røktarrøðin, barnarøðin og reingerðarrøðin eru góðskuváttaði í samstarvi við Astma-Allergi Danmark og Nordisk Miljømærking (Svanamerkið).  

Vøruúrval

Grøn Balance hevur alt til húsarhaldið og ta persónligu vælferðina. Bæði frískar og frystar matvørur, mat í dós og krukkum og turran mat so sum mjøl, kaffi, rís o.a. Eisini er alt til reingerð, so sum húsarhaldsápa, skúrikrem, uppvaskitablettir og vaskievni til klæðini. Til kroppin er alt frá lotion, sjampo og andlitsreins til neglalaksloysara, feittstift og fótakrem. Børnini hava eisini møguleikan at fáa eina reina og grøna byrjan við tunnu og ovurviðkvæmisvinaligu blæunum og við øllum til teirra viðbreknu húð, so sum lotion, olju, kropssjampo, vátserviettar, sinksalvu og mangt, mangt annað. Grøn Balance úrvalið veksur í heilum, so tað er at halda eyga við nýggjum vørum. Manglar tær okkurt, so er at skriva til okkara við uppskotum og vit kanna møguleikan at gera títt ynski til veruleika. Øll røðin er at finna til sømiligar prísir í Bónus, Mylnuni og Miklagarði.

Ø-merkið

Tað danska merkið fyri vistfrøði setur eitt sindur strangari krøv enn ES. Vistfrøðiligir framleiðarir, sum eru við í skipanini, skulu lúka nøkur krøv fyri framleiðsluhættir og djóravælferð, og myndugleikarnir halda eftirlit við, um ásetingarnar um vistfrøði verða hildnar. Merkið sæst eisini á vistfrøðiligum matvørum úr útlondum, um tey eru tilgjørd í Danmark. Viðgjørdar vistfrøðiligar matvørur, so sum livurpostei, súltutoy og ymiskir liðugrættir hava ikki loyvi at hava í sær eftirgjørd søtevni ella krydd, og nógv færri íblandingarevni eru loyvd enn í teimum vanligu framleiddu matvørunum.

Vistfrøðimerkið hjá ES

Tað felags merkið fyri vistfrøðiligar vørur í ES, sum samsvarar tí danska reyða Ø-merkinum. Tá ein matvøra er merkt við vistfrøðimerkinum hjá ES, verður víst til at vøran er vistfrøðilig og er framleidd við eftirlifti eftir ásetingunum í reglugerðunum um vistfrøði í ES. Vistfrøðiligar matvørur eru framleiddar á ein hátt, har tað verður tikið hædd fyri umhvørvinum og djóravælferð allan vegin frá mold til borð. Matvørur, sum eru merktar vistfrøðiligar, skulu vera framleiddar av matvørum, sum koma frá góðkendum vistfrøðiligum landbrúki. Harafturat skulu tey halda serstøk krøv um samanseting og tilevning. Tær mugu undir ongum umstøðum vera framleiddar við at nýta GMO ella jóningsstráling.

Tann blái kransurin

Astma-Allergi Danmark arbeiða fyri, at øll sum eru merkt av astma, ovurviðkvæmi, hoyfepuri og eksem fáa ein betri gerandisdag. Fyri at vørurnar kunnu fáa tann bláa kransin, skulu tey megna at lúka nøkur aðalkrøv. Tær mugu ikki innihalda eitt nú luktilsi, formaldehyd, MI osfr. Litevni vera ikki loyvd í samband við húðina. Tær merktu vørurnar, skulu gera tað lættari at skerja vandan fyri at menna kontaktovurviðkvæmi og sleppa undan ávísum evnum (eitt nú, um tú hevur ovurviðkvæmi)

Svanamerkið

Tað almenna norðurlendska umhvørvismerkið. Svanamerkt húð- og hárrøktarvørur eru uttan MI og onnur haldevni, sum eru flokkaði at vera ovurviðkvæmiselvandi. Tær eru somuleiðis uttan parabenir og onnur evni, sum eru á listanum hjá ES yvir evni, sum eru undir illgruna at vera hormonórógvandi. Svanamerkið setur eisini strong krøv til pakkitilfarið á røktarvørum – bæði í sambandi við mongd, slagi og innihaldi av evnum í pakkitilfarinum. Endamálið við svanamerkinum er at skerja umhvørvisbyrðuna av samlaðu nýtsluni – menniskjum, umhvørvinum og jarðirnar tilfeingi til gagns.

Sólblómumerkið

Sólblómumerkið er eitt skrásett vørumerki og eitt symbol fyri veganskan/”dýra-frían” standard. Tað vil siga, at vørurnar eru framleiddar uttan dýraevnistilfar og uttan at nýta djór í framleiðslu- og menningsgongdini sum heild. Merkið er at finna á fleiri túsund av dýra-fríum vørum, sum eru skrásett hjá The Vegan Society. The Vegan Society er ein vælgerandi felagsskapur úr Stóra Bretlandi, ið virkar fyri og stuðlar tí veganska lívsstílinum. Veganisma er ein háttur at liva uppá, ið – so leingi tað er gjørligt og praktiskt- leitar eftir háttum at útihýsa allar hættir at nýta djór til mat, klæði og onnur endamál. Felagsskapurin bleiv mentur í 1944 av einum bólki av vegetarum, ið viðurkendu tær etisku neyðsemjurnar við at eta egg og mjólkaúrdrátt.

Grøn Balance finnur tú her