Ger tað lætt at velja rætt
Vistfrøðiligar matvørur

Meira av tí tær dámar
Vistfrøðiligu matvørurnar hjá Grøn Balance gera tað lætt at velja rætt.
Við at velja vistfrøðiligt velur tú umhvørvið til og skaðilig evni frá.
Allar matvørurnar hjá Grøn Balance eru merktar við tí reyða Ø merkinum ella grøna EU merkinum ella báðum tveimum. Tú sleppur undan skaðiligum evnum og fært mat við betri smakki og høgari góðsku.
Vistfrøðiligt úrvæl
Tú fært frukt og grønmeti, bæði frískt ella fryst, og frískar kryddurtar. Fleiri turrar vørur, so sum mjøl og kjarnir til góða baksturin og kaffi afturvið. Eisini fært tú alskins dósamat, mat í krukkum, leskiligar sopar, frystipizza og mangt annað.
Úrvælið er í støguðari menning, gev okkum eitt prei um tú manglar eina vøru, so gera vit tað, vit eru ment fyri at títt ynski verður veruleiki!
Øll røðin er at finna til sámiligar prísir í Bónus, Mylnuni og Miklagarði.

Grønt er gott - eisini um veturin
Men hvussu gert tá, tá vetrartíðin setur sínar avmarkingar á hvat kann koma upp úr moldini? Tú hyggur sjálvandi í frystiboksina, har tað bóglnar av alskins vistfrøðiligum leskibitum. Her fæst tað grøna nevnliga alt árið.
Tað er ongin skomm at velja fryst-grønt, tí tað er ein hópur av smakki og biti í teimum grønu pettunum, tá tey eru tiðnaði. Og tey halda jú leingi, so tú, oman á tað heila, minkar um matoyðsl! Tú sleppur har afturat undan at skola og skera - tað er nevnliga gjørt fyri teg.
Fryst grønmeti er eitt líka gott val og onkuntíð betri væl enn frískt grønmeti. Kanningar vísa, at fryst grønmeti hevur eitt hægri føðsluvirði enn frískt grønmeti. Hetta kemst av, at frískt grønmeti verður innflutt alt árið runt og liggur mangan á goymslu, áðrenn tað verður selt. Fryst grønmeti verður hinvegin heysta í bestu tíð á árinum og fryst beinaveg og tí varðveita tey føðsluvirði.
Heilsumyndugleikarnir viðmæla, at tú velur grova grønmeti, so sum brokkoli, leyk, ertrar, bønir og rótfrugtir. Et so nógv tú vilt og endiliga til allar máltíðirnar.
Nýt eitt nú grønmeti í eitt leskiligt fat, tertu ella omulett. Tað nýtist í øllum førum ikki at vera keðiligt.

Heimagjørd vistfrøðilig knekkbreyð
Tú kanst nú gera tíni egnu vistfrøðiligu knekkbreyð heima. Nýt eitt nú havragrýn, sesamfræ, hørfræ, sólblómukjarnur, graskarkjarnur, rug- og hveitimjøl og olivinolju frá Grøn Balance.
Kendi danski kokkurin Claus Meyer, hevur eina frálíka og lætta uppskrift uppá knekkbreyð við omanfyrinevnda tilfarinum. Fá uppskriftina her:
Tilfar:
1 dl av havragrýni
1 dl av sesamfræi
1 dl av hørfræi
1 dl av sólblómukjarnum
1 dl av graskarkjarnum
2½ dl av hveitimjøli
1 dl av rugmjøli
1 tsk. av bakipulvuri
1 tsk. av salti
2 dl av vatni
1¼ dl av olivinolj
Soleiðis gert tú:
Rør alt uttan vatn og olju saman. Stoyt síðan olju og vatn í og rør til alt er væl blanda. Koyr deiggið í tvey.
Rulla bæði deiggpettini millum tvey ørk av bakipappíri til tey hava eina javna tjúkt, uml. 2-3 mm. og legg tey á eina bakiplátu. Sker deiggið í fýrkantar við einum knívi ella líknandi. Baka knekkbreyðini í 15-20 min við
180º til tey eru broyskin og gylt.
Tak knekkbreyðini úr ovninum og lat tey kølna á eini bakirist. Goym knekkbreyðini í einum lufttættum ílæti. Tey kunnu soleiðis halda sær í 2-3 vikur.
Prei: Koyr 50 g av grønmeti í deiggið, eitt nú reyðrót, gularót, sellari ella graskar og soleiðis fært tú knekkbreyð í alskins litum.
Koyr eitt nú avokado, tomat, purleyk og egg á knekkbreyðini .
Les fleiri prei og fá íblástur til fleiri uppskriftir frá Claus Meyer her:
https://www.meyersmad.dk/lav-mad/opskrifter/knakbrod-med-horfro-og-graskarkerner/

Fiskalasanja
Leskiligi, føroyski fiskurin hóskar sera væl í eini fiskslasanju . Til ber at finna nógva vistfrøðiliga vøru frá Grøn Balance til at gera lasanju við og soleiðis minka um haldevni, litevni og sproytieitri í tínum mati.
Okkum dáma serliga væl hesa uppskriftina og hava hoyrt, at børnunum eisini dáma hana sera væl:
150 g av Grøn Balance gularótum
1 posi av frystum Grøn Balance spinati
0.5 l av mornaysós
450 g av fiski
Grøn Balance fullkornslasanjuplátur
100 g av osti
4 súpsk av Grøn Balance raspi
Salt
Pipar
Rív gularøturnar grovt og sker fiskin í smáar bitar. Blanda gularøturnar, tiðnaða spinatið og mornaysósina saman og krydda við salti og pipari. Legg fyrst spinatblandið í eldfasta fatið, síðan fiskin og lasanjuplátur omaná og halt áfram til fatið er fult. Stroy við osti og enda við raspi.
Set ovnin á 180 gradir og baka í eini 45 min.
Tilfarið fæst í Miklagarði, Mylnuni ella Bónus.

Nú er vistfrøðiligi ahornssiroppurin eisini komin í familjuna
Tað leggjast í heilum vørur afturat Grøn Balance familjuni, og ein tann seinasti familjulimurnin er ahornssiroppurin. Ahornssiroppurin er tappaður úr kanadiskum ahornstrøum, kókaður inn til ein intensan sirop fullan av søtleika. Siroppurin hóskar væl afturvið pannukøkum, omaná skyr og í bakstur.
Grøntobur: 10 matvørur eru keldur til 75 prosent av sproytievnum
Vilja vit sleppa undan eini rúgvu av sproytitilfari í gerandisdegnum, so kunnu hesar 10 matvørurnar býtast um við vistfrøðiligar matvørur, tí tær vistfrøðiligu eru uttan sproytievni. Við at býta júst hesar um við vistfrøðiligar sleppa vit undan upp til 75% av sproytievnum. Tað nýtist sostatt ikki at vera ein kollvelting at eta vistfrøðiligt og sleppa undan eini rúgvu av sproytievnum. Tað er Danmarks Naturfredningsforening, sum hevur gjørt listan út frá tølum hjá DTU Fødevareinstituttet í Danmark og eftirlitinum við sproytievnum hjá Fødevarestyrelsen. Súrepli 23 prosent av ikki-vistfrøðilgum donskum súreplum og 64 prosent av ikki-vistfrøðiligum útlendskum súreplum innihalda leivdir av sproytievnum. Í teimum donsku súreplunum hevur man mált seks ymisk sløg av sproytievnum, meðan tey útlendsku eru uppi á fjúrtan ymiskum. Hveitimjøl 17 % av ikki-vistfrøðiligum hveitimjøli innihaldur loyvdir av sproytievnum, meðan alt ikki-vistfrøðiligt mjøl frá útlandinum hava leivdir av sproytievnum. Onki sproytievni er í vistfrøðiliga mjølinum - hvørki úr Danmark ella útlandinum. Tomatir Í 8% av teimum ikki-vistfrøðiligu donsku tomatunum og heili 62% av teimum ikki-vistfrøðiligu útlendsku funnu tey leivdir av sproytievnum. 3 ymisk sløg av sproytievnum vóru í teimum donsku og 19 sløg í teimum útlendsku. Allar tær vistfrøðiligu tomatirnar - donsku og útlendsku - eru uttan. Perur 36 % av teimum ikki-vistfrøðiligu donsku perunum og heili 92% av teimum ikki-vistfrøðiligu útlendsku hava leivdir av sproytievnum. Tað vóru 4 ymisk sløg av sproytievnum í teimum donsku og 49 sløg í teimum útlendsku. Onki bleiv funnið í teimum donsku og útlendsku vistfrøðilgu perunum. Reyðvín Eisini í reyðvíni er nógv sproytievni at finna. 47% av ikki-vistfrøðiliga reyðvíninum hevði leivdir av sproytievni í royndunum og 9 ymisk sløg av sproytievnum. Onki var at finna í tí vistfrøðiliga reyðvíninum. Víndrúvur Methavarin vóru víndrúvurnar, tá tað snýr seg um mongdina av sproytieitri. Man fann heili 30 ymisk sløg í teimum ikki-vistfrøðiligu í 73% av royndunum. Ongar leivdir vóru at finna í teimum vistfrøðiligu. Salat 25 % av tí danska ikki-vistfrøðiliga salatinum innihildu leivdir av fimm ymiskum sproytievnum, meðan 56% av teimum útlendsku ikki-vistfrøðiliga salatinum høvdu leivdir av sproytievni frá 11 ymiskum sløgum. Ongar leivdir vóru at finna í tí vistfrøðiliga salatinum. Eplir Í 15% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu eplunum eru tað leivdir av sproytievni, og tað sama ger seg galdandi fyri 37% av teimum útlendsku eplunum. Tey funnu tvey ymisk sløg av sproytievni í teimum donsku eplunum og trý í teimum útlendsku. Onki sproytievni bleiv funnið í einum vistfrøðiligu eplunum. Agurk Tað vóru leivdir av sproytievnum í 57% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu agurkunum og í 62% av teimum útlendsku. Ongar leivdir vóru í teimum donsku vistfrøðiligu agurkunum, men tey funnu leivdir í trimum royndum at teimum sponsku frá 2015. Fødevarestyrelsen í Danmark metti, at nýtslan ikki var ætla. Jarðber Tað er í jarðberunum, at tað oftast verða funnin leivdir av sproytieitri. Tað vóru leivdir av sproytieitri í 74% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu jarðberunum og 86% av teimum útlendsku ikki-vistfrøðiligu jarðberunum. Í teimum donsku voru tað 13 ymisk sløg av sproytievnum og og í teimum útlendsku var talið 22. Tað vóru ongar leivdir í teimum vistfrøðiligu jarðberunum - hvørki teimum donsku ella útlendsku.
Grøntobur: Kokkteyleffektin
Vit verða øll útsett dagliga fyri nógva ymiska evnafrøði frá nógvum ymiskum keldum. Tað sama er galdandi fyri títt barn. Hóast tey evnafrøðiligu evnini halda lógina og eru rættiliga veik, vísa kanningar, at samansetingin av teimum ymisku evnunum kann virka hormonórógvandi ella heilsuskaðilig. Eisini sjálvt um evnini hvør sær ikki eru ein vági. Tað er hetta, ið verður rópt ‘kokkteyleffektin’. Tað vil siga, at heilsuskaðilig evni ella illgrunasom evni ikki nýtast at vera ein vági í einari einstakari vøru. Vágin stendst av, at tú og títt barn kunnu dagliga vera útsett fyri hesum evnum frá nógvum ymiskum keldum. Av tí at børn eru serliga viðkvom, er tað eyka umráðandi, at vit eru tilvitað um óynskt evni í gerandisdegnum hjá okkara børnum. Vit kunnu tíbetur tynna tann evnafrøðiliga kokkteylin við millum annað at fáa okkum: Góðar matvanar - et vistfrøðiliga Góðar innkeypsvanar - keyp svanamerktar vørur Góða inniluft - sløkk tað elektriska og bein støv o.a. burtur.
Grøntobur: Matsminka ger børn ovurvirkin
Fleiri foreldur kenna tað ivaleyst. Børnini hava etið bomm og gerast vill og rokalig aftaná. Vit hava givið sukrinum skyldina, men nú er tað staðfest, at tað ikki er sukrið, men litevnini og onnur ílatingarevni, sum gera børn hyperaktiv. Gransking vísir nevnliga, at børn, sum fáa miðalstórar nøgdir av tilgjørdum lit- og ílatingarevnum(E-nummur), verða meiri hyperaktiv og hava verri við at hugsavna seg og læra í skúlanum. Øll hesi evni eru forboðin í vistfrøðiligum matvørum. Tað eru serstakliga litevni og tað nógv brúkta haldevnið, natriumbenzoat (E211), ið standa fyri skotum.* Hesi evni eru mangan at finna í góðgæti, saft, sodavatn og tílíkari matvøru. Tá tú drekkur vistfrøðiliga saft, etur vistfrøðiligan ís, sjokulátu ella annað vistfrøðiligt góðgæti, sleppur tú undan í alt 22 tilgjørdum søtevnum, so sum aspartam, sorbitol og natrium cyclamat, sum eru loyvd í ikki-vistfrøðilgum vørum. Slepp undan 330 E-nummrum. Matvøruíðnaðurin í ES hevur vanliga loyvið at nýta 379 ymisk ílætingarevni við E-numrum: haldevni, litevni, antioxidantir, søtevni osfr. Í vistfrøðiligum mati er bert loyvi at nýta 49 av hesum evnum - hini 330 eru bannaði. Tey 49 ílatingarevnini eru loyvd í vistfrøðiligum vørum, har tað er neyðugt at brúka tey. Tað er eitt nú loyvt at brúka guargummi (E412) til at geva røttu tjúktina í ketsjuppi, salatdressingi og øðrum vørum. Guargummi fæst úr plantum. *Kelda: Bretska læknavísindaliga blaðið The Lancet
Grøntobur á Torginum í SMS
Grøntobur vitjar á Torginum í SMS 8.-13. oktobur. Har verður gjørligt at fáa ymsa kunning um vistfrøði og umhvørvi. Eisini verður gjørligt at síggja ein part av tí stóra úrvalinum sum er at fáa av vistfrøðiligum og umhvørvisgóðum vørum. Dagstovnarnir í býnum eru somuleiðis vælkomir til ókeypis, vistfrøðiliga frukt mánadag til fríggjadag kl. 9.30-11.30.
Familjur ótu seg frá eiturevnum
Mongdin og samansetingin av eiturevnum í landinum hjá teimum luttakandi minkaði týðandi, tá fimm familju ótu vistfrøðiligan mat í 14 dagar. Danmarks Naturfredningsforening gjørdi í fjør eina kanning har fimm familjur fingu kanna teirra land fyri sproytievni áðrenn og eftir tey høvdu etið einans vistfrøðiligan mat í 14 dagar. Áðrenn kanningina, ótu tær fimm familjurnar mest vanligar matvørur, og tá funnu tey leivdir frá sproytievnum í 51 prosent av royndunum. Aftaná 14 dagar við vistfrøðiligum kosti var mongdin av landroyndum, við sproytievnum í, minka niður í 23 prosent, og sjálva samansetingin av sproytueitri var minka nógv. Eisini fall mongdin av royndum, har ávís sproytuevni lógu yvir miðaltalið fyri hvat er vanligt, frá 32 til 9 prosent. Lisbeth E. Knudsen, sum er professari á Institut fyri Folkesundhedsvidenskab á Københavns Universitet, sigur um kanningina: "Tað frøðir meg, at tað sæst ein so týðiligur munur at eta vistfrøðiligt, tá vit vita at meginparturin av sproytieitrinum, sum tey her hava kannað, hava neilig árin á okkara heilsu. Á hendan hátt er tað fyribyrgjandi fyri okkara heilsu at velja matvørur, sum ikki eru sproytaðar." Sambært professaranum, so vil vandin fyri at gerast sjúk av at eta sproytaðar matvørur økjast við mongdini og samansetingini av sproytievnum í okkara kroppum. "Um vit hava eina høga mongd av sproytievnum í kroppinum, so er tað enn størri vandi fyri at gerast sjúk ella at gera fostrið sjúkt" sigur Lisbeth E. Knudsen og sipar til barnakonur, sum hon viðmælir at eta vistfrøðiligt. Eitt nú er skorðdjóraeitrið chlorpyrifos, sum 14 út av teimum 16 kannaðu familjulimunum høvdu í landinum áðrenn royndina, ein hóttan fyri eitt fostur, tí chlorpyrifos leypir á nervalagið, og kann skaða menningina av heilanum. Tað er ikki loyvi at nýta chlorpyrifos í Danmark, men er at finna í fruktini og grønmetinum, sum verður innflutt úr øðrum londum Tú kanst velja Vilt tú sleppa undan sproytievnum, so er at velja vistfrøðiligar matvørur, sum allar eru uttan sproytievni, tí vistfrøðiligu bóndirnir, hava ikki loyvi at nýta sproytieitur fyri at berja niður skorðdýr, ókrút o.a. Vistfrøðiligu vørurnar eru allar merktar við danska, reyða Ø-merkinum ella ES-merkinum fyri vistfrøði. Kelda:dn.dk
Vistfrøðiligt heimagjørt hvítleyksbreyð
Tað er altíð nakað heilt serstakt at gera sín egna mat frá grundini av og ongantíð betri, um tað er vistfrøðiligt. Við vistfrøðiligum mjøli sleppur tú undan stástyttandi evnum, sum eitt nú elva til sera vánaliga sáðgóðsku, og eisini onnur skaðilig evni. Birita Sjúrðaberg hevur bakað leskiligt hvítleyksbreyð við vørum frá eitt nú Grøn Balance. Uppskriftina til fýra hvítleyksbreyð fært tú her: 25 g av geri 3 súpsk av Grøn Balance olju 5 dl av lunkaðum vatni 2 tsk av salti 200 gr av Grøn Balance durummjøli Uml 500 gr av Grøn Balance hveitimjøli Fylla: 150 gr av smøri 4 pungar av hvítleyki, pressaðir 1 neva av Grøn Balance hakkaðari persillu Rør gerina í tað lunkaða vatnið. Koyr restina av tilfarinum í, uttan hveitimjølið. Hveitimjølið skal eltast í so við og við. Deiggið skal eltast væl. Lat ganga í uml 1 tíma. Ímeðan kanst tú gera fylluna, sum bert skal rørast væl saman. Koyr síðan mjøl á borðið, og skil deiggið í 4 partar. Ger hvønn part til ein fýrkant, sum er sindur avlangur. Smyr 1/4 av fyllini á hvørt. Rulla til eina pylsu eftur tí longri síðuni. Sker síðani ígjøgnum við einum pizzaskerara ella knívi, ikki heilt niðan. Rulla síðani deiggið um hvørt annað. Tú kanst lata deiggið ganga í ein tíma afturat. Bakast í ovninum í 15-20 min við 225 gradum. (Fylg eitt sindur við. Um tað brúnkast skjótari á einari síðu, vend so plátuni við.) prei: Um tú ikki skalt brúka øll, ber til at frysta tey til eina aðruferð. Væl gagnist!
Heimagjørt bláberjajogurt
Tað er umráðandi, at vit fáa eina góða byrjan uppá dagin, so vit orka gerandisresið. Ein góður morgunmatur kann gera tað so, at orkan er meiri støðug allan dagin. Eitt nú kanst tú lætt og skjott gera tær heimagjørt bláberjajogurt við vistfrøðiligum bláberum. Tað, tú skalt nýta, er: Fryst, vistfrøðilig bláber frá Grøn Balance Hvíta Vaniljusukur Blenda alt saman og tú hevur bláberjajogurt. Við at velja vistfrøðilig bláber og føroyskt framleiddan hvíta, ansar tú eftir tíni heilsu og umhvørvinum. Vistfrøðiligu berini eru uttan skaðilig sproytievni, og føroyski hvítin er undan neytum, sum hava fingið fóður uttan GMO, og tú sparir somuleiðis umhvørvinum fyri dálking av vøru, sum er flutt til Føroya. Ein vælsmakkandi morgunmatur við góðari samvitsku. Væl gagninst. Til ber eisini at fáa liðugtgjørt bláberjajogurt í Café Burn í Tórshavn.
Rein saft
Onkuntíð er tað bara lekkrari við einum glasi av saft. Saftin hjá Grøn Balance er bæði fyri børn og vaksin. Eitt nú er saftin við sitrón og ingifer, rabarbu, sitrón og lime og tranaber ivaleyst meiri til tann vaksna góman. Hetta er saft, tú og tíni børn kunnu drekka við góðari samvitsku. Saftin er uttan litevni, søt- og haldevni. Minst tí til at goyma saftina í køliskápinum, tí hon er so mikið rein og frísk, at hon kann spillast. Eisini er saftin í vakrari fløsku, sum kann goymast og endurnýtast. Reini og fríski smakkurin ger tað eisini gjørligt at blanda ymsar saftir saman og gera tær tín egna smakk.
Droymir tú teg burtur til heitari lond?
Tak børnini við í køkin og ger eina leskiliga heimagjørda pizza við vistfrøðiligu italsku mjølrøðini hjá Grøn Balance. Tað italska vistfrøðiliga mjølið er eitt mjølvað italskt hveiti, ið hóskar serstakliga væl til breyð og pizzadeiggj, vegna tað høga proteininnihaldið. Korn, ið vaksa í heitari londum, innihalda betri proteinir enn korn, ið búnast um okkara leiðir. Proteinini geva mjølinum bakievni. Tað eru proteinini, ið evna tað gluten (límið), ið fær mjølið til at taka vatnið til sín. Tað er orsøkin til, at italskt mjøl gevur eitt betri bakiúrslit, enn eitt nú danskt mjøl. Proteinini í tí italska mjølinum eru heilt einfalt betri til at taka vatnið til sín og menna ein góðan bygnað í breyðnum. Gev tær góðar stundur at elta deiggið. Tað krevur í minsta lagi 10 min av hørðum arbeiði at gera deiggið ordiliga toyggiligt. Tað er rein bakigleði!
Brownie við bláberjamousse
Her fyri gjørdi Gunvør Reyðberg eina leskiliga køku við frystum bláberum frá Grøn Balance og legði myndina av henni á Instagram. Vit hava fingið uppskriftina frá Gunvør, og nú kanst tú eisini royna hana heima. Fyrimunurin við at nýta fryst ber er, at tú kanst gera leskiligar køkur við frukt alt árið. Bláberini hjá Grøn Balance eru leysfryst, so tey eru løtt at matgera við. Brownie botnur 84 gr av smøri 175 gr av sjokulátu 250 gr av sukri 3 egg 1 ½ tsk av vanilju 70 gr av mjøli Eitt vet av salti Soleiðis gert tú: Smelta smør og sjokulátu í eini grýtu, eitt nú í vatnbaði, so tað ikki brennur í botn. Stoyt tað í ein bolla, og lat tað kølna eitt sindur. Stoyt sukrið í og rør runt við pískirísi. Brót eitt egg í í senn. Koyr vaniljusukrið í og rør tað væl inn í deiggið. Blanda at enda mjølið og saltið í deiggið við einum skavara ella pískirísi. Nýt ein rundan form, sum er 25 cm til støddar, og smyr ella pakka hann við bakipappíri. Stoyt deiggið í formin og baka botnin í uml. 25 min við 180 hitastigum. Tak botnin út, og lat hann kølna heilt. Set ein springform um botnin og stramma væl, so moussið ikki rennur úr. Bláberjamousse 250 gr bláber (fryst ella fersk) 4 bløð av húsblassi 105 gr av sukri 6 pasteuriseraðar eggjablommur 3 ¾ dl av róma Legg húsblassini í kalt vatn í 15-20 min. Tak húsblassini úr vatninum og kroyst vatnið úr. Blenda ella hakka bláberini til puré, og stoyt tað í eina grýtu saman við húsblassunum. Hita tað varliga og rør í tí meðan húsblassið smeltar. Tak tað av hitanum, tá tað byrjar at bløðra. Lat tað kólna. Píska eggjablommurnar og sukrið til tað er ljóst og skúmar. Píska róman varliga. Rør eggjablandið í lunkaðu bláberini, eitt sindur í senn. Tað er umráðandi, at tað bert er eitt sindur í senn, so alt varliga fær sama hitastig og ikki loypur. Rør síðan blandið í róman. Stoyt bláberjamoussið í formin omaná køkubotnin. Set køkuna í køliskáp í nakrar tímar. Tak køkuna út úr køliskápinum 15 min áðrenn hon skal borðreiðast. Fylg Grøn Balance á Instagram.com/gronbalance.fo
Peanutbutter - sunt ella ósunt?
Seinstu tíðina hevur peanutbutter (jarðnøtasmør) veruliga vunnið seg fram í Føroyum. Hetta smyrjandi viðskera, sum vit eitt nú kenna frá amerikonskum filmum, er ikki bara væl umtókt vegna sín smakk, men eisini fyri innihaldið. Peanutbutter er nevnliga fylt við góðum føðsluevnum. Eitt nú er tað nógv av vitanmin B og vitamin E, sum berjir niður fríar radikalar og styrkir um immunverjuna. Eisini er nógvar miniralir, so sum kalsinum, kopar, jarn, magnesium, mangan, fosfor, kalium, selennatrium og sink. Peanutbutter er eisini ein góð kelda til folat, sum er eitt natúrligt slag av folinsýru. Kvinnur, sum eru við barn, fáa viðmælt at taka tilskot av folinsýru, tí tað hjálpir kroppinum við at gera nýggjar DNA og RNA kyknir. Eins og við øðrum nøtum, so er nógv feitt í peanutbutter, og somuleiðis eisini nógvar proteiinir. Tískil eru tað serliga tey, sum íðka nógv, ið eta nógv peanutbutter fyri at fáa proteinir. Tað eru nógvar kaloriur í peanutbutter, men eins og við aðari føði, so er alt við máta, og viðmælt verður at eta eini tvær súpiskeiðis um dagin fyri at fáa alla nøringina. Peanutbutter hóskar væl á breyð, í køkur og sum dip til grønmeti.
NÝTT - vistfrøðiligar fruktstengur
Nú kanst tú eisini frá vistfrøðiligar fruktstengur frá Grøn Balance. Tær fáast í trimum ymiskum smakkum, jarðberja-, bláberja- og fikusmakki. Fruktstengurnar eru uttan eyka sukur og hava hvørki litevni ella tilgjørd smakkievni. Fruktstengurnar hóska seg væl í matpakkan og sum millummáltíð.
Kjøtfríur mánadagur við grønmetislasanju
Onki er sum heimagjørd lasanja. Tú kanst koyra alt í, sum tær lystir og velja eina við ella uttan kjøt. Eitt upplagt høvi at halda kjøtfrían mánadag við eini grønmetislasanju. Tað er nevnliga eitt gott hugskot at hava ein dag um vikuna, sum er kjøtfríur, og soleiðis ansa eftir umhvørvinum, djóravælferðini og tíni heilsu. Kjøtfríur mánadagur er eitt átak, sum er at finna um allan heim, so hví ikki eisini í Føroyum? Eru flestu matvørurnar frá Grøn Balance, fært tú vistfrøðiligar vørur og minkar soleiðis eisini um inntakið av sproytievnum. Grønmetislasanja fyri 4-6 fólk: Lasanjusós: 2 hakkaðar leykir 2 súpsk av olivinolju 2-4 pungar av hvítleyki 2 tsk av oregano 4 stórrivnar gularøtur 3 stórrivnar sellarí stengur 1 skvassj 1 eggplanta 250 gr av smáhakkaðum soppum 1 dl av tomatpuré 1 dós av hakkaðum tomatum Salt og pipar Spinatfylla: 500 gr av frystum spinati 1 nevi av basilikum 1 ½ dl av róma 1 leyk 1 pung av hvítleyki Olivinolja Rivin muskatnøt Salt og pipar Mornaysós: 2 súpsk. av smøri 2 súpsk av hveitimjøli 3 dl av mjólk Smárivin muskatnøt 125 gr av mozarella osti skorin í smáar puntar Salt og pipar Lasanjuplátur frá Grøn Balance Lasanjusós Steik hakkaðu leykirnar í olivinoljuni í miðal hita til leykurin er klárur og bleytur. Stoyt smáttskornu sopparnar í og skúva upp fyri hitanum í uml. ein minut. Síðan stoytir tú restina av tilfarinum í og letur sósina smákóka í 1-3 tímar. Smakka til við salti og pipari. Spinatfylla Steik leykin á eini pannu við olivinolju, til teir eru bleytir og uttan at brúnka teir. Stoyt spinatið í og kóka til tað er tiðna. Stoyt avlopsvatn frá og koyr basilikum og róma í. Smakka til við rivnari muskatnøt, salti og pipari. Mornaysós Steik margarin í eini grýtu og stoyt mjølið í eitt sindur á gangin, meðan tú pískar. Tá tað er blivi til ein klump, pískar tú varliga mjólkina í inntil mjølið er upployst og sósin er jøvn. Lat tað kóka eina løtu til sósin er blivin kremut. Koyr síðan ostin í og rør inntil hann er bráðnaður. Smyr eitt eldfast fat og byrja við mornaysós, lasanjusós og spinatfyllu og síðan lasanjuplátur. Halt áfram til onki er eftir og enda við lasanjusós og einum lagi av mornaysós. Baka í ovninum við luft við 175 hitastigum í 25-30 min.
Reinur høsnagarður
Vistfrøðilig, frílendis-, skavingar- ella búr-: egg koma í nógvum ymiskum variatiónum, og tað verður mangan kjakast um tey. Okkara hønur kunnu ganga leysar úti og hava atgongd til reiðurkassar, vagl, báshálm, dagsljós og vistfrøðiligt fóður. Tað merkir sostatt, at tú og tín familja kunnu eta egg við góðari samvitsku og fáa leskilig vistfrøðlig egg til matna. Tað kann mangan vera trupult at minnast og kenna munin millum øll egg-sløgini. Økologisk Landsforening handan Ø-merkið í Danmark, hava gjørt eitt yvirlit, so tað er lættari at kenna munin. Trýst á myndina fyri at síggha yvirlitið og eitt nú printa tað út.

Fesk bláber alt árið
Tað er ongin orsøk at bíða til summarið við at matgera við leskiligum, feskum bláberum. Nú fært tú fesk vistfrøðilig bláber alt árið frá Grøn Balance í kølidiskinum. Til ber at nýta bláber til havragreytin, køkuna ella sum smoothie - tað er bert hugflogið, ið setur mørk. Her er tað Gunvør Reyðberg, ið hevur matgjørt eina leskiliga brownie køku við bláberja mousse við frystum bláberum frá Grøn Balance. Fylg okkum á Instagram og Facebook og fá íblástur til ein vistfrøðiligan og umhvørvisvinaligan gerandisdag. Tú kanst leita eftir gronbalance.fo á Instagram og Facebook.
Balance bollar við músli og súrepli
Músli kann brúkast til annað enn at stroya yvir jogurt. Royn eitt nú músli í bakstri. Grøn Balance hevur fleiri sløg av músli, so tað er bara at royna seg fram. Við at nýta vøru frá Grøn Balance og aðra vistfrøðiliga vøru, fært tú somuleiðis vistfrøðiligar bollar. Í hesari uppskriftini uppá bollar hava vit nýtt Grøn Balance mysli við frukt og kjarnum. Uml. 15 bollar 5 dl av lunkaðum vatni 50 gr av geri 2 súpsk. av vistfrøðiligum Grøn Balance hunangi 2 tsk av salti 2 súpsk av olju 2 dl av vistfrøðiligum Grøn Balance mysli við frukt og kjarnum 2 vistfrøðilig Grøn Balance súrepli, grovt rivin 8 dl av Grøn Balance vistfrøðiligum hveitimjøli Rør gerið í lunkaða vatnið og stoyt hunangin, saltið og oljuna í og rør runt. Stoyt mysli og rivnu súreplini og hveitimjølið í deiggið og rør runt. Deiggið skal vera klebrut. Breið eitt viskustykkið yvir bollan og lat tað ganga í 1 tíma. Brúk tvær skeiðir til at gera bollarnar við og legg teir á eina plátu við bakipappíri. Deiggið skal enn vera klebrut. Stillað ovnin á 225 hitastig og baka mitt í ovninum í uml. 15 min til teir byrja at fáa lit. Set teir á eina rist at køla niður.
Ókeypis vistfrøðiligur morgunmatur á G!
Leygarmorgun kl. 11 bjóðar Grøn Balance til ókeypis vistfrøðiligan morgunmat fyri øllum á tjaldingarøkinum á G! Eftir tríggjar dagar við nógvum góðum tónleiki, dansi og veitsluhýri, er gott at fáa okkurt gott í beinið og løða upp til seinasta kvøldið á G! Tískil bjóðar Grøn Balance til ókeypis heilsugóðan og vistfrøðiligan morgunmat leygarmorgun kl. 11 fyri øllum á tjaldingarøkinum. Grøn Balance teltið verður at finna við wc’ini á tjaldingarøkinum inntil allur maturin er uppi. Grøn Balance heldur sjálvandi grøna stílin eins og G! og nýtir umhvørvisvinaligan borðbúnað. Hóast borðbúnaðurin er umhvørvisvinaligur, er umráðandi, at vit rudda upp eftir okkum. So minnist til at koyra alt í ruskposar ella spannir, og soleiðis í felag halda Føroyar grønar og reinar.
Nýtt, nýtt, nýtt
Eitt nýtt húsfólk er komi í Grøn Balance familjuna, nevnliga smoothie til børn. Ein smoothie frá Grøn Balance er framleidd úr 100% vistfrøðiligari frukt og grønum, so tú við góðari samvitsku kanst geva tínum børnum ein munnbita, sum er uttan óneyðuga kemi. Tað er eisini umráðandi at frukt smakkar av frukt, tískil hevur Grøn Balance ikki koyrt smakkstyrkjarar so sum aroma, sukur og onnur søtevni í okkara nýggja smoothie. Tey trý sløgini innihalda bert natúrligt fruktsukur, so familjan kann njóta tann natúrliga og reina smakkin til fulnar. Tú fært hesi sløgini av vistfrøðiligum smoothie:- Banan, søtepli, súrepli og mango
- Ferska, súrepli, banan og mango
- Banan súrepli og jarðber

Rein matgleði
Tað verða ivaleyst færri matpakkar smurdir hesar dagarnar, nú summarfrítíðin er byrja hjá teimum flestu. Men matur smakkar best, tá hann verður etin úti. Tískil er ein góður matpakki við í hagan, í fjørðuna ella á biltúrinum ikki at forsmáa. Men tað er ikki líka mikið, hvat vit pakka okkara mat inn í. Bakipappír og millumløgupappír, sum ikki eru svanamerkt, eru yvirflatuviðgjørd fyri at vera vatn- og feittdygg. Tílík pappír eru mangan viðgjørd við flúrevnum ella silikoni. Hesi evnini eru oyðileggjandi fyri umhvørvið og vera mett at vera hormonórógvandi og krabbaelvandi. Tískil verður frárátt at børn og kvinnur, sum eru við barn, eta mat, sum hevur verið í sambandi við viðgjørt pappír. Millumløgu- og bakipappírið hjá Grøn Balance er svanamerkt, og er tískil uttan skaðilig evni. Gert tú tær somuleiðis ein matpakka við matvørum frá Grøn Balance, so tryggjar tú tær vistfrøðiligar vørur, sum eru uttan sprænuevni. Tað er rein matgleði :) Hugskot til matpakkan við Grøn Balance vistfrøðiligum vørum: Fullkornstykkir við pesto, egg, kál og tomat. Edamamebønur, agurkustengur og súrepli afturvið. Grøn Balance fæst í Miklagarði, Mylnuni og Bónus.
Ein biti við biti í
Rískeks er ofta eitt hitt millum børnini og upplagt at koyra í matpakkan. Rískeks eru tó ikki bert fyri børnini. Lætta og broyskna keksin egnar seg sera væl til eitt nú avokado, egg, pesto og smyrjisjokulátu - tað er bert hugflogið, ið setur mørk. Royn eitt nú okkara vistfrøðiliga laks og grønmeti til ein luksus vistfrøðiligan bita.
Edamame bønir við sesamfræi
Hesar hóska seg væl til munnbitar ella afturvið eitt nú fiskarættum. 1 posi av Grøn Balance edamamebønum 1 pungur av vistfrøðiligum hvítleyki 1 tsk av rivnari Grøn Balance ingifer 1 súpsk av Grøn Balance olivinolju 1 súpsk av Grøn Balance sesamfræum Snerk semsamfræini á eini turrari pannu inntil tey byrja at braka. Legg tey til viks. Stoyt kókandi vatn yvir bønirnar og lat standa eina løtu. Lat vatnið dryppa frá. Stoyt olju á eina pannu og koyr hakkaða ella pressaða hvítleykin og rivina ingiferið á. Steik eina løtu. Koyr síðan edamamebønurnar á pannuna og steik alt saman eina løtu. Koyr edamamebønurnar í eina skál og stroy sesamfræini útyvir. Væl gagnist :) Allar matvørurnar hjá Grøn Balance eru vistfrøðiligar. Grøn Balance fæst í Bónus, Mylnuni og Miklagarði
Grøn Balance bjóðar ókeypis morgunmat
Leygardagin 9. juni kl. 9-12 bjóðar Grøn Balance øllum til ókeypis vistfrøðiligan morgunmat við føroyskum mjólkaúrdrátti frá MBM. Baresso bjóðar ókeypis vistfrøðiligt kaffi og te. Morgunmaturin verður borðreiddur í Baresso í SMS kl. 9-12. Tað grøna valið Við at velja vistfrøðiligt fært tú mat við betri smakki og høgari góðsku, og tú sleppur undan skaðiligum evnum. Hevur tú ikki møguleika at velja vistfrøðiligt, so er at stuðla heimaframleiddum vørum og minka um útlátið, tí vøran ikki er flutt langa leið. Eitt nú er stutt frá mjólkabóndunum og MBM, og eisini selur MBM bert GMO frítt fóður til bóndirnar. Grøn Balance fæst í Miklagarði, Mylnuni og Bónus
Vistfrøðiligt summardjús
Burn Café hevur hjálpt okkum við at gera eitt frískt, vistfrøðiligt djús við fruktum og grønmeti frá Grøn Balance. Tú kanst eisini gera títt vistfrøðiliga summardjús heima:





Hevur tú etið morgunmat í dag?
Tað verður sagt, at morgunmaturin er týdningarmesta máltíðin á degnum. Eitt nú hava børn, sum eta morgunmat, lættari við at læra, enn tey sum ikki eta morgunmat, tí tey eru betri fyri.
Fleiri kanningar vísa eisini, at tey sum eta morgunmat taka minni uppá, enn tey sum ikki eta morgunmat. Men tað er ikki líka mikið, hvat vit koyra í okkara kropp - heldur ikki um morgunin. Havragrýn er eitt gott og heilsubetri boð uppá ein góðan morgunmat. Havragrýn hevur nevnliga eina góða ávirkan á okkara kropp.
Her eru 9 góðar orsøkir at byrja dagin við havragrýni:
1. Røktar títt blóðsukur Havrin inniheldur betaglukanir sum heldur blóðsukrið í javnvág og somuleiðis kolesterolið.
2. Hjálpir tær við at halda vektina Kanningar vísa, at tey sum eta havragrýn eru longri mett enn tey, sum eta eitt nú maisflykrur. Javnvágin í blóðsukrinum gevur eina mettu, sum ger, at tað er lættari at stýra sínum matarlysti og ikki fella fyri søtum og ósunnum freistingum.
3. Fyribyrgir hjarta- og æðrasjúkur og eisini krabba Trevjurnar í havranum ansa væl eftir tínum kroppi og lækka um vandan at fáa hjarta- og æðrasjúkur og krabba sum heild. Etur tú havra hvønn dag, so fellur deyðleikin millum 20 og 23 prosent á teimum álvarsligu, lívshóttandi sjúkunum, og kvinnur sum eta havra minst tvær ferð um dagin, minkað um vandan at verða rakt av sjúkunum við 30 prosentum.
4. Ein ørgrynna av antioxidantum Tað er eitt serligt slag av antioxidantum í havragrýni sum kallast avenanthramidir. Hesir antioxidantarnir fáa blóðkørini at víðka seg, so blóðið lættari fær runnið gjøgnum æðrarnar. Afturat tí, so sigast teir eisini at hjálpa við erkvisnari húð og eksemi.
5. Verja børnum ímóti at fáa astma Ein kanning vísti, at havri kann minka um vandan hjá lítlum børnum at fáa astma, um tey fáa tað bjóða heilt tíðliga.
6. Styrkir verjuskipanina Tað er tað høga trevjuinnihaldið saman við føðsluevnum so sum samansettar B-vitaminir, A-vitaminir og týdningarmikil mineral sum styrkja verjuskipanina og fyribyrgja infektiónir og aðrar sjúkur.
7. Gevur orku Síðan fornøldina hevur havragrýn verið nýtt fyri at eggja bæði kropp og sinn. Týdningarmiklu føðsluevnini halda kroppin virknan og hava eina jaliga ávirkan á sinnalagið. Vegna høga innihaldið av proteini, økja havragrýn eisini um vøddavøksturin.
8. Bøta um sodningina Loysandi tevjurnar stimbra um tarmrørslurnar og geva soleiðis eina lætta opning. Tað minkar somuleiðis um bruna og berjir niður vanligar plágur so sum búkpínu, luft í tarmunum og gasritis.
9. Betrar um nervalagið Í havragrýni eru E-vitaminir og samansettar B-vitaminir (B1,B2,B3), sum eru neyðugar fyri at uppihalda javnvágan í nervalagnum. Havragrýn kann geva ró, um tú líður av angist, strongd ella tunglyndi. Miniralini í havragrýni, halda javnvágan í nervavøddaskipanini, sum eru við til at fyribygja krampar, ússaligheit og onnur ódámlig eyðkenni.
Við at eta vistfrøðilig havragrýn sleppur tú somuleiðis undan eitrandi evnum.
Tú finnur Grøn Balance í Bónus Mylnuni og Miklagarði

Vistfrøðilig hagasóljukips
Nú prýða hagasóljurnar grønu oyggjarnar so vakurt. Men hagasóljur eru ikki bara vakrar. Tær kunnu eisini etast.
Til ber eitt nú at koyra tær í salatir, antin sjálvi blómuhøvdini ella bløðini, ella tú kanst gera vistfrøðilig hagasóljukips.
Her er uppskriftin til hagasóljuskips: 100 av hagasóljublómum 4 dl av Grøn Balance hveitimjøli 3 Grøn Balance egg 3 dl av vatni 2 súpsk av Grøn Balance olivinolju ella eini vistfrøðiligari olju uttan smakk 0,5 tsk av Grøn Balance hunangi 0,5 tsk av Grøn Balance oregano Brót blómuhøvdini av legginum og vaska tey væl. Píska egg, hveitimjøl, hunang og oregano væl saman. Hita oljuna og stoyt hana í eggjablandið. Stoyt síðan vatni í eitt sindur á gangin og píska væl. Dyppa blómuhøvdini í deiggið og steik á lætt smurdari pannu til tey gerast gyllin. Stoyt havsalt á og so er klárt at eta. Til ber eisini at koyra meiri av hunangi í heldur enn oregano fyri eina søtari útgávu. Tað er eisini gjørligt at nýta timian, rosmarin ella aðra kryddurt. Tað er bara at royna tað, tær dámar. Hevur tú roynt at matgjørt við hagasóljum? Send okkum hugskot og mynd á okkara Facebook síðu facebook.com/gronbalance.fo
Lekjandi sopi
Nú várið er komi, er krímið, næstan allir føroyingar hava ligið við, vónandi á veg burtur. Men tú kanst eisini hjálpa til við at kóka tær ein kopp av kamillute við eini skeið av hunangi í.
Hetta søgdu tey gomlu at vera ein lekjandi sopi. Hunangurin skal koyrast í teið eftir, at tað er kølna eitt sindur. Bakteriudrepandi ensymini í hunanginum vera brotin, tá tey liggja í hita, sum er yvir 50-60 hitastig. So ein temunnur við í mesta lagi 40 hitastigum við hunangi í er ein fullkomin sopi.
Tú kanst velja ta grønu loysnina hjá Grøn Balance, sum bæði hevur vistfrøðiligt kamillute og hunang. Vit kunnu leggja afturat, at hunangurin hjá Grøn Balance er royndarvinnari fyri sín leskiliga smakk og bleyta konsistens.

Søtt og gott
Næstan líka so gott sum ommusa súltutoy.
Grøn Balance hevur fleiri ymisk sløg av vistfrøðiligum súltutoyi. Við góðum jøvnum smakki og søtleika er tað perfekt uppá breyð ella í kakuna.
Royn eitt nú gamla kenningin ‘Abbasa skeg’ við súltutoyi frá Grøn Balance. Abbasa skegg 125 g av sukri 4 eggjablommur 300 g av hveitimjøli 2 tsk av bakipulvuri 1½ dk av mjólk Fylla 1½ dl av jarðberjasúltitoyi - ella tað slagið tær dámar best. Marengs: 4 eggjahvítar 250 gr av sukri Soleiðis gert tú: Rør smørið og sukrið væl saman, so tað gerst bleytt. Rør eggjablommurnar í, eina í senn. Stoyt mjøl og bakipulvur í og blanda við mjólkini. Stoyt deiggið í eina skuffu (30x40cm) og baka í 15 min við 170°. Tak kakuna út og smyr varisliga súltuitoyið á. Píska eggjahvítnarnar stívar og stoytt sukrið í, eitt sindur í senn. Smyr marengsið omaná og baka við 170° í 15-20 min. Vælgagnist :)
Reint til green
Tá tú keypir vistfrøðiligt grønmeti sleppur tú undan eini rúgvu av skaðiligum týningarevnum (pesticidum) og tungmálmi.
Vistfrøðiligt grønmeti inniheldur minni av vatni fyri hvørt kilo enn vanligt grønmeti, og tískil inniheldur tað meiri føðsluevni og smakkar av meira. Eitt nú hevur vistfrøðiligt grønmeti hægri innihald av flavonidum, sum eru antioxidantar, sum sigast at kunnu fyribyrgja krabba.
Grønmeti frá Grøn Balance er alt frá neyvt útvaldum veitarum, ið tryggja bestu dygd og besta smakk fyri rætta prísin. Allar vørurnar eru vistfrøðiligar og merktar við Ø-merkinum, ES-merkinum, ella báðum tveimum.
Grøn Balance hevur eitt fjølbroytt úrval av vistfrøðiligum grønmeti og frukt.
Tú fært Grøn Balance í Miklagarði, Bónus og Mylnuni.

Reinur høsnagarður
Við vistfrøðiligu eggunum hjá Grøn Balance kanst tú njóta tíni egg við góðari samvitsku og somuleiðis gera mun fyri djóravælferð og umhvørvið.
Tá tú velur vistfrøðilig egg frá Grøn Balance, stuðlar tú undir betri djóravælferð og einum reinari umhvørvi. Eggini koma einans frá donskum vistføðiligum hønum, sum liva tað góða hønulívið, so nær at teirra náttúrliga livihátti, sum gjørligt. Tað vil siga, at okkara høsn kunnu ganga leys úti og hava atgongd til reiðurkassar, vagl, báshálm, dagsljós og vistfrøðiligt fóður. Tær eta sjálvandi einans vistfrøðiligt fóður og teirra nev verða ikki klipt.
Ein góðan smakk í munnin
Tað er ymiskt hvat vit halda smakkar væl, men nógv halda at vistfrøðilig egg smakka best og hava eina vakrari blommu. Somleiðis vísa kanningar, at vistfrøðilig egg hava eitt hægri innihald av E-vitaminum, A-vitaminum, jodi og sinki, sum einamest er vegna fóðrinum hjá hønunum. Velur tú tískil vistfrøðiligu eggini hjá Grøn Balance, setur tú smakkin, heilsuna og samvitskuna í hásæti. Eggini hjá Grøn Balance geva sostatt góðan smakk í munnin í meiri enn einari merking.

Reinur vinnari
Vistfrøðiliga havragrýnið hjá Grøn Balance vann 6 stjørnur, tá Søndagsavisen royndi ymisk havragrýn.
Havragrýnið fekk sostatt tað mest loyvda tali av stjørnum. Tað er millum annað vegna teirra deiliga, broyskna mandlusmakk, at havragrýnið skilir seg úr mongdini.
Havragrýnið hjá Grøn Balance hevur Ø-merkið, Svanamerkið og somuleiðis Lyklaholið, sum er føðslumerkið fyri sunnan kost.
Royn havragrýnið til morgunmatin, antin kókað ella rátt.
Fæst í Miklagarði, Bónus og Mylnuni
Søtur vinnari
Hunangurin hjá Grøn Balance smakkar ikki bara væl, hann er eisini best í test!
Danska avísin Søndagsavisen metti hunangin hjá Grøn Balance at vera tann besti. Hunangurin stóð seg væl vegna sín søta, blómukenda smakk og at hann var passaliga bleytur. Bleyti hunangurin ger hann lættan at smyrja á breyði, og tú fært soleiðis ein leskiligan breyðbita afturvið einum drekkamunni.
Ver varin við at geva smábørnum hunang
Á hunanginum stendur at lesa, at ein ikki skal geva smábørnum undir eitt ár hunang. Hetta er vegna bakteriuni Clostridium botulium, sum kann vera í hunangi, og sum kann geva álvarsliga mateitran. Størri børn og vaksin kunnu uttan trupulleikar sjálvi berja bakteriunar niður við hjálp av vanligum tarmbakterium

Reint mjøl í posanum
Rættuligt breyð tørvar, rættuligt mjøl.
Tey vistfrøðiligu mjølsløgini frá Grøn Balance eru gjørd úr vistfrøðiliga veltum kornsløgum, har tað bert verða nýtt tøð, jarðbetrandi evni og sproytievni, sum eru góðkend til vistfrøðiligan landbúnað.
Tað er ikki loyvt at nýta strástyttandievni, og hugsað verður um sum heild burðardygt í allar framleiðsluni. Tað er heilt frá kornium á markini til tað lidna mjølið á hyllunum.
Tú fært vistfrøðiligu mjølsløgini frá Grøn Balance í Miklagarði, Bónus og Mylnuni.
Grøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.