Pinkubarnaskrínið

Treytir fyri bílegging av Pinkubarnaskríninum frá Grøn Balance og tilmelding av tíðindaskrivi hjá SMS samtakinum:

Pinkubarnaskrínið

Pinkubarnaskrínið er til øll tey, sum júst hava fingið eitt barn. Í skríninum er ymisk vøra frá Grøn Balance. Innihaldið kann vera skiftandi. Skrínið er ókeypis og fæst bert við at vísa føðibrævið og skráseta seg her á síðuni.

Pinkubarnaskrínið kann bíleggjast, tá barnið er føtt og upp til 3 mðr eftir føðing. Er skrínið ikki heintað innan 3 mðr eftir føðing, dettur bíleggingin burtur.  Eitt Pinkubarnaskrín kann bíleggjast fyri hvørt barn og bert eitt Pinkubarnaskrín til hvørt húski um árið. 

Bæði tíð og stað skal veljast, tá Pinkubarnaskrínið verður bílagt.

Pinkubarnaskrínið kann heintast, tá ið tú hevur fingið føðibræv og hevur skrásett teg her á heimasíðuni.  

Tað er í fyrsta lagi 3 arbeiðsdagar eftir skráseting í Bónus handlunum ella Miklagarði.

Fyri at fáa Pinkubarnaskrínið, skal føðibrævið vísast á staðnum.

Innihaldið í skríninum er skiftandi og fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum ella vørum, ið ikki fáast longur.

Tíðindaskriv

Við at bíleggja Pinkubarnaskrínið, skrásetur tú teg samstundis til tíðindaskrivið hjá SMS samtakinum. Tú kanst altíð avmelda tíðindaskrivið við leinkjuni, sum er at finna í tíðindaskrivinum.

Við hesum váttar tú somuleiðis, at tú ert yvir 18 ár.

 

Grøn Balance finnur tú her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.