Cookie Politikkur
Vit nýta hesar cookies á okkara heimasíðu. Í høvuðsheitinum er talan um cookies sum samla hagtøl yvir vitjandi.
Heiti | Eigari | Endamál | Gongur út | Slag |
_ga | Hagtøl | Um 2 ár | HTTP | |
_gid | Hagtøl | Um eitt døgn | HTTP | |
_gat_gtag | Hagtøl | Beinanvegin | HTTP | |
moove_gdpr_popup | Moove Agency | Cookie váttan popup | Beinanvegin | HTTP |
Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Hvørji vit eru
Hesin politikkur er galdandi fyri okkara heimasíðu, https://www.gronbalance.fo/.
Hvørjar persónligar upplýsingar vit samla og hví
Sambandsfrymlar
Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at hendan heimasíða kann nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum.
Vanliga verður spurgt eftir: teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari.
Cookies
Um tú leggur eina viðmerking á okkara heimasíðu, loyvir tú okkum at goyma títt navn, tín teldupostbústað og heimasíðu í farsporum (cookies). Hetta er til tín hentleika, so tær ikki nýtist at tøppa inn tínar upplýsingar av nýggjum, tá tú leggur eini boð afturat á heimasíðuni. Hesi farspor eru galdandi í eitt ár.
Um tú hevur ein brúkara og innritar á hesa heimasíðu, seta vit eitt fyribils farspor fyri, at staðfesta um tín netkagi loyvir nýtslu av farsporum. Hetta farspor inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður strikað tá tú sløkkjur netkagan.
Tá tú innritar seta vit fleiri farspor, fyri at goyma tínar innritingarupplýsingar, tíni persónligu val og uppseting í umsitingini. Um tú velur “Minst til mín” undir innritan, heldur tín innritan í tvær vikur. Um tú útritar, verða øll farspor strikað.
Um tú broytir ella útgevur eina grein, verður enn eitt farspor lagt í tín netkaga. Hetta farsporð inniheldur ongar persónligar upplýsingar, og goymir einans eymerkingarnummari á greinini, sum tú júst hevur broyt. Hetta farspor fer úr gildið eftir einum degi.
Greining (analytics)
Google Analytics er ein netgreiningatænasta, sum er útvega av Google Inc. (“Google”). Google brúkar upplýsingar ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur.
Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egna lýsingarplatformi.
Persónligir upplýsingar ið teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúk.
Viðgerðarstað: United States – Privacy Policy – Opt Out. Privacy Shield participant.
Hvussu leingi vit hava tínar upplýsingar
Um tú skrivar eina viðmerking, verður viðmerkingin og tað metadata, ið hoyrir til goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er av teirri grund, at vit kunnu kenna brúkaran aftur og vátta øllum eftirfylgjandi viðmerkingum sjálvvirkandi, í staðin fyri at hava eina kø av viðmerkingum, sum skulu eftirhyggjast.
Fyri tey ið skráseta seg, sum brúkara á okkara heimasíðu (um møgulleiki er til tað), goyma vit teir persónligu upplýsingar, sum tey geva á teirra vanga. Allir brúkarar kunnu síggja, broyta og strika sínar persónligu upplýsingar til eina og hvørja tíð (undantikið at broyta brúkaranavn). Umsitararnir av heimasíðuni kunnu eisini síggja og broyta hesar upplýsingar.
Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.
Tíni rættindi sum skrásettur
Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásettur altíð hesi rættindi:
- Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
- Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
- Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
- Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
- Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
- Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
- Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.
Hvar vit senda tykkara upplýsingar
Viðmerkingar kunnu vera sendar ígjøgnum eitt automatiserað spamfiltur.
Allir upplýsingar og data verða hýst í Onglandi.

Grønt er gott - eisini um veturin
Men hvussu gert tá, tá vetrartíðin setur sínar avmarkingar á hvat kann koma upp úr moldini? Tú hyggur sjálvandi í frystiboksina, har tað bóglnar av alskins vistfrøðiligum leskibitum. Her fæst tað grøna nevnliga alt árið.
Tað er ongin skomm at velja fryst-grønt, tí tað er ein hópur av smakki og biti í teimum grønu pettunum, tá tey eru tiðnaði. Og tey halda jú leingi, so tú, oman á tað heila, minkar um matoyðsl! Tú sleppur har afturat undan at skola og skera - tað er nevnliga gjørt fyri teg.
Fryst grønmeti er eitt líka gott val og onkuntíð betri væl enn frískt grønmeti. Kanningar vísa, at fryst grønmeti hevur eitt hægri føðsluvirði enn frískt grønmeti. Hetta kemst av, at frískt grønmeti verður innflutt alt árið runt og liggur mangan á goymslu, áðrenn tað verður selt. Fryst grønmeti verður hinvegin heysta í bestu tíð á árinum og fryst beinaveg og tí varðveita tey føðsluvirði.
Heilsumyndugleikarnir viðmæla, at tú velur grova grønmeti, so sum brokkoli, leyk, ertrar, bønir og rótfrugtir. Et so nógv tú vilt og endiliga til allar máltíðirnar.
Nýt eitt nú grønmeti í eitt leskiligt fat, tertu ella omulett. Tað nýtist í øllum førum ikki at vera keðiligt.

Heimagjørd vistfrøðilig knekkbreyð
Tú kanst nú gera tíni egnu vistfrøðiligu knekkbreyð heima. Nýt eitt nú havragrýn, sesamfræ, hørfræ, sólblómukjarnur, graskarkjarnur, rug- og hveitimjøl og olivinolju frá Grøn Balance.
Kendi danski kokkurin Claus Meyer, hevur eina frálíka og lætta uppskrift uppá knekkbreyð við omanfyrinevnda tilfarinum. Fá uppskriftina her:
Tilfar:
1 dl av havragrýni
1 dl av sesamfræi
1 dl av hørfræi
1 dl av sólblómukjarnum
1 dl av graskarkjarnum
2½ dl av hveitimjøli
1 dl av rugmjøli
1 tsk. av bakipulvuri
1 tsk. av salti
2 dl av vatni
1¼ dl av olivinolj
Soleiðis gert tú:
Rør alt uttan vatn og olju saman. Stoyt síðan olju og vatn í og rør til alt er væl blanda. Koyr deiggið í tvey.
Rulla bæði deiggpettini millum tvey ørk av bakipappíri til tey hava eina javna tjúkt, uml. 2-3 mm. og legg tey á eina bakiplátu. Sker deiggið í fýrkantar við einum knívi ella líknandi. Baka knekkbreyðini í 15-20 min við
180º til tey eru broyskin og gylt.
Tak knekkbreyðini úr ovninum og lat tey kølna á eini bakirist. Goym knekkbreyðini í einum lufttættum ílæti. Tey kunnu soleiðis halda sær í 2-3 vikur.
Prei: Koyr 50 g av grønmeti í deiggið, eitt nú reyðrót, gularót, sellari ella graskar og soleiðis fært tú knekkbreyð í alskins litum.
Koyr eitt nú avokado, tomat, purleyk og egg á knekkbreyðini .
Les fleiri prei og fá íblástur til fleiri uppskriftir frá Claus Meyer her:
https://www.meyersmad.dk/lav-mad/opskrifter/knakbrod-med-horfro-og-graskarkerner/

Fiskalasanja
Leskiligi, føroyski fiskurin hóskar sera væl í eini fiskslasanju . Til ber at finna nógva vistfrøðiliga vøru frá Grøn Balance til at gera lasanju við og soleiðis minka um haldevni, litevni og sproytieitri í tínum mati.
Okkum dáma serliga væl hesa uppskriftina og hava hoyrt, at børnunum eisini dáma hana sera væl:
150 g av Grøn Balance gularótum
1 posi av frystum Grøn Balance spinati
0.5 l av mornaysós
450 g av fiski
Grøn Balance fullkornslasanjuplátur
100 g av osti
4 súpsk av Grøn Balance raspi
Salt
Pipar
Rív gularøturnar grovt og sker fiskin í smáar bitar. Blanda gularøturnar, tiðnaða spinatið og mornaysósina saman og krydda við salti og pipari. Legg fyrst spinatblandið í eldfasta fatið, síðan fiskin og lasanjuplátur omaná og halt áfram til fatið er fult. Stroy við osti og enda við raspi.
Set ovnin á 180 gradir og baka í eini 45 min.
Tilfarið fæst í Miklagarði, Mylnuni ella Bónus.

Natúrligur litur í tínum eggi
Í vistfrøðiligum eggi hevur reyðin natúrligan lit og skiftir alt árið ímillum at vera reyðgulur til meira bleikgulur, tí í vistfrøðiligari framleiðslu er forboðið at koyra tilevnað litevni í fóðrið til høsn og húsdjór. Hvat liturin á egginum er, veldst um, hvat fóður høsnini fáa, og tað er munur á tí vistfrøðiliga fóðrinum frá summari til vetur. Men tað er tann sami góði smakkurin alt árið.

Nú er vistfrøðiligi ahornssiroppurin eisini komin í familjuna
Tað leggjast í heilum vørur afturat Grøn Balance familjuni, og ein tann seinasti familjulimurnin er ahornssiroppurin. Ahornssiroppurin er tappaður úr kanadiskum ahornstrøum, kókaður inn til ein intensan sirop fullan av søtleika. Siroppurin hóskar væl afturvið pannukøkum, omaná skyr og í bakstur.
Fyrimunir við vistfrøðiligari vøru
Tað eru væl fleiri fyrimunir enn vansar við at velja tí vistfrøðiligu vøruna. Vansin er, at vistfrøðiliga vøran kann vera dýrari enn tann ikki-vistfrøðiliga vøran, men fyrimunirnir eru m.a. at vistfrøðiligar vørur eru uttan sproytievni, litevni, søtevni, smakkevni og GMO, tað er avmarka nøgd av ílatingarevnum og betri fyri djóravælferðina og náttúruna og tær smakka ofta betri. Vistfrøðiligar vørur eru sostatt reinari og eitt betri væl fyri tína heilsu og náttúruna. Slepp undan sproytuevnum, tá ið tú etur vistfrøðiligt Vistfrøðiligar matvørur verða framleiddar uttan, at evnislig sproytievni og kunsttøð verða brúkt, og sum tann ikki-vistfrøðiligi bóndin kann brúka til at drepa ókrút, skaðadjór og soppasjúkur við. Hesi kemisku evnini eru eitrað, men tað er loyvt at brúka tey, um tað bara er ein lítil nøgd eftir í teimum lidnu matvørunum. Tað hevur við sær, at vistfrøðiligi bóndin ikki kann velta somu nøgd av grøði sum ikki-vistfrøðilig bóndin, og tað kostar meir. Men tað merkir eisini, at tú sleppur undan sproytiloyvdum evnum í agurkum og gularótum. Heilsu- og smakkbetri vørur Summar vistfrøðiligar vørur innihalda fleiri føðsluevni og heilsufremjandi evni enn ikki-vistfrøðiligu matvørurnar. Ofta inniheldur vistfrøðiligt grønmeti minni vatn fyri hvørt kilo enn ikki-vistfrøðiligt grønmeti, og tí hevur tað eina størri samanseting av føðslu- og smakkievnum. Eisini innihaldið av øðrum evnum kunnu vera størri í vistfrøðiligum vørum. Eitt nú inniheldur vistfrøðilig mjólk meira omega-3 enn ikki-vistfrøðilig mjólk, og vistfrøðiligar tomatir hava eitt størri innihald av flavonidum, sum eru antioxidantar, ið møguliga kunnu fyribyrgja krabba. Vistfrøðilig súrepli smakka av meira, tí tey hava millum 4 og 6,7 prosent meiri sukur í sær enn ikki-vistfrøðilig súrepli. Haraftrat eru tey meiri føst í fruktkjøtinum enn ikki-vistfrøðilig súrepli av sama slag. Matsminka ger børn ovurvirkin Gransking vísir, at børn, sum fáa miðalstórar nøgdir av tilgjørdum lit- og ílatingarevni, verða meiri hyperaktiv og hava verri við at hugsavna seg og læra í skúlanum. Øll hesi evni eru forboðin í vistfrøðiligum matvørum. Tað eru serstakliga litevni og tað nógv brúkta haldevnið, natriumbenzoat (E211), ið standa fyri skotum. Fleiri grundir til at sýta fyri GMO Genspleysing er ein mannagongd, har arvaligir eginleikar verða fluttir frá einum slag til eitt annað, hóast eitt nú ein planta og ein bakteria ongantíð kunnu blanda sínar eginleikar natúrliga. Við genspleysing ber til at skapa Genetiskt Modifiseraðar Organismur (GMO). Grundir til at sýta fyri genspleysing: Tær biologisku og arvaligu avleiðingarnar eru ókendar og óbøtiligar, tí tær arvast frá ættarliði til ættarlið. Tær heilsuligu avleiðingarnar eru ikki kannaðar út í æsir. Breiða genspleysarar plantur seg í náttúruni, fæst ikki yvirlit yvir avleiðingarnar. GMO er forboðið í vistfrøðiligum landbúnaði. Tó kunnu sjúk djór fáa heilivág, sum er framleidd við genspleysing, tí tað er mangan tann einasti heilivágurin, ið fæst. Hóast genspleysað grøði (GMO) ikki verður velt á donsku jørðini enn, so fáa tey donsku ikki-vistfrøðiligu neytini, svínini, høsnini og høsnarungarnir eina rúgvu av GMO í fóðrið. Í Danmark eru bara vistfrøðilig húsdjór av ymsum slag GMO-frí. Í Føroyum eru mjólkineyt yvirhøvur GMO-frí.
Grøntobur: 10 matvørur eru keldur til 75 prosent av sproytievnum
Vilja vit sleppa undan eini rúgvu av sproytitilfari í gerandisdegnum, so kunnu hesar 10 matvørurnar býtast um við vistfrøðiligar matvørur, tí tær vistfrøðiligu eru uttan sproytievni. Við at býta júst hesar um við vistfrøðiligar sleppa vit undan upp til 75% av sproytievnum. Tað nýtist sostatt ikki at vera ein kollvelting at eta vistfrøðiligt og sleppa undan eini rúgvu av sproytievnum. Tað er Danmarks Naturfredningsforening, sum hevur gjørt listan út frá tølum hjá DTU Fødevareinstituttet í Danmark og eftirlitinum við sproytievnum hjá Fødevarestyrelsen. Súrepli 23 prosent av ikki-vistfrøðilgum donskum súreplum og 64 prosent av ikki-vistfrøðiligum útlendskum súreplum innihalda leivdir av sproytievnum. Í teimum donsku súreplunum hevur man mált seks ymisk sløg av sproytievnum, meðan tey útlendsku eru uppi á fjúrtan ymiskum. Hveitimjøl 17 % av ikki-vistfrøðiligum hveitimjøli innihaldur loyvdir av sproytievnum, meðan alt ikki-vistfrøðiligt mjøl frá útlandinum hava leivdir av sproytievnum. Onki sproytievni er í vistfrøðiliga mjølinum - hvørki úr Danmark ella útlandinum. Tomatir Í 8% av teimum ikki-vistfrøðiligu donsku tomatunum og heili 62% av teimum ikki-vistfrøðiligu útlendsku funnu tey leivdir av sproytievnum. 3 ymisk sløg av sproytievnum vóru í teimum donsku og 19 sløg í teimum útlendsku. Allar tær vistfrøðiligu tomatirnar - donsku og útlendsku - eru uttan. Perur 36 % av teimum ikki-vistfrøðiligu donsku perunum og heili 92% av teimum ikki-vistfrøðiligu útlendsku hava leivdir av sproytievnum. Tað vóru 4 ymisk sløg av sproytievnum í teimum donsku og 49 sløg í teimum útlendsku. Onki bleiv funnið í teimum donsku og útlendsku vistfrøðilgu perunum. Reyðvín Eisini í reyðvíni er nógv sproytievni at finna. 47% av ikki-vistfrøðiliga reyðvíninum hevði leivdir av sproytievni í royndunum og 9 ymisk sløg av sproytievnum. Onki var at finna í tí vistfrøðiliga reyðvíninum. Víndrúvur Methavarin vóru víndrúvurnar, tá tað snýr seg um mongdina av sproytieitri. Man fann heili 30 ymisk sløg í teimum ikki-vistfrøðiligu í 73% av royndunum. Ongar leivdir vóru at finna í teimum vistfrøðiligu. Salat 25 % av tí danska ikki-vistfrøðiliga salatinum innihildu leivdir av fimm ymiskum sproytievnum, meðan 56% av teimum útlendsku ikki-vistfrøðiliga salatinum høvdu leivdir av sproytievni frá 11 ymiskum sløgum. Ongar leivdir vóru at finna í tí vistfrøðiliga salatinum. Eplir Í 15% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu eplunum eru tað leivdir av sproytievni, og tað sama ger seg galdandi fyri 37% av teimum útlendsku eplunum. Tey funnu tvey ymisk sløg av sproytievni í teimum donsku eplunum og trý í teimum útlendsku. Onki sproytievni bleiv funnið í einum vistfrøðiligu eplunum. Agurk Tað vóru leivdir av sproytievnum í 57% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu agurkunum og í 62% av teimum útlendsku. Ongar leivdir vóru í teimum donsku vistfrøðiligu agurkunum, men tey funnu leivdir í trimum royndum at teimum sponsku frá 2015. Fødevarestyrelsen í Danmark metti, at nýtslan ikki var ætla. Jarðber Tað er í jarðberunum, at tað oftast verða funnin leivdir av sproytieitri. Tað vóru leivdir av sproytieitri í 74% av teimum donsku ikki-vistfrøðiligu jarðberunum og 86% av teimum útlendsku ikki-vistfrøðiligu jarðberunum. Í teimum donsku voru tað 13 ymisk sløg av sproytievnum og og í teimum útlendsku var talið 22. Tað vóru ongar leivdir í teimum vistfrøðiligu jarðberunum - hvørki teimum donsku ella útlendsku.
Kapping á Facebook og Instagram
Í sambandi við Grøntobur lata vit vistfrøðiliga Leypin frá Miklagarði í fýra vikur og eina rúgvu av vistfrøðiligum og umhvørvisgóðum vørum frá Grøn Balance til ein hepnan vinnara. Leypurin hjá Miklagarði er ein skipan, har tú eina ferð um vikuna fært upp í ein leyp av frukt og grønmeti koyrdan til dyrnar. Vøran kemur til landið mánadag. Leyparnir verða pakkaðir týsmorgun, og seinnapartin verða teir koyrdir til tínar dyr. Tað einasta tú skalt gera, er at fara inn á uppslagið á antin Facebook ella Instagram og frámerkja ein vin, sum skal forkelast. Vit draga millum øll svarini 01. novembur
Granskarar rópa varskó: Barnakonur, etið vistfrøðiligt!
Við støði í granskingum viðmæla fleiri granskarar, at barnakonur eta vistfrøðiligt, tí ávís týningarevni kunnu skaða tað ófødda barnið. Tað kann til dømis elva til vánaligari rørsluførleika, størri vanda at menna ADHD og 3-5 stig lægri IQ í skynsemisroyndum. Hetta eru nakrar av avleiðingunum av, at mammur og børn hvønn dag eru fyri skordýraeitri sum chlorpyrifos í gerandiskostinum. Chlorpyrifos er ólógligt at brúka í Danmark, men vit fáa eiturleivdirnar frá innfluttari frukt sum sitrusfrukt, banan og súrepli. Sum leiðreglurnar eru í dag, verður nýtslan av kemiskum evnum í matvørum ikki bannað fyrr enn tað er prógva, at tey eru skaðilig. Enntá eftir, at tað er prógvað, at tey kemisku evnini eru skaðilig, verða uppaftur fleiri framvegis brúkt. Aftrat tí eru fleiri túsund evni ikki kannað enn. Umleið 1000 av teimum hava enntá víst seg at hava skaðilig árin á menningina av heilanum, tá ið tey hava verið roynd við djórum. “Tað er ábyrgdarleyst at bíða, til vit hava samlað nágreinilig skjalprógv fyri tey skaðiligu árinini av øllum eiturevnunum. Vit hava bara EIN møguliga at menna tann heilan, sum er avgerandi fyri okkara lívsgóðsku og virkni restina av lívinum” - Philippe Grandjean, professari á Institut for Sundhedstjenesteforskning á Syddansk Universitet.
Grøntobur: Kokkteyleffektin
Vit verða øll útsett dagliga fyri nógva ymiska evnafrøði frá nógvum ymiskum keldum. Tað sama er galdandi fyri títt barn. Hóast tey evnafrøðiligu evnini halda lógina og eru rættiliga veik, vísa kanningar, at samansetingin av teimum ymisku evnunum kann virka hormonórógvandi ella heilsuskaðilig. Eisini sjálvt um evnini hvør sær ikki eru ein vági. Tað er hetta, ið verður rópt ‘kokkteyleffektin’. Tað vil siga, at heilsuskaðilig evni ella illgrunasom evni ikki nýtast at vera ein vági í einari einstakari vøru. Vágin stendst av, at tú og títt barn kunnu dagliga vera útsett fyri hesum evnum frá nógvum ymiskum keldum. Av tí at børn eru serliga viðkvom, er tað eyka umráðandi, at vit eru tilvitað um óynskt evni í gerandisdegnum hjá okkara børnum. Vit kunnu tíbetur tynna tann evnafrøðiliga kokkteylin við millum annað at fáa okkum: Góðar matvanar - et vistfrøðiliga Góðar innkeypsvanar - keyp svanamerktar vørur Góða inniluft - sløkk tað elektriska og bein støv o.a. burtur.
Grøntobur: Matsminka ger børn ovurvirkin
Fleiri foreldur kenna tað ivaleyst. Børnini hava etið bomm og gerast vill og rokalig aftaná. Vit hava givið sukrinum skyldina, men nú er tað staðfest, at tað ikki er sukrið, men litevnini og onnur ílatingarevni, sum gera børn hyperaktiv. Gransking vísir nevnliga, at børn, sum fáa miðalstórar nøgdir av tilgjørdum lit- og ílatingarevnum(E-nummur), verða meiri hyperaktiv og hava verri við at hugsavna seg og læra í skúlanum. Øll hesi evni eru forboðin í vistfrøðiligum matvørum. Tað eru serstakliga litevni og tað nógv brúkta haldevnið, natriumbenzoat (E211), ið standa fyri skotum.* Hesi evni eru mangan at finna í góðgæti, saft, sodavatn og tílíkari matvøru. Tá tú drekkur vistfrøðiliga saft, etur vistfrøðiligan ís, sjokulátu ella annað vistfrøðiligt góðgæti, sleppur tú undan í alt 22 tilgjørdum søtevnum, so sum aspartam, sorbitol og natrium cyclamat, sum eru loyvd í ikki-vistfrøðilgum vørum. Slepp undan 330 E-nummrum. Matvøruíðnaðurin í ES hevur vanliga loyvið at nýta 379 ymisk ílætingarevni við E-numrum: haldevni, litevni, antioxidantir, søtevni osfr. Í vistfrøðiligum mati er bert loyvi at nýta 49 av hesum evnum - hini 330 eru bannaði. Tey 49 ílatingarevnini eru loyvd í vistfrøðiligum vørum, har tað er neyðugt at brúka tey. Tað er eitt nú loyvt at brúka guargummi (E412) til at geva røttu tjúktina í ketsjuppi, salatdressingi og øðrum vørum. Guargummi fæst úr plantum. *Kelda: Bretska læknavísindaliga blaðið The Lancet
Grøntobur: Eru vørur við góðari kemi dýrari?
Danska sendingin, Magasinet Penge á DR1, gjørdi í fjør eina kanning, har tey kannaðu sambandið millum pengar og vørur við góðari kemi. Orsøkin til kanningina var, at tað í 2014 bleiv gjørd ein kanning fyri Miljømærkning Danmark, sum staðfesti, at heili 28 % av dønum ikki keypa svanamerktar vørur, tí tey halda, at tær eru dýrari. Tí valdi Magasinet Penge, at royna pástandin, við at lata eina familju bert keypa svanamerkta vøru, tá tey keyptu inn. Tey vóru sera bilsin, tá tey sóu, at svanamerktu vørurnar vóru 12% bíligari enn vørurnar við óneyðugari kemi. Kanning sum brúkararáðið, Tænk, gjørdi av 10 vørusløgum, vísti somuleiðis at tær svanamerktu vørurnar vóru bíligari. Her vóru heili 8 út av 10 vørum við svanamerkinum bíligari enn tær við óneyðugari kemu. Hetta var galdandi fyri sjampo, vaskievni, universalsápu, andlitskrem, sólkrem, gummistivlar og klappvognar. Grøn Balance gjørdi eina lítla roynd í einum handli í Føroyum av 9 ymiskum svanamerktum vørum frá Grøn Balance og samanbar tær við vørur við óneyðugari kemi, og hetta vísti, at tær svanamerktu vørurnar vóru heili 80 % bíligari. Vørurnar vóru: vaskievni til klæði, uppvaskitablettir, universalsápa, vesireins, vattrundellir, deodorant, bodylotion, shower gel og dagkrem. 9 út av 9 vørum við svanamerkinum vóru bíligari, og tað var alt frá einari krónu til trýss krónur á muni. Svanamerktar vørur eru sostatt betri fyri bæði heilsuna, umhvørvið og mappuna!

Grøntobur: Vinn 1000 kr hvønn dag á Torginum í SMS
Grøntobur er hesa vikuna á Torginum í SMS. Í tí sambandi letur SMS hvønn dag eitt gávukort upp á 1000 kr. Tað einasta tú skalt gera, er at koma framvið Torginum, útfylla ein lepa og tú ert við í lutakastinum um eitt gávukort upp á 1000 kr frá SMS. Síggjast á Torginum í SMS :)
Grøntobur á Torginum í SMS
Grøntobur vitjar á Torginum í SMS 8.-13. oktobur. Har verður gjørligt at fáa ymsa kunning um vistfrøði og umhvørvi. Eisini verður gjørligt at síggja ein part av tí stóra úrvalinum sum er at fáa av vistfrøðiligum og umhvørvisgóðum vørum. Dagstovnarnir í býnum eru somuleiðis vælkomir til ókeypis, vistfrøðiliga frukt mánadag til fríggjadag kl. 9.30-11.30.
Familjur ótu seg frá eiturevnum
Mongdin og samansetingin av eiturevnum í landinum hjá teimum luttakandi minkaði týðandi, tá fimm familju ótu vistfrøðiligan mat í 14 dagar. Danmarks Naturfredningsforening gjørdi í fjør eina kanning har fimm familjur fingu kanna teirra land fyri sproytievni áðrenn og eftir tey høvdu etið einans vistfrøðiligan mat í 14 dagar. Áðrenn kanningina, ótu tær fimm familjurnar mest vanligar matvørur, og tá funnu tey leivdir frá sproytievnum í 51 prosent av royndunum. Aftaná 14 dagar við vistfrøðiligum kosti var mongdin av landroyndum, við sproytievnum í, minka niður í 23 prosent, og sjálva samansetingin av sproytueitri var minka nógv. Eisini fall mongdin av royndum, har ávís sproytuevni lógu yvir miðaltalið fyri hvat er vanligt, frá 32 til 9 prosent. Lisbeth E. Knudsen, sum er professari á Institut fyri Folkesundhedsvidenskab á Københavns Universitet, sigur um kanningina: "Tað frøðir meg, at tað sæst ein so týðiligur munur at eta vistfrøðiligt, tá vit vita at meginparturin av sproytieitrinum, sum tey her hava kannað, hava neilig árin á okkara heilsu. Á hendan hátt er tað fyribyrgjandi fyri okkara heilsu at velja matvørur, sum ikki eru sproytaðar." Sambært professaranum, so vil vandin fyri at gerast sjúk av at eta sproytaðar matvørur økjast við mongdini og samansetingini av sproytievnum í okkara kroppum. "Um vit hava eina høga mongd av sproytievnum í kroppinum, so er tað enn størri vandi fyri at gerast sjúk ella at gera fostrið sjúkt" sigur Lisbeth E. Knudsen og sipar til barnakonur, sum hon viðmælir at eta vistfrøðiligt. Eitt nú er skorðdjóraeitrið chlorpyrifos, sum 14 út av teimum 16 kannaðu familjulimunum høvdu í landinum áðrenn royndina, ein hóttan fyri eitt fostur, tí chlorpyrifos leypir á nervalagið, og kann skaða menningina av heilanum. Tað er ikki loyvi at nýta chlorpyrifos í Danmark, men er at finna í fruktini og grønmetinum, sum verður innflutt úr øðrum londum Tú kanst velja Vilt tú sleppa undan sproytievnum, so er at velja vistfrøðiligar matvørur, sum allar eru uttan sproytievni, tí vistfrøðiligu bóndirnir, hava ikki loyvi at nýta sproytieitur fyri at berja niður skorðdýr, ókrút o.a. Vistfrøðiligu vørurnar eru allar merktar við danska, reyða Ø-merkinum ella ES-merkinum fyri vistfrøði. Kelda:dn.dk
Oktobur er grønur
Grøntobur er eitt átak har sjóneykan verður sett á vistfrøði og umhvørvi. Í ein mánaða kunnu føroyingar royna ein grønari lívstíl, har hugsað verður um, hvat vit koyra í okkum og út í náttúruna. Hetta er ein roynd at fáa føroyingar meiri tilvitaðar um valini í gerandisdegnum. Eitt av vørumerkjunum hjá Føroyum er, at tær eru grønar bæði í útsjónd og sum umhvørvi, og tað kunnu tær áhaldandi vera - eisini ein gráan heystardag í oktobur. Átakið Grøntobur hevur til endamáls at kunna føroyingar meira um vistfrøðiligar og umhvørvisgóðar vørur, bæði heilsuna og umhvørvinum til gagns. Hvat er vistfrøði? Hví vistfrøði? Hvat merkir Svanamerki? osfr. Tað er av týdningi at fólk gerast meiri greið um hesi viðuskifti, so tey vita hvat tey velja til og frá og soleiðis kunnu taka meiri tilvitaði val, tá keypt verður inn í gerandisdegnum. Ein avbjóðing í Føroyum kann vera atgongdin til grønu vørurnar í handlunum, tí tað kann vera stórur munur á úrvalunum í størri og smærri økjunum. Grøntobur kann soleiðis gera hesi viðurskifti meiri sjónlig, og kundin kann eisini gera vart við seg. Somuleiðis kunnu føroyingar, sum búgva í økjum, har tað er langt ímillum tær grønu vørurnar, fáa góð ráð um, hvussu tey kunnu liva eina grønari tilvera við teimum møguleikum sum eru.
Matpakkapappír við umhugsni
Nú eru góð tíðindi til allar mateskjur um alt landið. Við Grøn Balance kanst tú pakka matpakkarnar inn í umhvørvisrætt matpakkapappír, tí matpakkapappírið hjá Grøn Balance er svanamerkt. Tað vil siga, at tú sleppur undan fluorevnum í tínum matpakka. Fluor er eitt nú at finna í pizzabakkum, steikipannum, skóm, mikroovnspoppkorni og matpakkapapíri. Tað er trupult at niðurbróta fluorevnini, og tískil hópast tey upp í djórum, plantum og menniskjum. Tað vil siga, at vit vera støðugt útsett fyri evninum. Fluor í smáum mongdum nýtist ikki at vera skaðiligt, men av tí at fluor er at finna í so nógvum vørum, so kann samlaða mongdin hava ávirkan á okkara heilsu. Fluor er sett í samband við bróstkrabba, at niðurseta sáðgóðskuna hjá monnum og fruktbarið hjá kvinnunum og eisini at økja um kolestorolstøði í blóðnum. Tískil er at velja tær svanamerkt matpakkapappír, um tú vilt tryggja tær ein reinan og umhvørvisrættan matpakka.
Vistfrøðiligt heimagjørt hvítleyksbreyð
Tað er altíð nakað heilt serstakt at gera sín egna mat frá grundini av og ongantíð betri, um tað er vistfrøðiligt. Við vistfrøðiligum mjøli sleppur tú undan stástyttandi evnum, sum eitt nú elva til sera vánaliga sáðgóðsku, og eisini onnur skaðilig evni. Birita Sjúrðaberg hevur bakað leskiligt hvítleyksbreyð við vørum frá eitt nú Grøn Balance. Uppskriftina til fýra hvítleyksbreyð fært tú her: 25 g av geri 3 súpsk av Grøn Balance olju 5 dl av lunkaðum vatni 2 tsk av salti 200 gr av Grøn Balance durummjøli Uml 500 gr av Grøn Balance hveitimjøli Fylla: 150 gr av smøri 4 pungar av hvítleyki, pressaðir 1 neva av Grøn Balance hakkaðari persillu Rør gerina í tað lunkaða vatnið. Koyr restina av tilfarinum í, uttan hveitimjølið. Hveitimjølið skal eltast í so við og við. Deiggið skal eltast væl. Lat ganga í uml 1 tíma. Ímeðan kanst tú gera fylluna, sum bert skal rørast væl saman. Koyr síðan mjøl á borðið, og skil deiggið í 4 partar. Ger hvønn part til ein fýrkant, sum er sindur avlangur. Smyr 1/4 av fyllini á hvørt. Rulla til eina pylsu eftur tí longri síðuni. Sker síðani ígjøgnum við einum pizzaskerara ella knívi, ikki heilt niðan. Rulla síðani deiggið um hvørt annað. Tú kanst lata deiggið ganga í ein tíma afturat. Bakast í ovninum í 15-20 min við 225 gradum. (Fylg eitt sindur við. Um tað brúnkast skjótari á einari síðu, vend so plátuni við.) prei: Um tú ikki skalt brúka øll, ber til at frysta tey til eina aðruferð. Væl gagnist!
Heimagjørt bláberjajogurt
Tað er umráðandi, at vit fáa eina góða byrjan uppá dagin, so vit orka gerandisresið. Ein góður morgunmatur kann gera tað so, at orkan er meiri støðug allan dagin. Eitt nú kanst tú lætt og skjott gera tær heimagjørt bláberjajogurt við vistfrøðiligum bláberum. Tað, tú skalt nýta, er: Fryst, vistfrøðilig bláber frá Grøn Balance Hvíta Vaniljusukur Blenda alt saman og tú hevur bláberjajogurt. Við at velja vistfrøðilig bláber og føroyskt framleiddan hvíta, ansar tú eftir tíni heilsu og umhvørvinum. Vistfrøðiligu berini eru uttan skaðilig sproytievni, og føroyski hvítin er undan neytum, sum hava fingið fóður uttan GMO, og tú sparir somuleiðis umhvørvinum fyri dálking av vøru, sum er flutt til Føroya. Ein vælsmakkandi morgunmatur við góðari samvitsku. Væl gagninst. Til ber eisini at fáa liðugtgjørt bláberjajogurt í Café Burn í Tórshavn.
Rein saft
Onkuntíð er tað bara lekkrari við einum glasi av saft. Saftin hjá Grøn Balance er bæði fyri børn og vaksin. Eitt nú er saftin við sitrón og ingifer, rabarbu, sitrón og lime og tranaber ivaleyst meiri til tann vaksna góman. Hetta er saft, tú og tíni børn kunnu drekka við góðari samvitsku. Saftin er uttan litevni, søt- og haldevni. Minst tí til at goyma saftina í køliskápinum, tí hon er so mikið rein og frísk, at hon kann spillast. Eisini er saftin í vakrari fløsku, sum kann goymast og endurnýtast. Reini og fríski smakkurin ger tað eisini gjørligt at blanda ymsar saftir saman og gera tær tín egna smakk.
Tillukku við Grøn Balance vøruni
Her fyri hevði Grøn Balance eina kapping koyrandi á Facebook, har tvey kundu vinna møguleikan at tøma Miklagarð fyri Grøn Balance vøru. Vinnararnir vóru løgregluparið, Mariann Reinert og Rúni Vesturklett, úr Tórshavn. Tey fingu tríggjar minuttir at fylla sær vognin, og tað megnaðu tey væl. Tey vóru vælskipaði og arbeiddu væl saman. Tá tríggjar minuttir vóru farnir, komu tey pøst og glað á mál við einum fullum vogni: “Vit eru takksom fyri, at vit fingu hendan møguleikan. Hetta fer avgjørt at gera mun - hóast vit gloymdu frystivørurnar, frukt og grønmeti í rokanum.” siga tey og flenna. “Vit eru eisini sera bilsin yvir at síggja hvussu stórt úrvalið hjá Grøn Balance er. Hetta er nevnliga alt vanligar vørur, ið vit nýta í gerandisdegnum.”
Alt fyri umhvørvið, djóravælferðina og tína vælveru
Sjampo, balsam, intimsápa - alt frá høvur til fót er framleitt við góðari samvitsku. Røktarrøðin hjá Grøn Balance er vegansk og hevur Sólblómumerkið. Tað vil siga, at vørurnar eru framleiddar uttan dýraevnistilfar og uttan at nýta djór í framleiðslu- og menningsgongdini sum heild. Somuleiðis eru allar vørurnar merktar við Bláa Kransinum, sum tryggjar tær, at vøran er uttan ovurviðkvæmiselvandi evni og Svanamerkið tryggjar tær, at vørurnar eru umhvørvisgóðar. Bæði Grøn Balance sjampo og balsam hava fingið grønu kolbuna frá danska brúkararáðnum, Tænk. Við røktarrøðini frá Grøn Balance kunnu øll hava møguleika at velja tað reina og góða valið, tí allar vørurnar hava ein sera sømiligan prís.
Droymir tú teg burtur til heitari lond?
Tak børnini við í køkin og ger eina leskiliga heimagjørda pizza við vistfrøðiligu italsku mjølrøðini hjá Grøn Balance. Tað italska vistfrøðiliga mjølið er eitt mjølvað italskt hveiti, ið hóskar serstakliga væl til breyð og pizzadeiggj, vegna tað høga proteininnihaldið. Korn, ið vaksa í heitari londum, innihalda betri proteinir enn korn, ið búnast um okkara leiðir. Proteinini geva mjølinum bakievni. Tað eru proteinini, ið evna tað gluten (límið), ið fær mjølið til at taka vatnið til sín. Tað er orsøkin til, at italskt mjøl gevur eitt betri bakiúrslit, enn eitt nú danskt mjøl. Proteinini í tí italska mjølinum eru heilt einfalt betri til at taka vatnið til sín og menna ein góðan bygnað í breyðnum. Gev tær góðar stundur at elta deiggið. Tað krevur í minsta lagi 10 min av hørðum arbeiði at gera deiggið ordiliga toyggiligt. Tað er rein bakigleði!
Brownie við bláberjamousse
Her fyri gjørdi Gunvør Reyðberg eina leskiliga køku við frystum bláberum frá Grøn Balance og legði myndina av henni á Instagram. Vit hava fingið uppskriftina frá Gunvør, og nú kanst tú eisini royna hana heima. Fyrimunurin við at nýta fryst ber er, at tú kanst gera leskiligar køkur við frukt alt árið. Bláberini hjá Grøn Balance eru leysfryst, so tey eru løtt at matgera við. Brownie botnur 84 gr av smøri 175 gr av sjokulátu 250 gr av sukri 3 egg 1 ½ tsk av vanilju 70 gr av mjøli Eitt vet av salti Soleiðis gert tú: Smelta smør og sjokulátu í eini grýtu, eitt nú í vatnbaði, so tað ikki brennur í botn. Stoyt tað í ein bolla, og lat tað kølna eitt sindur. Stoyt sukrið í og rør runt við pískirísi. Brót eitt egg í í senn. Koyr vaniljusukrið í og rør tað væl inn í deiggið. Blanda at enda mjølið og saltið í deiggið við einum skavara ella pískirísi. Nýt ein rundan form, sum er 25 cm til støddar, og smyr ella pakka hann við bakipappíri. Stoyt deiggið í formin og baka botnin í uml. 25 min við 180 hitastigum. Tak botnin út, og lat hann kølna heilt. Set ein springform um botnin og stramma væl, so moussið ikki rennur úr. Bláberjamousse 250 gr bláber (fryst ella fersk) 4 bløð av húsblassi 105 gr av sukri 6 pasteuriseraðar eggjablommur 3 ¾ dl av róma Legg húsblassini í kalt vatn í 15-20 min. Tak húsblassini úr vatninum og kroyst vatnið úr. Blenda ella hakka bláberini til puré, og stoyt tað í eina grýtu saman við húsblassunum. Hita tað varliga og rør í tí meðan húsblassið smeltar. Tak tað av hitanum, tá tað byrjar at bløðra. Lat tað kólna. Píska eggjablommurnar og sukrið til tað er ljóst og skúmar. Píska róman varliga. Rør eggjablandið í lunkaðu bláberini, eitt sindur í senn. Tað er umráðandi, at tað bert er eitt sindur í senn, so alt varliga fær sama hitastig og ikki loypur. Rør síðan blandið í róman. Stoyt bláberjamoussið í formin omaná køkubotnin. Set køkuna í køliskáp í nakrar tímar. Tak køkuna út úr køliskápinum 15 min áðrenn hon skal borðreiðast. Fylg Grøn Balance á Instagram.com/gronbalance.fo
Peanutbutter - sunt ella ósunt?
Seinstu tíðina hevur peanutbutter (jarðnøtasmør) veruliga vunnið seg fram í Føroyum. Hetta smyrjandi viðskera, sum vit eitt nú kenna frá amerikonskum filmum, er ikki bara væl umtókt vegna sín smakk, men eisini fyri innihaldið. Peanutbutter er nevnliga fylt við góðum føðsluevnum. Eitt nú er tað nógv av vitanmin B og vitamin E, sum berjir niður fríar radikalar og styrkir um immunverjuna. Eisini er nógvar miniralir, so sum kalsinum, kopar, jarn, magnesium, mangan, fosfor, kalium, selennatrium og sink. Peanutbutter er eisini ein góð kelda til folat, sum er eitt natúrligt slag av folinsýru. Kvinnur, sum eru við barn, fáa viðmælt at taka tilskot av folinsýru, tí tað hjálpir kroppinum við at gera nýggjar DNA og RNA kyknir. Eins og við øðrum nøtum, so er nógv feitt í peanutbutter, og somuleiðis eisini nógvar proteiinir. Tískil eru tað serliga tey, sum íðka nógv, ið eta nógv peanutbutter fyri at fáa proteinir. Tað eru nógvar kaloriur í peanutbutter, men eins og við aðari føði, so er alt við máta, og viðmælt verður at eta eini tvær súpiskeiðis um dagin fyri at fáa alla nøringina. Peanutbutter hóskar væl á breyð, í køkur og sum dip til grønmeti.
Hví er frukt heilsugóð?
Tað verður mangan sagt, at vit ikki skulu eta ov nógva frukt, tí tað er fruktsukur í fruktini. Hóast fruktsukrið, so er tað heilsugott fyri okkum at eta frukt í gerandisdegnum. Heilsumyndugleikarnir viðmæla 600 gr av frukt og grønum um dagin, og tað er skilabest at eta eitt sindur av hvørjum. Kanningar vísa nevnliga, at etur tú frukt hvønn dag, so minkar tú um vandan at fáa hjarta-og æðrasjúkur, diabetes 2 og ymisk sløg av krabba. Ein orsøk er tann, at etur tú frukt og grønt, so hevur tú minnið tørv á aðrari mangan heilsuverri matvøru, tískil kann frukt eisini hjálpa við at halda vektini. Afturat tí, kunnu frukt og grønt lækka blóðtrýstið, sum so eisini minkar um vandan at fáa hjarta- og æðrasjúkur. Tað eru nógvar vitaminir, tevjur, antioksidantar og miniralir í frukt. Frukt er eitt nú ein góð kelda til folat, vitamin C, E og K og miniralir sum kalium og magnesium.
Kapping: Tøm Miklagarð fyri Grøn Balance-vøru við einum vini
Dáma Grøn Balance Føroyar síðuna og frámerk ein vin, sum tú heldur hevur uppiborið at vinna vistfrøðiligar og umhvørvisgóðar vørur frá Grøn Balance. Tit fáa tríggjar minuttir til at tøma Miklagarð fyri Grøn Balance-vøru. Kappingin endar hósdagin 24. august á middegi. Tveir hepnir vinnarar og teirra vinir sleppa at fylla sær vognin við Grøn Balance-vøru .




NÝTT - vistfrøðiligar fruktstengur
Nú kanst tú eisini frá vistfrøðiligar fruktstengur frá Grøn Balance. Tær fáast í trimum ymiskum smakkum, jarðberja-, bláberja- og fikusmakki. Fruktstengurnar eru uttan eyka sukur og hava hvørki litevni ella tilgjørd smakkievni. Fruktstengurnar hóska seg væl í matpakkan og sum millummáltíð.
Vistfrøðiligt summardjús
Burn Café hevur hjálpt okkum við at gera eitt frískt, vistfrøðiligt djús við fruktum og grønmeti frá Grøn Balance. Tú kanst eisini gera títt vistfrøðiliga summardjús heima: ? 2 brokkoli pettir ? 1 sitrón ?1/2 ananas ? 1 agurk ? 1 súrepli Ingifer eftir ynski. Djúsa alt uttan brokkoli. Koyr djúsið og brokkoli í ein blendera og blenda væl. Væl gagnist.
Kjøtfríur mánadagur við grønmetislasanju
Onki er sum heimagjørd lasanja. Tú kanst koyra alt í, sum tær lystir og velja eina við ella uttan kjøt. Eitt upplagt høvi at halda kjøtfrían mánadag við eini grønmetislasanju. Tað er nevnliga eitt gott hugskot at hava ein dag um vikuna, sum er kjøtfríur, og soleiðis ansa eftir umhvørvinum, djóravælferðini og tíni heilsu. Kjøtfríur mánadagur er eitt átak, sum er at finna um allan heim, so hví ikki eisini í Føroyum? Eru flestu matvørurnar frá Grøn Balance, fært tú vistfrøðiligar vørur og minkar soleiðis eisini um inntakið av sproytievnum. Grønmetislasanja fyri 4-6 fólk: Lasanjusós: 2 hakkaðar leykir 2 súpsk av olivinolju 2-4 pungar av hvítleyki 2 tsk av oregano 4 stórrivnar gularøtur 3 stórrivnar sellarí stengur 1 skvassj 1 eggplanta 250 gr av smáhakkaðum soppum 1 dl av tomatpuré 1 dós av hakkaðum tomatum Salt og pipar Spinatfylla: 500 gr av frystum spinati 1 nevi av basilikum 1 ½ dl av róma 1 leyk 1 pung av hvítleyki Olivinolja Rivin muskatnøt Salt og pipar Mornaysós: 2 súpsk. av smøri 2 súpsk av hveitimjøli 3 dl av mjólk Smárivin muskatnøt 125 gr av mozarella osti skorin í smáar puntar Salt og pipar Lasanjuplátur frá Grøn Balance Lasanjusós Steik hakkaðu leykirnar í olivinoljuni í miðal hita til leykurin er klárur og bleytur. Stoyt smáttskornu sopparnar í og skúva upp fyri hitanum í uml. ein minut. Síðan stoytir tú restina av tilfarinum í og letur sósina smákóka í 1-3 tímar. Smakka til við salti og pipari. Spinatfylla Steik leykin á eini pannu við olivinolju, til teir eru bleytir og uttan at brúnka teir. Stoyt spinatið í og kóka til tað er tiðna. Stoyt avlopsvatn frá og koyr basilikum og róma í. Smakka til við rivnari muskatnøt, salti og pipari. Mornaysós Steik margarin í eini grýtu og stoyt mjølið í eitt sindur á gangin, meðan tú pískar. Tá tað er blivi til ein klump, pískar tú varliga mjólkina í inntil mjølið er upployst og sósin er jøvn. Lat tað kóka eina løtu til sósin er blivin kremut. Koyr síðan ostin í og rør inntil hann er bráðnaður. Smyr eitt eldfast fat og byrja við mornaysós, lasanjusós og spinatfyllu og síðan lasanjuplátur. Halt áfram til onki er eftir og enda við lasanjusós og einum lagi av mornaysós. Baka í ovninum við luft við 175 hitastigum í 25-30 min.
Slepp undan ovurviðkvæmi
Luktilsi og luktilsisevni í tínum røktarvørum mugu nýtast við skili. Hesi kunnu nevnliga økja um vandan at fáa ovurviðkvæmi. Út við 4% í Danmark hava luktilsisovurviðkvæmi, og tað eru mest kvinnur, ið fáa tað, men eisini menn, børn og ung. Hevur tú fingið luktilsisovurviðkvæmi, hevur tú tað fyri lívið. Deodorantar geva ovurviðkvæmi Kanning, sum Videncenter for Allergi hevur gjørt, sigur, at mest vanliga orsøkin til luktilsisovurviðkvæmi eru deodorantar. Næst á listanum er bodylotion, og afturat tí koma aðrar røktarvørur so sum luktilsi, sjampo og flótandi hondsápa. Góð ráð fyri at sleppa undan ovurviðkvæmi Tað er ymiskt, ein kann gera fyri at sleppa undan luktilsisovurviðkvæmi. Eitt nú kanst tú minka um nýtsluna av luktilsi í gerandisdegnum og sproyta luktilsi á klæðini heldur enn á húðina. Skalt tú nýta røktarvørur, sum koma beinleiðis á húðina, so sum deodorant og bodylotion, so er at fylgja hesum ráðum:- Keyp vørur uttan luktilsi (‘Parfumefri’ ella ‘Uden parfume’) ella við ovurviðkvæmismerkinum Tann Blái Kransurin. Eitt nú deodorantin frá Grøn Balance.
- Kanna røktarvøruna við appini Kemiluppen, áðrenn tú keypur eina vøru. Appin gevur tær skjótt svar, um vøran hevur luktilsi í.

Reinur høsnagarður
Vistfrøðilig, frílendis-, skavingar- ella búr-: egg koma í nógvum ymiskum variatiónum, og tað verður mangan kjakast um tey. Okkara hønur kunnu ganga leysar úti og hava atgongd til reiðurkassar, vagl, báshálm, dagsljós og vistfrøðiligt fóður. Tað merkir sostatt, at tú og tín familja kunnu eta egg við góðari samvitsku og fáa leskilig vistfrøðlig egg til matna. Tað kann mangan vera trupult at minnast og kenna munin millum øll egg-sløgini. Økologisk Landsforening handan Ø-merkið í Danmark, hava gjørt eitt yvirlit, so tað er lættari at kenna munin. Trýst á myndina fyri at síggha yvirlitið og eitt nú printa tað út.

Fesk bláber alt árið
Tað er ongin orsøk at bíða til summarið við at matgera við leskiligum, feskum bláberum. Nú fært tú fesk vistfrøðilig bláber alt árið frá Grøn Balance í kølidiskinum. Til ber at nýta bláber til havragreytin, køkuna ella sum smoothie - tað er bert hugflogið, ið setur mørk. Her er tað Gunvør Reyðberg, ið hevur matgjørt eina leskiliga brownie køku við bláberja mousse við frystum bláberum frá Grøn Balance. Fylg okkum á Instagram og Facebook og fá íblástur til ein vistfrøðiligan og umhvørvisvinaligan gerandisdag. Tú kanst leita eftir gronbalance.fo á Instagram og Facebook.
Havragreytur til tey kræsnu
Havragreytur er ikki bara havragreytur. Tað finnast eitt ótal av møguleikum og samansetingum, sum gera tann heldur misskilta havragreytin til bæði eina sunna og leskiliga loysn. Grøn Balance var við á G!, har borðreitt var við ókeypis vistfrøðiligum morgunmati. Millum annað kundu festivalgestirnir metta seg við leskiligum havragreyti uttan sukri. Uppskriftina fært tú her: Havragreytur Mysli Graskarkjarnur ristaðar í hunangi Súrepli Kanel Kóka havragreytin við einum triðingi av mysli. Rista graskarkjarnurnar á pannu við hunangi. Stoy graskarkjarnur, súrepli og kanel yvir havragreytin. Væl gagnist :) Vit kunnu leggja afturat at havragrýnið hjá Grøn Balance er testvinnari :)
Balance bollar við músli og súrepli
Músli kann brúkast til annað enn at stroya yvir jogurt. Royn eitt nú músli í bakstri. Grøn Balance hevur fleiri sløg av músli, so tað er bara at royna seg fram. Við at nýta vøru frá Grøn Balance og aðra vistfrøðiliga vøru, fært tú somuleiðis vistfrøðiligar bollar. Í hesari uppskriftini uppá bollar hava vit nýtt Grøn Balance mysli við frukt og kjarnum. Uml. 15 bollar 5 dl av lunkaðum vatni 50 gr av geri 2 súpsk. av vistfrøðiligum Grøn Balance hunangi 2 tsk av salti 2 súpsk av olju 2 dl av vistfrøðiligum Grøn Balance mysli við frukt og kjarnum 2 vistfrøðilig Grøn Balance súrepli, grovt rivin 8 dl av Grøn Balance vistfrøðiligum hveitimjøli Rør gerið í lunkaða vatnið og stoyt hunangin, saltið og oljuna í og rør runt. Stoyt mysli og rivnu súreplini og hveitimjølið í deiggið og rør runt. Deiggið skal vera klebrut. Breið eitt viskustykkið yvir bollan og lat tað ganga í 1 tíma. Brúk tvær skeiðir til at gera bollarnar við og legg teir á eina plátu við bakipappíri. Deiggið skal enn vera klebrut. Stillað ovnin á 225 hitastig og baka mitt í ovninum í uml. 15 min til teir byrja at fáa lit. Set teir á eina rist at køla niður.
Ókeypis vistfrøðiligur morgunmatur á G!
Leygarmorgun kl. 11 bjóðar Grøn Balance til ókeypis vistfrøðiligan morgunmat fyri øllum á tjaldingarøkinum á G! Eftir tríggjar dagar við nógvum góðum tónleiki, dansi og veitsluhýri, er gott at fáa okkurt gott í beinið og løða upp til seinasta kvøldið á G! Tískil bjóðar Grøn Balance til ókeypis heilsugóðan og vistfrøðiligan morgunmat leygarmorgun kl. 11 fyri øllum á tjaldingarøkinum. Grøn Balance teltið verður at finna við wc’ini á tjaldingarøkinum inntil allur maturin er uppi. Grøn Balance heldur sjálvandi grøna stílin eins og G! og nýtir umhvørvisvinaligan borðbúnað. Hóast borðbúnaðurin er umhvørvisvinaligur, er umráðandi, at vit rudda upp eftir okkum. So minnist til at koyra alt í ruskposar ella spannir, og soleiðis í felag halda Føroyar grønar og reinar.
Nýtt, nýtt, nýtt
Eitt nýtt húsfólk er komi í Grøn Balance familjuna, nevnliga smoothie til børn. Ein smoothie frá Grøn Balance er framleidd úr 100% vistfrøðiligari frukt og grønum, so tú við góðari samvitsku kanst geva tínum børnum ein munnbita, sum er uttan óneyðuga kemi. Tað er eisini umráðandi at frukt smakkar av frukt, tískil hevur Grøn Balance ikki koyrt smakkstyrkjarar so sum aroma, sukur og onnur søtevni í okkara nýggja smoothie. Tey trý sløgini innihalda bert natúrligt fruktsukur, so familjan kann njóta tann natúrliga og reina smakkin til fulnar. Tú fært hesi sløgini av vistfrøðiligum smoothie:- Banan, søtepli, súrepli og mango
- Ferska, súrepli, banan og mango
- Banan súrepli og jarðber

Rein matgleði
Tað verða ivaleyst færri matpakkar smurdir hesar dagarnar, nú summarfrítíðin er byrja hjá teimum flestu. Men matur smakkar best, tá hann verður etin úti. Tískil er ein góður matpakki við í hagan, í fjørðuna ella á biltúrinum ikki at forsmáa. Men tað er ikki líka mikið, hvat vit pakka okkara mat inn í. Bakipappír og millumløgupappír, sum ikki eru svanamerkt, eru yvirflatuviðgjørd fyri at vera vatn- og feittdygg. Tílík pappír eru mangan viðgjørd við flúrevnum ella silikoni. Hesi evnini eru oyðileggjandi fyri umhvørvið og vera mett at vera hormonórógvandi og krabbaelvandi. Tískil verður frárátt at børn og kvinnur, sum eru við barn, eta mat, sum hevur verið í sambandi við viðgjørt pappír. Millumløgu- og bakipappírið hjá Grøn Balance er svanamerkt, og er tískil uttan skaðilig evni. Gert tú tær somuleiðis ein matpakka við matvørum frá Grøn Balance, so tryggjar tú tær vistfrøðiligar vørur, sum eru uttan sprænuevni. Tað er rein matgleði :) Hugskot til matpakkan við Grøn Balance vistfrøðiligum vørum: Fullkornstykkir við pesto, egg, kál og tomat. Edamamebønur, agurkustengur og súrepli afturvið. Grøn Balance fæst í Miklagarði, Mylnuni og Bónus.
Vaska umhvørvisvinaligt
Vaskievni kunnu vera sera skaðilig fyri teg og umhvørvið. Fleiri innihalda eitt nú klor og optiskt hvítt, sum tyngja umhvørvið. Hvat skalt tú so velja, tá tú velur vaskievni? Vit eru blivin von við at klæðini hjá okkum skulu lukta av luktilsi og seta luktin í samband við rein klæði, hóast luktilsi onki hevur við reinleika at gera, men kan elva til ovurviðkvæmi. Somuleiðis ger optiskt hvítt bert klæðini hvítari, men ikki reinari. Klæðini gerast rein av tensidum, men nøkur eru meiri skaðilig enn onnur. Tey mest skaðiligu evnini eru luktilsi, optiskt hvítt og haldevni. Hesi kunnu elva til ovurviðkvæmi ella øsing á húðina. Skolievni innihalda 30% fleiri tensidir enn vaskievni, sum er óneyðugt, tí tensidirnar í vaskievninum vaska klæðini rein. Um tú vilt sleppa undan ov nógvum skaðiligum evnum, kanst tú leggja teg eftir hesum ráðunum:- Keyp umhvørvismerkt vaskievni - Svanamerkið ella evropeiska blóman. Hesi tryggja tær, at tú sleppur undan klori, optisk hvítum og ávísum tensidum. Krøv vera eisini sett til úrslitagóð vaskievni.
- Vel vaskievni við Bláa Kransinum hjá Astma-Allergi Danmark fyri at sleppa undan luktilsi og øðrum evnum, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi.
- Vel vaskipulvur heldur enn flótandi. Tey innihalda færri umhvørvisskaðilig evni.
- Slepp tær undan skolievni. Skolievni tálma vøguravmagn (statisk elektrisitet), men er annars óneyðugt.
- Les brúkaravegleiðingina og skampta eftir vatni, mongd av klæðum og hvussu skitin tey eru. Klæðini gerast ikki reinari av at koyra meiri vaskievni í. Hinvegin kann nógv vaskievni tyngja umhvørvið og leivdirnar seta seg í reinu klæðini. Leivdirnar kunnu elva til øsing á húðini.
- Vaska fulla maskinu og leyp forvaskið um.
- Klæðir, sum ikki eru serliga skitin, kunnu vaskast við 15-20° C, tó krevur tað serstakt vaskievni við enzymum, ið klára kalt vask. Vel eitt nú heldur at vaska klæðini við 30° C heldur enn 40° C, um tey ikki eru serliga skritin. Seingjarklæði, handklæði, borðlappar o.a. sum kunnu hava nógvar bakteriur, skulu vaskast við 60° C.

Pasta uttan hveiti
Tað ber til at fáa ein leskiligan pastarætt, uttan at eta hveiti. Grøn Balance hevur eitt fjølbroytt úrvæl av pasta bæði við og uttan hveiti. Eitt nú grønt fettuccine úr sojabønum. Tað góða við hesum slagnum av pasta er, at tað inniheldur nógvar proteinir og tevjur. Á pastapakkunum hjá Grøn Balance eru uppskriftir at finna, sum geva íblástur til, hvussu tú kanst matgera sojafettucini. Eitt nú er hendan uppskriftin við grønmeti at finna: 200 gr av sojabønufettuccine 1 miðalstór skvassj 1 leykur 3-4 pungar av hvítleyki 2 reyðar piparfruktir 2 súpsk av olivinolju 1/2 tsk av salti Eitt vet av svørtum pipari Rivið sitrónskal Ein neva av frískum basilikumi 1 dl av rivnum parmesanosti Tendra ovnin á 200 hitastig. Sker skvassji í hálvmánaskivur (uml. 5 mm tjúkkar). Pressa hvítleykin og sker leykin. Sker piparfruktina í grov petti. Legg alt á eina bakiplátu og stoyt olivinoljuna, salt og pipari yvir grønmetið. Blanda tað væl. Hetta skal bakast á mittastu hyllini í ovninum i 25-30 min. Kóka sojabønufettuccine eftir vegleiðingini á pakkanum og rív sitrónina. Stoyt vatnið frá og blanda pasta, grønmeti, sitrónskalið og basilikum saman í eina stóra skál. Borðreið beinaveg við rivnum parmesanosti omaná. Væl gagnist :)
Ein biti við biti í
Rískeks er ofta eitt hitt millum børnini og upplagt at koyra í matpakkan. Rískeks eru tó ikki bert fyri børnini. Lætta og broyskna keksin egnar seg sera væl til eitt nú avokado, egg, pesto og smyrjisjokulátu - tað er bert hugflogið, ið setur mørk. Royn eitt nú okkara vistfrøðiliga laks og grønmeti til ein luksus vistfrøðiligan bita.
Vit skola heilar skógir niður hvønn dag
Nakað, vit sum menniskju ikki sleppa uttanum, er at fara á ves. Vit í vesturheiminum nýta pappír at skeina okkum við, og tað eru ovurstórar nøgdir, vit skola niður. Í Evropa verða heili 60 milliónir vesirullur skolaðar niður um dagin! Vit nýta útvið 52 vesirullur hvør um árið. WWF metir, at eini 27.000 trø verða feld um dagin til framleiðslu av vesipappíri. Hóast tað er gjørligt at keypa vesipappír úr endurnýttum pappíri, so eru bert 1 út av 5 vesirullum, vit nýta, úr endurnýtslupappíri. Tað er lætt at kanna um vesipappírið er burðardygt ella ei. Er umhvørvismerkið, Svanamerkið, á pakkanum við vesipappíri, so tryggjar tú tær, at pappírið kemur frá burðardyggari skógarrøkt ella úr endurnýtslupappíri. Eitt nú er vesipappírið hjá Grøn Balance gjørt úr endurnýtlsupappíri og somuleiðis framleitt uttan bleikievni. Grønari Føroyar Minst til, ístaðin fyri at koyra tómu rulluna í skrell, kanst tú koyra hana í grønu skrellispannurnar. Eisini ber til at gera ymiskt kreativt við tómu rullunum. Fá eitt nú íblástur á Pinterest. Skal vesipappírið hanga inn móti vegginum ella úteftir? Síðan vesirulluhaldarin bleiv uppfunnin í 1891, hava vit dúgliga kjakast um hvønn veg vesirullan skal hanga. Nú tykist svarið at vera funnið. Tekningin frá patentumsóknini hjá uppfinnaranum, Seth Wheeler, vísir nevnliga eina vesirullu, sum hongur á vesirulluhaldaranum við pappírinum hangandi úteftir! So nú kann friður aftur valda heima við hús!
Vinn eitt gávukort á 1500 kr
Nú hevur tú møguleika at vinna eitt gávukort á 1500 kr frá Grøn Balance. Tað einasta, tú skalt gera, er, at taka eina mynd og frámerkja gronbalance.fo á antin Instagram ella Facebook, og tú ert við í lutakastinum um eitt gávukort á 1500 kr. Gávukortið kann nýtast í øllum Bónus handlunum. Vit gleða okkum at síggja allar myndirnar.
Edamame bønir við sesamfræi
Hesar hóska seg væl til munnbitar ella afturvið eitt nú fiskarættum. 1 posi av Grøn Balance edamamebønum 1 pungur av vistfrøðiligum hvítleyki 1 tsk av rivnari Grøn Balance ingifer 1 súpsk av Grøn Balance olivinolju 1 súpsk av Grøn Balance sesamfræum Snerk semsamfræini á eini turrari pannu inntil tey byrja at braka. Legg tey til viks. Stoyt kókandi vatn yvir bønirnar og lat standa eina løtu. Lat vatnið dryppa frá. Stoyt olju á eina pannu og koyr hakkaða ella pressaða hvítleykin og rivina ingiferið á. Steik eina løtu. Koyr síðan edamamebønurnar á pannuna og steik alt saman eina løtu. Koyr edamamebønurnar í eina skál og stroy sesamfræini útyvir. Væl gagnist :) Allar matvørurnar hjá Grøn Balance eru vistfrøðiligar. Grøn Balance fæst í Bónus, Mylnuni og Miklagarði
Grøn Balance bjóðar ókeypis morgunmat
Leygardagin 9. juni kl. 9-12 bjóðar Grøn Balance øllum til ókeypis vistfrøðiligan morgunmat við føroyskum mjólkaúrdrátti frá MBM. Baresso bjóðar ókeypis vistfrøðiligt kaffi og te. Morgunmaturin verður borðreiddur í Baresso í SMS kl. 9-12. Tað grøna valið Við at velja vistfrøðiligt fært tú mat við betri smakki og høgari góðsku, og tú sleppur undan skaðiligum evnum. Hevur tú ikki møguleika at velja vistfrøðiligt, so er at stuðla heimaframleiddum vørum og minka um útlátið, tí vøran ikki er flutt langa leið. Eitt nú er stutt frá mjólkabóndunum og MBM, og eisini selur MBM bert GMO frítt fóður til bóndirnar. Grøn Balance fæst í Miklagarði, Mylnuni og Bónus
Vistfrøðiligt summardjús
Burn Café hevur hjálpt okkum við at gera eitt frískt, vistfrøðiligt djús við fruktum og grønmeti frá Grøn Balance. Tú kanst eisini gera títt vistfrøðiliga summardjús heima:





Hevur tú etið morgunmat í dag?
Tað verður sagt, at morgunmaturin er týdningarmesta máltíðin á degnum. Eitt nú hava børn, sum eta morgunmat, lættari við at læra, enn tey sum ikki eta morgunmat, tí tey eru betri fyri.
Fleiri kanningar vísa eisini, at tey sum eta morgunmat taka minni uppá, enn tey sum ikki eta morgunmat. Men tað er ikki líka mikið, hvat vit koyra í okkara kropp - heldur ikki um morgunin. Havragrýn er eitt gott og heilsubetri boð uppá ein góðan morgunmat. Havragrýn hevur nevnliga eina góða ávirkan á okkara kropp.
Her eru 9 góðar orsøkir at byrja dagin við havragrýni:
1. Røktar títt blóðsukur Havrin inniheldur betaglukanir sum heldur blóðsukrið í javnvág og somuleiðis kolesterolið.
2. Hjálpir tær við at halda vektina Kanningar vísa, at tey sum eta havragrýn eru longri mett enn tey, sum eta eitt nú maisflykrur. Javnvágin í blóðsukrinum gevur eina mettu, sum ger, at tað er lættari at stýra sínum matarlysti og ikki fella fyri søtum og ósunnum freistingum.
3. Fyribyrgir hjarta- og æðrasjúkur og eisini krabba Trevjurnar í havranum ansa væl eftir tínum kroppi og lækka um vandan at fáa hjarta- og æðrasjúkur og krabba sum heild. Etur tú havra hvønn dag, so fellur deyðleikin millum 20 og 23 prosent á teimum álvarsligu, lívshóttandi sjúkunum, og kvinnur sum eta havra minst tvær ferð um dagin, minkað um vandan at verða rakt av sjúkunum við 30 prosentum.
4. Ein ørgrynna av antioxidantum Tað er eitt serligt slag av antioxidantum í havragrýni sum kallast avenanthramidir. Hesir antioxidantarnir fáa blóðkørini at víðka seg, so blóðið lættari fær runnið gjøgnum æðrarnar. Afturat tí, so sigast teir eisini at hjálpa við erkvisnari húð og eksemi.
5. Verja børnum ímóti at fáa astma Ein kanning vísti, at havri kann minka um vandan hjá lítlum børnum at fáa astma, um tey fáa tað bjóða heilt tíðliga.
6. Styrkir verjuskipanina Tað er tað høga trevjuinnihaldið saman við føðsluevnum so sum samansettar B-vitaminir, A-vitaminir og týdningarmikil mineral sum styrkja verjuskipanina og fyribyrgja infektiónir og aðrar sjúkur.
7. Gevur orku Síðan fornøldina hevur havragrýn verið nýtt fyri at eggja bæði kropp og sinn. Týdningarmiklu føðsluevnini halda kroppin virknan og hava eina jaliga ávirkan á sinnalagið. Vegna høga innihaldið av proteini, økja havragrýn eisini um vøddavøksturin.
8. Bøta um sodningina Loysandi tevjurnar stimbra um tarmrørslurnar og geva soleiðis eina lætta opning. Tað minkar somuleiðis um bruna og berjir niður vanligar plágur so sum búkpínu, luft í tarmunum og gasritis.
9. Betrar um nervalagið Í havragrýni eru E-vitaminir og samansettar B-vitaminir (B1,B2,B3), sum eru neyðugar fyri at uppihalda javnvágan í nervalagnum. Havragrýn kann geva ró, um tú líður av angist, strongd ella tunglyndi. Miniralini í havragrýni, halda javnvágan í nervavøddaskipanini, sum eru við til at fyribygja krampar, ússaligheit og onnur ódámlig eyðkenni.
Við at eta vistfrøðilig havragrýn sleppur tú somuleiðis undan eitrandi evnum.
Tú finnur Grøn Balance í Bónus Mylnuni og Miklagarði

Vistfrøðilig hagasóljukips
Nú prýða hagasóljurnar grønu oyggjarnar so vakurt. Men hagasóljur eru ikki bara vakrar. Tær kunnu eisini etast.
Til ber eitt nú at koyra tær í salatir, antin sjálvi blómuhøvdini ella bløðini, ella tú kanst gera vistfrøðilig hagasóljukips.
Her er uppskriftin til hagasóljuskips: 100 av hagasóljublómum 4 dl av Grøn Balance hveitimjøli 3 Grøn Balance egg 3 dl av vatni 2 súpsk av Grøn Balance olivinolju ella eini vistfrøðiligari olju uttan smakk 0,5 tsk av Grøn Balance hunangi 0,5 tsk av Grøn Balance oregano Brót blómuhøvdini av legginum og vaska tey væl. Píska egg, hveitimjøl, hunang og oregano væl saman. Hita oljuna og stoyt hana í eggjablandið. Stoyt síðan vatni í eitt sindur á gangin og píska væl. Dyppa blómuhøvdini í deiggið og steik á lætt smurdari pannu til tey gerast gyllin. Stoyt havsalt á og so er klárt at eta. Til ber eisini at koyra meiri av hunangi í heldur enn oregano fyri eina søtari útgávu. Tað er eisini gjørligt at nýta timian, rosmarin ella aðra kryddurt. Tað er bara at royna tað, tær dámar. Hevur tú roynt at matgjørt við hagasóljum? Send okkum hugskot og mynd á okkara Facebook síðu facebook.com/gronbalance.fo
Rein ull er Føroya gull
Ullintar troyggjur, ullintar hosur, ullint undirklæðir - pløgg føroyingar hava nýtt í fleiri árhundrað og sum flest allir føroyingar enn nýta.
Men hvussu ansar ein best sínum ullintu klæðum, soleiðis at tey halda so leingi sum gjørligt?
Her er ein vegleiðing:
1. Ull skal bert vaskast, tá hon er skitin. Tað er ikki neyðugt at vaska ull so ofta. Tú kanst lættliga ganga í ulltroyggjuni fleiri ferð, áðrenn hon skal vaskast. Eitt nú kanst tú hanga ullina út á snór, gjarna í ráligum veðri. Ella tú kanst hanga hana á eitt akslatræ í baðirúminum, tá tú ert í bað. Tað er bæði galdandi fyri ullklæðini hjá børnunum og fyri tína ulltroyggju. Er plettur komnin á klæðini, kanst tú stoyta eitt sindur av ull vaskievni á plettin og leggja klæðini í ein plastikkposa. Lat posan standa yvir nátt og vaska tey síðan í maskinuni á ullprogrammi. 2. Nýt ullvaskievni Tað eru nógv ullvaskievni at velja ímillum. Vaskievnið til fínt vask hjá Grøn Balance hevur bæði Svanamerkið og Bláa kransin, sum ger tað til eitt umhvørvisvinaligt og heilsubetri val. Tað er umráðandi, at tú skamtar ullvaskievni rætt. Ov nógv vaskievni ger, at klæðini gerast kleimin. Ov lítið av vaskievni ger, at klæðini ikki fáa ta neyðuga vætuna og viðgerðina, sum heldur ullini í góðum líki. Tú kanst lesa vegleðingia til rætta skamtin aftan fyri at dunkinum. Nýt ongantíð skolievni til ull. 3. Nýt ullvaskiprogramm á maskinuni. Vaskimaskinur eru ymiskar, men tær flestu hava ullprogrammir, tú kanst velja. Tað er nokk at vaska ullklæðini á 30 hitastigum, fyri at fáa tey rein. 4. At turka ull Lat ikki ullina liggja í maskinuni. Ullin hevur tað best við at vera hongd upp at turka beinaveg. Ull turkar nógv skjótari enn vanligt bumull. Stórar ulltroyggjur skulu ikki hangast upp á snór ella á eitt akslatræ. Tær geva seg nógv, tá tær eru vátar, og blíva tískil toygdar av at hanga. Tá er betri at leggja tær á eitt handklæði á gólvi at turka. Góðan vaskihug :) Grøn Balance finnur tú í Bónus, Mylnan og Miklagarður
Renniglaðar føtur
Summarið er í nánd, og fleiri hava funnið sær renniskógvarnar fram. Halt tínar føtur rennandi við at røkta húðina á fótunum.
Smyr føturnar 1-2 ferðir um dagin við fótakreminum hjá Grøn Balance. Eitt nú kanst tú smyrja tær føturnar inn beint áðrenn tú fert í song, so kremið veruliga kann treingja inn í húðina. Tað er rein rennigleði :)
Hjúkla tær tínar føtur við einum væl uppibornum fótabaði- Fyll tær eina balju av heitum vatni - vel eitt nú eina uppvaskibalju við góðum plássi til tærnar.
- Koyr nakrar urtrar í: Hagasóljur eru góðar til hovin bein. Timian reinsar. Sitrónsaft, basilikum ella kamillute kann eisini nýtast. Koyr eina PH-vinaliga sápu í ella eina skeið av olju.
- Njót fótabaðið í 20 minuttir. Turka føturnar væl og enda við fótakreminum hjá Grøn Balance.

Vinn reinan kærleika til mammu tína
Skjótt er mammudagur, og vit vilja fegin fagna mammu tínari. Vit lata frálíku røktarrøðina hjá Grøn Balance til 3 hepnar vinnarar, sum kunnu yvirraska mammu teirra við lekkrum vørum til húðina.
Tað einasta, tú skalt gera, er at fylgja Grøn Balance Facebook síðuni og tagga eina mammu, sum hevur uppiborið eina eyka mammugávu. Kappingin endar leygardagin 12. mai kl. 12. Tá finna vit tey trý, sum kunnu gleða mammu teirra við húðrøktarrøðini hjá Grøn Balance.
Vinnararnir fáa beinleiðis boð.
Grøn Balance Føroyar Facebook síðan Vinningurin Í vinninginum er eygnasminkuloysari, 3-í-1 andlitsreins, skintonic, dagkrem og hondkrem. Røktarrøðin hjá Grøn Balance er uttan litevni, luktilsi og hormonórógvandi evni. Eisini eru allar vørurnar veganskar, uttan feittstiftin. Tískil kunnu allar vørurnar bera svanamerkið og bláa kransin hjá Astma-Allergi Danmark. Við merkjunum tryggjar tú tær altíð góðskuvørur uttan óneyðuga kemi, tá tú velur vørur úr røktarrøðini hjá Grøn Balance
Lekjandi sopi
Nú várið er komi, er krímið, næstan allir føroyingar hava ligið við, vónandi á veg burtur. Men tú kanst eisini hjálpa til við at kóka tær ein kopp av kamillute við eini skeið av hunangi í.
Hetta søgdu tey gomlu at vera ein lekjandi sopi. Hunangurin skal koyrast í teið eftir, at tað er kølna eitt sindur. Bakteriudrepandi ensymini í hunanginum vera brotin, tá tey liggja í hita, sum er yvir 50-60 hitastig. So ein temunnur við í mesta lagi 40 hitastigum við hunangi í er ein fullkomin sopi.
Tú kanst velja ta grønu loysnina hjá Grøn Balance, sum bæði hevur vistfrøðiligt kamillute og hunang. Vit kunnu leggja afturat, at hunangurin hjá Grøn Balance er royndarvinnari fyri sín leskiliga smakk og bleyta konsistens.

Rein handarøkt heima
Dámar tær at hava vælrøktaðar hendur? So er at nýta mildar vørur til hendurnar í gerandisdegnum.
Neglalaksloysarin hjá Grøn Balance er uttan acetone, mildur og úrslitagóður og kann nýtast hvønn dag. Lat neglalaksloysaran vera á neglini í 10 sek og turka neglalakkið av við vatti. Vaska hendurnar við mildu hondsápuni og smyr tær síðan hendurnar við hondkreminum frá Grøn Balance.
Allar vørurnar eru veganskar og hava bæði svanamerkið og bláa kransin.

Søtt og gott
Næstan líka so gott sum ommusa súltutoy.
Grøn Balance hevur fleiri ymisk sløg av vistfrøðiligum súltutoyi. Við góðum jøvnum smakki og søtleika er tað perfekt uppá breyð ella í kakuna.
Royn eitt nú gamla kenningin ‘Abbasa skeg’ við súltutoyi frá Grøn Balance. Abbasa skegg 125 g av sukri 4 eggjablommur 300 g av hveitimjøli 2 tsk av bakipulvuri 1½ dk av mjólk Fylla 1½ dl av jarðberjasúltitoyi - ella tað slagið tær dámar best. Marengs: 4 eggjahvítar 250 gr av sukri Soleiðis gert tú: Rør smørið og sukrið væl saman, so tað gerst bleytt. Rør eggjablommurnar í, eina í senn. Stoyt mjøl og bakipulvur í og blanda við mjólkini. Stoyt deiggið í eina skuffu (30x40cm) og baka í 15 min við 170°. Tak kakuna út og smyr varisliga súltuitoyið á. Píska eggjahvítnarnar stívar og stoytt sukrið í, eitt sindur í senn. Smyr marengsið omaná og baka við 170° í 15-20 min. Vælgagnist :)
Reint veganskt
Ert tú veganari ella ei, so hava vit eisini gjørt tað lætt hjá tær at velja etiskar vørur.Tað veganska valið er ikki bara tað, tú etur. Tann djóravinaligi livihátturin fevnir eisini um húðrøkt.
Røktarrøðin hjá Grøn Balance er vegansk og hevur Sólblómumerkið. Tað vil siga, at vørurnar eru framleiddar uttan dýraevnistilfar og uttan at nýta djór í framleiðslu- og menningsgongdini sum heild.
Einastu vørurnar, ið hava uppruna frá djórum er hárvoksið og feittstiftin, sum innihalda býfluguvoks. Tó skal dentur vera lagdur á, at býflugurnar ikki doyggja, tá býfluguvoksið verður innsavnað.
Við Grøn Balance kanst tú bæði taka hædd fyri umhvørvinum, tíni heilsu og djóravælferðini.
Grøn Balance er at fáa í Miklagarði, Bónus og Mylnuni.

Eitt reinari val
Húðin á andlitininum er eitt tað mest ábæra staðið á kroppinum.
Tískil er umráðandi, at vit verja húðina. Dagkrem verja húðina á andlitinum móti dálking, sól, kulda og at torna av eitt nú telduskermum o.ø.
Dagkremið hjá Grøn Balance er uttan luktilsi og óynsktum evnum og gevur húðini verju.
Brúkararáðið, Tænk, viðmælir dagkremið hjá Grøn Balance og gevur tí ta grønu kolbuna.
Les viðmælið hjá Tænk her: https://goo.gl/EiA2Yg

Grønari Føroyar
Grøn Balance vendir kikaranum móti Føroyum og ætlar at stimbra tann vaksandi áhugan og tilvitanina hjá føroyingum um vistfrøði og umhvørvi.
Vit vilja, at tað skal vera lætt at velja rætt! Grøn Balance er eitt danskt vørumerki, ið fæst við at gera gerandisvørur grønari, eitt nú matvørur, reingerðarvørur og vørur til persónliga røkt. Matvørurnar eru allar vistfrøðiligar. Vørurnar til røkt og reingerð eru allar mentar í samstarvi við Astma-Allergi Danmark og hava Svanamerkið.Vilt tú vera við til at menna Grøn Balance og soleiðis fáa eitt størri og betri úrval til tín og tíni næstu, kanst tú skriva tína afturboðan her á síðuni. Grøn Balance fæst í Bónus, Miklagarði og Mylnuni.

Reint til green
Tá tú keypir vistfrøðiligt grønmeti sleppur tú undan eini rúgvu av skaðiligum týningarevnum (pesticidum) og tungmálmi.
Vistfrøðiligt grønmeti inniheldur minni av vatni fyri hvørt kilo enn vanligt grønmeti, og tískil inniheldur tað meiri føðsluevni og smakkar av meira. Eitt nú hevur vistfrøðiligt grønmeti hægri innihald av flavonidum, sum eru antioxidantar, sum sigast at kunnu fyribyrgja krabba.
Grønmeti frá Grøn Balance er alt frá neyvt útvaldum veitarum, ið tryggja bestu dygd og besta smakk fyri rætta prísin. Allar vørurnar eru vistfrøðiligar og merktar við Ø-merkinum, ES-merkinum, ella báðum tveimum.
Grøn Balance hevur eitt fjølbroytt úrval av vistfrøðiligum grønmeti og frukt.
Tú fært Grøn Balance í Miklagarði, Bónus og Mylnuni.

Reinur høsnagarður
Við vistfrøðiligu eggunum hjá Grøn Balance kanst tú njóta tíni egg við góðari samvitsku og somuleiðis gera mun fyri djóravælferð og umhvørvið.
Tá tú velur vistfrøðilig egg frá Grøn Balance, stuðlar tú undir betri djóravælferð og einum reinari umhvørvi. Eggini koma einans frá donskum vistføðiligum hønum, sum liva tað góða hønulívið, so nær at teirra náttúrliga livihátti, sum gjørligt. Tað vil siga, at okkara høsn kunnu ganga leys úti og hava atgongd til reiðurkassar, vagl, báshálm, dagsljós og vistfrøðiligt fóður. Tær eta sjálvandi einans vistfrøðiligt fóður og teirra nev verða ikki klipt.
Ein góðan smakk í munnin
Tað er ymiskt hvat vit halda smakkar væl, men nógv halda at vistfrøðilig egg smakka best og hava eina vakrari blommu. Somleiðis vísa kanningar, at vistfrøðilig egg hava eitt hægri innihald av E-vitaminum, A-vitaminum, jodi og sinki, sum einamest er vegna fóðrinum hjá hønunum. Velur tú tískil vistfrøðiligu eggini hjá Grøn Balance, setur tú smakkin, heilsuna og samvitskuna í hásæti. Eggini hjá Grøn Balance geva sostatt góðan smakk í munnin í meiri enn einari merking.

Reinur vinnari
Vistfrøðiliga havragrýnið hjá Grøn Balance vann 6 stjørnur, tá Søndagsavisen royndi ymisk havragrýn.
Havragrýnið fekk sostatt tað mest loyvda tali av stjørnum. Tað er millum annað vegna teirra deiliga, broyskna mandlusmakk, at havragrýnið skilir seg úr mongdini.
Havragrýnið hjá Grøn Balance hevur Ø-merkið, Svanamerkið og somuleiðis Lyklaholið, sum er føðslumerkið fyri sunnan kost.
Royn havragrýnið til morgunmatin, antin kókað ella rátt.
Fæst í Miklagarði, Bónus og Mylnuni
Reinar rumpur
Blæurøðin hjá Grøn Balance er til ta umhvørvistilvitaðu familjuna, sum sigur nei til ovurviðkvæmiselvandi evni og ja til bestu góðsku.
Blæurnar hjá Grøn Balance hava bæði Svanamerkið og Blaá kransin, sum er góðkenningin hjá Astma-Allergi Danmark. Blæurnar hjá Grøn Balance eru sostatt uttan skaðilig og ovurviðkvæmiselvandi evni. Tær eru bleiktar uttan klor og eru kannaðar av Varefakta, har tær liva upp til krøvini um:
- Sogevni
- Yvirflatuturking
- Súgviskjótleika
- Festing av lokusnippinum og enduloka av blæuni
- Onki luktilsi ella lotion
Blæurnar hjá Grøn Balance hava fingið nýtt og betri snið, har minni av pappírstilfari verður nýtt, soleiðis at tær eru tynnri og meiri makligar hjá barninum at vera í.
Tú fært Grøn Balance blæurnar til góðan prís í Miklagarði, Bónus og Mylnuni.

Reint heim við reinari samvitsku
Eitt reint heim skal ikki tyngja umhvørvið. Nógv ymisk viðurskifti kunnu gera mun, og tú kanst eitt nú nýta tíni reingeringarevni við fyrivarni.
Eitt gott hugskot er at hyggja eftir umhvørvismerkingum og nýta ósyntetisk toy, sum eitt nú bummullarklútar. Ein bummullarklútur letur ikki mikroplast frá sær og kann endurnýtast eftir vasking. Eisini er umráðandi, at skamturin er rættur. Við at nýta uppvaskitablettirnar hjá Grøn Balance, tryggjar tú tær, at tú skamtar rætt.

Vel tað rætta merkið!
Hví leggja teg eftir svanamerkinum og bláa kransinum, tá tú vaskar?
Tá vit vaska okkara klæðir, kann avlopið frá vaskievninum enda í sjónum, og um skamturin ikki er heilt neyvur, kann tað eisini sita eftir í klæðunum.
Hygg eftir svanamerkinum og bláa kransinum, um tú vilt taka tær av umhvørvinum og tíni heilsu:
- Svanamerkið setur krøv um, at vaskievnið er millum tey mest umhvørvisrættu vørunum
- Blái kransurin tryggjar, at títt vaskievnið ikki inniheldur ovurviðkvæmiselvandi evni

Smíl uttan miniralskar oljur
Visti tú, at tað kunnu vera miniralskar oljur í tínari feittstift?
Miniralskar oljur eru ivingarsamar. Tær kunnu elva til krabba og kunnu hópast upp í eitt nú livrini og miltinum.
Um tú nýtir feittstift hvønn dag, ‘etur’ tú uml. 4 feittstiftir um árið.Við feittstiftini hjá Grøn Balance kanst tú smílast uttan miniralskar oljur, luktilsi, litevni og parabenir.
Tann grøna kolban Brúkararáðið, Tænk, hevur kannað 53 feittstiftir og vaselin fyri óynskta evnafrøði. Feittstiftin hjá Grøn Balance fær ta grønu kolbuna, tí hon er frí fyri eini rúgvu av truplum innihaldsevnum. Tú kanst lesa alt um tey grønu plussini her: http://kemi.taenk.dk/…/test-kemi…/gron-balance-laebepomade-0
Rein frísk húð
Góð tíðindi fyri ta vetrarturru húðina.
Brúkararáðið, Tænk, í Danmark hevur eitt yvirlit yvir ymisk bodylotion við og uttan óynsktari evnafrøði. Bodylotion hjá Grøn Balance fær ta grønu kolbuna, tí hon er uttan eini rúgvu av truplum innihaldsevnum :)
Tú kanst lesa um øll tey grønu plussini her:
https://kemi.taenk.dk/bliv-gronnere/test-kemi-i-bodylotion-2018/gron-balance-bodylotion

Rein vælvera
Tað veganska valið er ikki bara tað, tú etur.
Tann djóravinaligi livihátturin fevnir eisini um húðrøkt. Ert tú veganari ella ei, so hava vit eisini gjørt tað lættari hjá tær at velja etiskar vørur.
Søtur vinnari
Hunangurin hjá Grøn Balance smakkar ikki bara væl, hann er eisini best í test!
Danska avísin Søndagsavisen metti hunangin hjá Grøn Balance at vera tann besti. Hunangurin stóð seg væl vegna sín søta, blómukenda smakk og at hann var passaliga bleytur. Bleyti hunangurin ger hann lættan at smyrja á breyði, og tú fært soleiðis ein leskiligan breyðbita afturvið einum drekkamunni.
Ver varin við at geva smábørnum hunang
Á hunanginum stendur at lesa, at ein ikki skal geva smábørnum undir eitt ár hunang. Hetta er vegna bakteriuni Clostridium botulium, sum kann vera í hunangi, og sum kann geva álvarsliga mateitran. Størri børn og vaksin kunnu uttan trupulleikar sjálvi berja bakteriunar niður við hjálp av vanligum tarmbakterium

Reint mjøl í posanum
Rættuligt breyð tørvar, rættuligt mjøl.
Tey vistfrøðiligu mjølsløgini frá Grøn Balance eru gjørd úr vistfrøðiliga veltum kornsløgum, har tað bert verða nýtt tøð, jarðbetrandi evni og sproytievni, sum eru góðkend til vistfrøðiligan landbúnað.
Tað er ikki loyvt at nýta strástyttandievni, og hugsað verður um sum heild burðardygt í allar framleiðsluni. Tað er heilt frá kornium á markini til tað lidna mjølið á hyllunum.
Tú fært vistfrøðiligu mjølsløgini frá Grøn Balance í Miklagarði, Bónus og Mylnuni.

Fá eina góða byrjan við Grøn Balance
Vit ynskja at børnini skulu fáa eina góðan byrjan uppá lívið uttan skaðilig evni.
Grøn Balance hevur saman við Bónusm og Miklagarði gjørt ein vælkomupakka til nýføðingar í Føroyum, vit kalla hann "Pinkubarnaskrínið".Pinkubarnaskrínið er á tremur við vørum til bæði nýføðingin og mammuna. Allar vørurnar eru sjálvandi svanamerktar og hava bláa kransin, sum er tín trygd fyri, at títt barn sleppur undan luktilsi, litevnum og øðrum skaðiligum evnum, sum verða løgd undir at vera ovurviðkvæmiselvandi. Fleiri av vørunum eru eisini veganskar.
Ert tú so heppin at vera við barn ella júst hevur átt, so kanst tú umbiðja Pinkubarnaskrínið. Tú kanst umbiðja Pinkubarnaskrínið áðrenn og heinta hann tá ið barni er føtt.Pinkubarnaskrínið hevur eitt virði yvir 400 kr og er fyri øll sum vænta sær ella júst hava fingið eitt nýføtt skrín.
Les meira um Pinkubarnaskrínið herGrøn Balance finnur tú her
SIG OKKUM TÍNA MEINING
Vit arbeiða altíð við at gera okkara vørur enn betri, tí vilja vit gjarna hoyra frá tær. Hevur tú góðar ella minni góðar royndir?
- send okkum tínar viðmerkingar.
Error: Contact form not found.